Onki úrslit
Undanfarna síða
Search by
Næsta síða

Privatkundastjóri til Nema

Kundi tú hugsað tær at gingið á odda? At brúkt og ment tínar leiðsluroyndir? Hjá eini tí mest framkomnu fyritøkuni á føroyska KT- og fjarskiftismarknaðinum?
So hava vit starvið til tín!

UM STARVIÐ

Nema er eitt spennandi arbeiðspláss við fullari ferð, har persónlig og faklig menning ganga hond í hond. Vit hava starvsfólk í heimsflokki, framúr samanhald og hópin av starvsfólkaágóðum.

Sum privatkundastjóri hjá okkum ert tú ein partur av leiðsluni, og verður tí við at seta dagskránna og leiðina út í kortið fyri Nema.

Við einum alsamt vaksandi KT- og fjarskiftismarknaði er málið at vaksa um okkara kundaskara, og at veita teimum bestu tænastuna. Tí hevur tú eisini ein týdningarmiklan leiklut í samskifti, sølu og marknaðarføring til privatkundar.

Tú hevur millum annað ábyrgd av:

  • Sølu av haldum til privatkundar
  • Kundarøkt og verkstaði
  • Goymslu og samskipan
  • Handlum og nethandli

UM TEG

Vit sóknast tí eftir einum framsøknum og jaligum persóni, ið ynskir at geva kundunum eina góða tænastu og uppliving. Sum harumframt hevur skil fyri handilsskapi og brennur fyri sølu.

Vit vænta eisini, at tú:

  • Hevur leiðsluroyndir
  • Torir at taka ábyrgd og avgerðir
  • Hugsar kreativt og dugir at finna loysnir
  • Ert álitisvekjandi og hevur góðar sosialar eginleikar

UMSÓKN OG FREIST

Freistin at søkja starvið er mikudagin 27. september, og starvið verður sett skjótast gjørligt.

Talan er um fulltíðarstarv, sum verður lønt sambært avtalu.

UM TÚ VILT MEIRA

Set teg í samband við Gudny Langgaard, stjóra, á tel. 502050 ella gla@nema.fo

Umsóknir og fyrispurningar verða viðgjørd í trúnaði.


Fleiri greinar