Onki úrslit
Undanfarna síða
Search by
Næsta síða

Rinda í smáum

Rokna gjald

{{monthlyPrice}}

um mánaðan

Stovningargjald

{{formatCurrency(foundingPrice)}}

Kredittkeypsprísur

{{totalPrice}}

Árligt ÁKP

{{interestRate}}

Rinda í smáum upp til 24 mánaðir

Vit bjóða øllum okkara fjarskiftiskundum at keypa vørur frá okkum, og rinda tær aftur yvir 24 mánaðir.

Treytirnar eru, at tú kanst kredittgóðkennast av okkum. Hetta merkir í stuttum, at tú er yvir 18 ár (vísa samleikaprógv), hevur fastan bústað Føroyum, hevur fast arbeiðsloyvið í Føroyum, at viðkomandi ikki hevur skuld hjá Nema frammanundan og hevur eitt virkið telefon- ella internethald frá Nema.

Umframt hetta, skal tú rinda eitt útgjald á minst Kr. 1.000,- tá keypt verður. Vit fíggja upp til Kr. 19.000,- av keypinum, og restin skal rindast sum eitt útgjald.

Kostnaðurin fyri at stovna eina fíggingaravtalu er úr kr. 300,- og rentan er 0%

Stovningargjald

kr. 0 – kr. 3.499 = kr. 300

kr. 3.500 – kr. 14.999 = kr. 695

kr. 15.000 – kr. 20.000 = kr. 995

Sáttmálatreytir fyri kredittkeyp

1. Kredittkeypsgjøld verða goldin á konto seljarans nr. 6460 – 162.846.3 ella aðra av seljara ávístari bankkonto

2. Greiður keyparin ikki tær í sáttmálanum ásettu gjaldsskyldir sínar stundisliga, hevur seljarin rætt til at krevja restskuldina goldna, um keypari er í eftirstøðu í meira enn 30 dagar eftir gjaldkomudag, og henda upphædd er minst 1/10 partur av kredittkeypsprísinum, ella um í eftirstøðuupphæddini eru fleiri kredittkeypsgjøld (avdráttir), sum í minsta lagi er 1/20 partur av kredittkeypsprísinum, ella er øll restskuldin.

2a. Verður kredittkeypssáttmálin mishildin verður gjald á kr. 200 tilskrivað fyri hvørt áminningarskriv, og verður hetta sett á næstu telefonrokning.

3. Ynskir keyparin at greiða samlaðu restskuld sína eftir sáttmálanum, líka mikið um hon er gjaldkomin ella ikki, verða kredittkostnaðir í samband við hesa framskundaðu restskuldsgreiðslu gjørdir upp eftir kredittkeypilógini hesum viðvíkjandi.

4. Framd inngjøld verða nýtt fyrst til at greiða gjaldkomnar rentur, og síðani gjald uppá restskuldina.

5. Stendst rættarmál av hesum sáttmála, hevur keyparin skyldu til at greiða allar kostnaðir eftir ásetingum rættarins.

6. Keyparin, ið váttar at vera myndigur, og ikki í gjaldssteðgi ella undir trotabúsviðgerð, bindur seg til at halda skyldir sínar eftir hesum sáttmála, hvørs innihald hann er gjørdur kunnugur við, og av hvørjum hann hevur fingið eitt avrit.

7. Um so er, at keypari velur at gera nýtslu av iðranarrættinum og lata keypið ganga aftur, verður kostnaðurin, ið stendst av at gera keypskredittsáttmála, ikki endurrindaður kundanum.

8. Um so er, at keyparin er eitt felag, kann Nema av sínum eintingum flyta skyldurnar í hesum sáttmála yvir til tann persón, sum vegna felagið skrivar undir hetta skjal. Sostatt váttar tann, ið skrivar undir, at góðtaka tað.