Ment í Føroyum til
føroyska marknaðin
Nema Vátta
Nema Vátta ger tað einfalt og skjótt at vátta tínar fakturar á netinum. Tú fært atgongd til eina snilda loysn, ið gevur tær greitt yvirlit yvir alt váttanararbeiði og allar mannagongdir á ein tryggan hátt.
Uttan pappír, teldupostar og ringbind
Kanningar vísa, at tað kostar fyritøkum millum 150 og 500 krónur at avgreiða ein faktura. Nema Vátta ger tað skjótt og einfalt at heinta, góðkenna og bóka tínar fakturar fyri ein brotpart av hesum metingum – uttan pappír, teldupostar og ringbind. Av tí at skipanin er á netinum, verður einki skjal mist burtur, og tað er skjótt at síggja, hvør váttanarstøðan er á hvørjum einstøkum skjali.
Fyrimunir
- Ómakaleyst at innlesa fakturar og áseta, hvør skal vátta á netinum.
- Sjálvvirkandi váttanarmannagongdir og knýti til bókhaldsskipan.
- Talgild skipan, sum avloysir manuelt arbeiði og pappír.
- Trygg loysn, ið ger trygdaravrit av øllum skjølum, hevur góða brúkarastýring og minkar um vandan fyri váttanarfeilum.
- Einfalt snið, ið ger tað skjótt at koma í gongd, er einfalt at nýta og gevur eitt gott yvirlit.
Tíðindi
Vit styrkja okkara toymi innan KT-trygd
KT-trygd er ein fastur og raðfestur partur av okkara virksemi. Uppgávurnar á økinum økjast, og tí søkja vit eftir einum starvsfólki afturat, sum saman við okkara verandi toymi skal vera við til at menna og styrkja trygdararbeiðið enn meira. Vit leita eftir tær, sum bæði trívist við at skriva greiðar mannagongdir og at arbeiða við praktiskari KT-trygd. Tú verður partur av KT-deildini, har tú í tøttum samstarvi við starvsfelagar fert at viðlíkahalda og menna okkara skipaða arbeiði við KT-trygd. Um starvið Starvið fevnir um bæði skjalfesting, samskipan og praktiskar uppgávur. Tú verður við til at tryggja, at okkara trygdarkrøv og mannagongdir verða sett í verk, fylgd upp og ment í takt við tørvin. Tínar høvuðsuppgávur verða at: Taka lut í og fylgja upp uppá okkara áhaldandi arbeiði við ISO 27001, eitt nú við at tryggja framdrift og skjalfesting. Gera, dagføra og seta í verk mannagongdir og leiðbeiningar innan kunningartrygd. Gera stikkroyndir og hava eftirlit við eitt nú atgongdum, brúkararættindum og at mannagongdir verða fylgdar. Taka lut í váðametingum og fylgja upp uppá avtalaði trygdartiltøk. Fyrireika skjalfesting til grannskoðan og taka lut í uppfylging og ábótum. Fyrireika og fremja praktisk trygdarátøk saman við restini av deildini. Vegleiða starvsfólk og stuðla undir góðum trygdarvanum í gerandisdegnum. Um teg Vit ímynda okkum, at tú hevur viðkomandi útbúgving ella royndir innan KT, kunningartrygd ella líknandi arbeiði. Tú hevur áhuga fyri bæði tí skipaða og verkliga partinum av KT-trygd, arbeiðir miðvíst og trívist í, at fylgja uppgávum heilt á mál. Vit leggja dent á, at tú: Arbeiðir skipað, varðveitir yvirlitið og fylgir upp. Dugir at skriva greitt og gera mannagongdir, sum eru lættar at skilja og brúka. Hevur tekniskt innlit og hug at arbeiða við praktiskum KT-trygdaruppgávum. Dugir at samstarva og finna loysnir saman við øðrum. Ert nærløgd ella nærlagdur og hevur hug at menna teg fakliga. Kunnleiki til ISO 27001 og royndir við trygdareftirliti, váðametingum ella grannskoðan eru ein fyrimunur. Vit leggja eisini stóran dent á arbeiðshug, ábyrgdarkenslu og evnini at virka sum partur av einum toymi. Vit bjóða Vit bjóða eitt fjølbroytt fulltíðarstarv í einum toymi, har KT-trygd longu er ein týðandi partur av arbeiðinum. Tú fært møguleika at brúka og menna tínar førleikar, umframt at seta tín dám á okkara framhaldandi arbeiði við kunningartrygd. Starvsstaðurin er í Tórshavn, og starvið verður sett skjótast gjørligt. Umsókn og nærri upplýsingar Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Róa B. Poulsen, tekniskan stjóra, á telefon 502080. Umsókn og lívsrensl skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 14. desembur 2026. Søk starvið her
Oilwind
Íløgan vit gjørdu í Nema Løn og Nema Tíð varð longu væl og virðiliga spard innaftur sama árið, tí vit hava spart munandi í bæði umsiting og tímum. Áðrenn skrivaðu menninir tímaseðlar, og alt mátti skrásetast manuelt. Nú stempla fólk og fáa løn fyri reellu tímarnar, tey arbeiða, og vit sleppa frá at skráseta nakað manuelt. Alt er tí nógv skjótari, lættari og rættari í dag. Er okkurt at spyrja um, ringja vit til Nema, sum hevur veitt eina sera góða tænastu. Marni F. Joensen, fyrisitingarleiðariOilwind
Nema søkir eftir fíggjarfrøðingi
Vilt tú vera við til at menna og sjálvvirka okkara fíggjargongdir, og samstundis gerast ein týðandi sparringsfelagi fyri alla fyritøkuna? So vilja vit fegin hoyra frá tær! Hjá Nema leita vit eftir einum fíggjarfrøðingi (financial controller), ið dámar væl at arbeiða við sjálvvirkan av fíggjargongdum, er analytisk/ur og ikki bangin fyri at hjálpa til við vanligum bókhaldsuppgávum. Starvið er fulla tíð við byrjan 1. februar 2027. Um starvið Sum fíggjarfrøðingur hjá Nema fært tú ein týðandi leiklut í at menna og betra okkara roknskaparmannagongdir og tryggja, at roknskapurin byggir á rættar og álítandi dátur.Tú verður eisini ein týðandi samstarvspartnari hjá deildunum í Nema, har tú við KPI-frágreiðingum og dátugreiningum verður við til at skapa betri yvirlit og eitt gott grundarlag fyri avgerðum.Harumframt fært tú ein virknan leiklut í at nútímansgera fíggjardeildina, har nýggj tøkni og betri arbeiðsgongdir verða ein týðandi partur av menningini. Tínar fremstu uppgávur vera Eftirlit (controlling) og bókhaldsuppgávur Sjálvvirkjan og menning av fíggjargongdum Fíggjarfrágreiðingar At stuðla fíggjarætlanararbeiðinum At vera ein fakligur viðleikari fyri raksturin, við denti á innlit, samanhangir og lyklatøl Vit vænta tí, at tú Hevur eina hægri búskaparútbúgving, t.d. HD (1, 2), Cand.merc., ella hevur arbeitt við fíggjarstýring. Hevur góð analytisk evni Arbeiðir sjálvstøðugt og skipað Hevur royndir við PowerPoint, Excel og AI Dugir at byggja góð og álítandi sambond tvørtur um alla fyritøkuna Afturfyri bjóða vit Ein fakliga spennandi leiklut við stórari ávirkan á menningina av fíggjarfunktiónini Møguleika at seta tín dám á talgilding og sjálvvirkjan í Nema Eina deild við fakliga sterkum starvsfeløgum og breiðum samstarvi innanhýsis Eitt gott arbeiðsumhvørvi við góðum starvsfólkum og einari rúgvu av ágóðum Góða kantinu og starvsfólkatiltøk árið runt Um Nema Nema er ein føroysk KT- og samskiftisfyritøka, sum gongur á odda í tøkniligu menningini í Føroyum. Vit hava verið í støðugum vøkstri seinastu árini og telja í dag umleið 65 starvsfólk í Tórshavn og Klaksvík. Hjá okkum er arbeiðsumhvørvið opið og óhátíðarligt, har samstarv og trivnaður er í hásæti. Løn og setanartreytir Fasta arbeiðsplássið verður á deildini hjá Nema í Havn. Løn verður avtalað millum partarnar. Hevur tú spurningar, ert tú hjartaliga vælkomin at venda tær til Christian Svejdal, fíggjarleiðara, á teldupost csv@nema.fo ella á telefon 502056. Tá ið tú søkir, vinarliga send okkum eitt CV, saman við eini umsókn, har tú lýsir viðkomandi royndir og førleikar. Umsóknarfreistin er 1. novembur 2026. Søk starvið
Lærlingur til KT-supportina hjá Nema
Hevur tú áhuga fyri KT, dámar tær at loysa avbjóðingar og at hjálpa øðrum? So er tað kanska tær, vit leita eftir. Nema leitar eftir einum forvitnum og ágrýtnum lærlingi, sum hevur hug at læra meira um KT, og gerast partur av einum spennandi og fjølbroyttum arbeiðsumhvørvi. Sum lærlingur innan KT-support hjá Nema, fært tú møguleika at arbeiða við nýggjastu tøknini, læra av royndum starvsfeløgum og menna tínar førleikar innan KT. Tú verður partur av einum toymi, har vit hjálpa hvør øðrum, deila vitan og saman finna góðar loysnir til okkara kundar. Um starvið Sum lærlingur verður tú partur av dagliga arbeiðinum hjá okkara KT-fólkum. Arbeiðið er fjølbroytt, og tú fert millum annað at arbeiða við: KT-support og kundatænastu: Tú lærir at vegleiða og hjálpa kundum við KT-avbjóðingum Feilfinning: Tú lærir at finna og rætta feilir á teldum, neti og í KT-skipanum KT-trygd: Tú fært innlit í KT-trygd, mannagongdir og týdningin av tryggum KT-loysnum Uppseting og installatión: Tú lærir at seta upp teldur, forrit og aðra KT-útgerð Neti og servarum: Tú fært innlit í, hvussu vit umsita og reka bæði netverk og servarar. Vit leggja dent á, at tú fært eina góða og fjølbroytta lærutíð, har tú bæði sleppur at royna teg í verki og at menna tína fakligu vitan. Vit leita eftir tær sum: Ert forvitin og tænastusinnað/ur Hevur lokið fráfaringarroynd fólkaskúlans Hevur áhuga fyri KT og hug at læra Dámar at loysa trupulleikar og finna góðar loysnir Ert fyrikomandi, tænastusinnað/ur og dugir væl at samstarva Dugir at arbeiða sjálvstøðugt og taka ábyrgd Tú skalt ikki duga alt frammanundan. Tað týdningarmesta er, at tú hevur áhuga, áræði og hug at læra. Vit bjóða tær: Eina spennandi og fjølbroytta lærutíð Møguleika at arbeiða við ymiskum KT-loysnum og nýggjari tøkni Dugnaligar starvsfelagar, sum eru klárir at hjálpa og deila sína vitan Eitt óformligt arbeiðsumhvørvi við góðum samanhaldi Góðar møguleikar at menna teg bæði fakliga og persónliga. Um útbúgvingina Nýggja føroyska KT-supportaraútbúgvingin er skipað við støði í donsku útbúgvingini til IT-supporter. Dentur er lagdur á, at innihald og førleikar skulu samsvara við danska supportarin. Útbúgvingin sum KT-supportari tekur 2½ ár, og er sett saman av verkligari læru, sum í hesum førum verður hjá Nema, meðan skúlagongdin er á Miðnámi á Kambsdali. Fyrsta skúlaskeiðið byrjar 2. november 2026. Les meir um útbúgvingina her Um Nema Nema er ein føroysk fyritøka, ið skapar kapping og samstundis gongur á odda í menningini av føroyska KT- og samskiftismarknaðinum. Nema er í stórum vøkstri, og okkara úrslit seinastu árini hava verið framúr góð. Harumframt hava vit eitt gott og óformelt arbeiðsumhvørvi við á leið 70 starvsfólkum á okkara deildum í Tórshavn og Klaksvík. Setanarviðurskifti Talan er um eitt lærupláss við einari lærutíð á 2½ ár. Løn og setanarviðurskifti verða sambært galdandi sáttmála fyri lærlingar. Starvsbyrjan verður eftir avtalu. Umsókn og freist Hevur tú spurningar um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Frankie Jensen, KT stjóra, á tlf 502090 ella umvegis teldupost fje@nema.fo. Umsókn og viðkomandi skjøl skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 25. oktober 2026. Søk starvið her
Vilt tú vita meira?
Tú ert altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum.
Jan á Líknargøtu
Vinnukundaleiðari
Jakup Eydnugarð
Vinnukundaráðgevi
Ronni Poulsen
Vinnukundaráðgevi
Heildarloysn til alla umsiting
Við at brúka fleiri av okkara KT-skipanum fáa tit eina heildarloysn til alla tykkara fíggjar- og lønarumsiting. Skipanirnar eru tætt samantvinnaðar, so at dátur ferðast lættliga millum skipanirnar.
Harafturat bjóða vit aðrar KT-loysnir, so sum Office 365, hýsing, HR-skipan, prent og kopi, teldur og útgerð, servarar, goymslu, net og trygd.



