Onki úrslit
Undanfarna síða
Search by
Næsta síða

Uncategorized @fo-fo

Tillagingar í Farnetinum til vinnuna

Fleiri og fleiri velja sær Farnet heldur enn breiðband, tí Farnetið er skjótt og lætt. Eingir káplar, ongan montør, einki kopargjald og eingin bíðitíð. Við okkara framkomna Farneti kunnu vit bjóða gott netsamband um alt landið og uttanlands. Við Evropa pakkanum til farnet kanst tú nýta títt íroknaða data upp til 10 GB í útlandinum. Í samsvar við tann vaksandi áhugan fyri Farnetinum, hava vit valt at gera Farnet pakkarnar meira einfaldar. Tískil verða nakrir Farnetpakkar niðurlagdir og brúkarir av hesum farnetunum verða sjálvvirkandi fluttir yvir á ein samsvarandi pakka. Harafturat verða nakrar prístillagingar gjørdar. Sí haldini og prísirnir her Prísir eru uttan MVG Data fleks Data Fleks er eitt øðrvísi internet hald, har tú einans skal gjalda fyri hvønn dag, netið verður brúkt. Hetta haldið hóaskar seg serliga væl til summarhúsini, bátin ella campingvognin. Mánaðargjald: 20 krUm nýtsla er: 20 kr pr. dag Umframt hetta er leigugjald fyri farnet beinaran. Er ikki umfata av 'Royn frítt í 30 dagar'. Bílegg her Gevið gætur: Hevur tú ein av pakkunum, ið ikki síggjast omanfyri, verður tú sjálvvirkandi flutt/ur í annan pakka. Tak netið við tær Við Evropa pakkanum til farnet kanst tú nýta títt íroknaða data upp til 10 GB í útlandinum. Netið kann brúkast í fylgjandi londum. Áland, Belgia, Bulgaria, Danmark, Estland, Eysturríki, Finnland, Frakland, Fronsku Guiana, Grikkaland, Grønland, Guadalupe, Guernsey, Holland, Írland, Ísland, Italia, Jersey, Kekkia, Kroatia, Kýpros (Grikski parturin), Lettland, Liktinstein, Litava, Luksemborg, Malta, Noreg, Póland, Portugal, Rumenia, Slovakia, Slovenia, Spania, Stóra Bretland, Sveis, Svøríki, Týskland, Ungarn. Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum Les meir um Farnet frá Nema Farnet frá Nema Onnur tíðindi

Tillagingar av Farnetinum

Fleiri og fleiri velja sær Farnet heldur enn breiðband, tí Farnetið er skjótt og lætt. Eingir káplar, ongan montør, einki kopargjald og eingin bíðitíð. Við okkara framkomna Farneti kunnu vit bjóða gott netsamband um alt landið. Farnet er eisini upplagt at brúka í summarhúsinum, húsvogninum, bátinum v.m. Í samsvar við tann vaksandi áhugan fyri Farnetinum hava vit valt at gera Farnet pakkarnar meira einfaldar og bólka teir í: Tann stóri pakkin, miðal pakkin og lítli pakkin. Harafturat hava vit Data fleks, ið hóskar seg til tey, ið hava tørv á data hvønn dag. Hendan broyting hevur við sær, at nakrir Farnetpakkar verða niðurlagdir og brúkarir av hesum farnetunum verða sjálvvirkandi fluttir yvir á ein samsvarandi pakka. Farnet til tín tørv Tá tú fært beinaran frá okkum, skalt tú bara tendra hann – so koyrir tað. Einki roks. Tað einasta, ið krevst fyri at hava farnet, er ein stikkontakt. Sí allar okkara farnet pakkar her. Gevið gætur: Hevur tú ein av pakkunum, ið ikki síggjast omanfyri, verður tú sjálvvirkandi flutt/ur í annan pakka. Data fleks Data Fleks er eitt øðrvísi internet hald, har tú einans skal gjalda fyri hvønn dag, netið verður brúkt. Hetta haldið hóaskar seg serliga væl til summarhúsini, bátin ella campingvognin. Mánaðargjald: 25 krUm nýtsla er: 20 kr pr./dag Umframt hetta er leigugjald fyri farnet beinaran. Er ikki umfata av 'Royn frítt í 30 dagar'. Bílegg her Hvat Farnet skal eg velja? Frítt Farnet - Um tit eru fleiri í húskinum, har øll stroyma sjónvarp, youtube, netflix, tónleik og annað. Eingin avmarking. 500 GB - Til minni húski ella einstakling, har ið avmarkað nýtsla er til dagligt. 75 GB - Til tín, ið hevur sera avmarkaða nýtslu so sum at lesa tíðindi, hyggja eftir styttri filmsbrotum og ringir/skrivar til familju og kenningar. Hvat brúka ymisku tænasturnar á netinum pr. mánaða? Stroyma filmar (2 tímar um dagin) - 150 til 200 GB/mðn.Gaming (1 tíma um dagin) - 3 til 12 GB/mðn.Stroyma tónleik, ljóðbøkur vm. (2 tímar um dagin) - 6 til 10 GB/mðn.Vitja heimasíður, teldupost vm. (1 tíma um dagin) - 1 til 2 GB/mðn. Nýtslan er ógvuliga ymisk í ymiskum húsarhaldum og eru omanfyri metingar einans ein meting, ið er sera tengd at hvørjar tænastur tú nýtir, og hvussu góðskan á filmi og tónleiki er. Tískil skal fyrivarni takast fyri hesum metingum. Les meir um Farnet frá Nema Farnet frá Nema Onnur tíðindi

Nema søkir eftir handilsleiðara

Ert tú ein eldsál við áhuga fyri sølu, fólki og at geva kundum eina góða uppliving? Droymir tú um at leiða ein av teimum mest spennandi og fjølbroyttu handlunum í Føroyum? Vit leita eftir einum handilsleiðara, sum kann taka ábyrgdina fyri Nema-handlunum í Tórshavn og í Klaksvík. Tín leiklutur Sum handilsleiðari hjá Nema ert tú altíð tætt við kjarnuna av okkara sølu og tænastu. Tú verður tann, ið tryggjar, at bæði okkara handlar og nethandil koyra við somu Nema-orku, og at vit møta kundunum við einum smíli og við einum “ JA! ” hugburði. Tú kemur at Stýra og røkja dagliga raksturin av handlinum í Havn, arbeiðistíðin er frá 09.30-17.30 Ganga á odda í sølu, við góðum yvirliti yvir vørur, prísir og handilsátøk Leiða eitt toymi av lærlingum og handilsfólki – og tryggja trivna, upplæring og motivatión Taka ábyrgd fyri tænastustøðið, ið vit veita í handlum okkara Saman við marknaðardeildini tryggja kappingarført, sjónligt og livandi úttrykk í handlunum og á nethandlinum Fáa ábyrgd fyri verkstaðnum, nethandlinum og tænastustøðinum – við menning fyri eyga. Vit leita eftir tær sum Brennur fyri sølu, leiðslu og góðari tænastu Hevur skil fyri handilsdrivnum KPI’um og dugir at arbeiða sjálvstøðugt Er jalig/ur, málsøkin og dugir at seta seg í støðuna hjá kundanum Hevur royndir innan handil, kundatænastu, sølu ella leiðslu – við rætta hugburði og ágrýtni Dugir at hugsa um dagligu uppgávurnar, leiðslu, strategi og framtíð. Vit bjóða tær Eitt ábyrgdarfult og fjølbroytt starv í einum dynamiskum og livandi arbeiðsumhvørvi Møguleikan at seta tín dám á hvussu Nema-handilarnir upplivast Tætt samstarv við okkara deildir innan marknaðarførslu, innkeyp, KT-sølu og kundatænastu Møguleikan at leiða eitt toymi, sum hevur funnið seg væl til rættis í okkara "JA"-mentan Starvsfólkaágóðar og løn eftir avtalu. Tíni høvuðsábyrgdarøki Handil & Søla: Útsýni, príslegging, søluátøk og dagføringar Lærlingar: Leiðsla, trivnaður, upplæring og coaching Nethandil: Koordinatión, tilboð og trygd fyri, at alt hongur saman Forvitin? So ring ella skriva til Tóka Ellefsen á Brúgv, privatkundastjóra, á 502017 ella teb@nema.fo. Umsókn Send okkum tína umsókn og viðkomandi skjøl í seinasta lagi týsdagin 22. apríl 2025. Søk starvið her

Milkshake frá Activ á 2 fyri 1

Tann vælkendi Milkshake'urin frá Activ í Hornabø er nú vorðin ein partur av 2 fyri 1 appini. Mánadag til hósdag kanst tú fáa ein stóran Milkshake við í prísinum, tá tú keypir ein. Teir fáast í teimum vælkendu smakkunum jarðber, vanilja, banan, sjokuláta og pistasiu. Tú hevur eisini møguleikan at blanda fleiri smakkir og at gjalda fyri at fáa drýss í afturat. Activ í Hornabø Fyri nógv av okkum vekja milkshakes góð barna- og ungdómsminni um familjutúrar og serligar løtur. Fyri onnur hoyra biltúrar og milkshake saman. Og nú fært tú dupult so nógvar milkshakes fyri pengarnar við 2 fyri 1 appini hjá Nema.Milkshake frá Activ hevur verið til líka leingi, sum Activ hevur verið til. Activ er kent fyri at hava breiðar upplatingartíðir, og tað hava tey enn. Soleiðis er opið Mánadag 07.30 - 23.00 Týsdag. 07.30 - 23.00 Mikudag 07.30 - 23.00 Hósdag 07.30 - 23.00 Fríggjadag 07.30 - 24.00 Leygardag 09.00 - 24.00 Sunnudag 09.00 - 23.00 Fylg við á sosialum miðlum So sært tú altíð tey nýggjastu 2 fyri 1 tilboðini, fær kunning um kundatiltøk, og møguleikan at luttaka í eina rúgvu av kappingum. Heinta 2 fyri 1 appina her Øll kunna taka 2 fyri 1 appina niður á telefonina. Fyri at nýta 2 fyri 1 tilboðini,mást tú verða Nema telefonkundi og rita inn við tínum fartelefonnummari.

Fipurnet í Sandavági

Fipurnet er nú tøkt at bíleggja í Sandavági.Flestu húsarhaldini hava internet í dag. Tó eru fáa tey flestu internet ígjøgnum gamla koparnetið / telefonneti.Hendan tøknin er og verður í dag skift út við Fipur, ið veitir skjótari og støðugari telefon og internet samband.Gev tískil gætur, at um tit longu hava internet og skulu flyta yvir á nýggja fipurneti, so er neyðugt at strika gamla internethaldi. Fínt sum hár Fipur er ein nútímans tøkni, sum gevur ógvuliga skjótt og álítandi internetsamband gjøgnum ljósleiðaratægrar, ið eru til tjúkdar sum eitt hár. Sjálvur fipurkaðalin er nakrar fáar millimetrar til tjúkdar og liggur vardur í sterkari rørleiðing, sum er átta millimetrar til tjúkdar og verður løgd inn til hvørt húsarhald. Tilber at síggja, hvar fipur er tøkt, og hvussu ætlanin sær út komandi tíðina.  Sí kort á net.fo Hvat er fipur ? Fipur er ein nútímans tøkni, sum gevur ógvuliga skjótt og álítandi internetsamband gjøgnum ljósleiðaratægrar, ið eru til tjúkdar sum eitt hár. Sjálvur fipurkaðalin er nakrar fáar millimetrar til tjúkdar og liggur vardur í eini sterkari rørleiðing, sum er átta millimetrar til tjúkdar. Ein slík rørleiðing verður løgd inn til hvørt einstaka húsarhald. Les meira á net.fo Fylg við á sosialum miðlum So sært tú altíð tey nýggjastu 2 fyri 1 tilboðini, fær kunning um kundatiltøk, og møguleikan at luttaka í eina rúgvu av kappingum. Bílegg her

Hotel Runavík á 2 fyri 1

Nú er Hotel Runavík vorðin ein partur av 2 fyri 1 appini. Hvønn mánadag til mikudag kanst tú bjóða onkrum, ið tú ert góð/ur við í hugnaligu matstovuna á hotellinum. Tú kanst keypa ein lekkran morgunmatarplatt og fáa ein ókeypis. Tú fært bæði kaffi og djús við í prísinum. Tilboðið er galdandi millum kl. 10.00-13.00, so tú bæði kann njóta ein seinan morgunmat ella miðmálan á Hotel Runavík. Um Hotel Runavík Hotel Runavík er 3-stjørna hotell við 23 kømrum og sera góðum atkomuviðurskiftum. Eitt heimligt og hugnaligt hotell mitt í meginøkinum við útsýni yvir allan Skálafjørðin. Hotellið liggur tætt við havnarlagið, fjølbroyttu handlarnar og Eysturoyartunnilin, ið knýtir Skálafjørðin og Havnina saman. Eisini er sera vakra náttúruøkið kring Toftavatn nærhendis. Heinta 2 fyri 1 appina her Øll kunna taka 2 fyri 1 appina niður á telefonina. Fyri at nýta 2 fyri 1 tilboðini,mást tú verða Nema telefonkundi og rita inn við tínum fartelefonnummari. Sí fleiri 2 fyri 1 tilboð her

Nema eru tilnevnd Føroya Besta vørumerki

28. februar 2025 verða Føroya bestu vørumerki kosin fyri fyrstu ferð. Vit eru sera spent og errin av at vera tilnevnd í bólkinum "Einstaklingamarknaður - 25 ella fleiri starvsfólk". Brandr Føroyar er fyritøkan aftanfyri tiltakið og tey skriva soleiðis "Eitt sterkt vørumerki økir virðið hjá fyritøkuni og sæst beinleiðis aftur á botnlinjuni. Branding skapar álit og kundatrúfesti, sum kann geva størri inntøkur og lægri marknaðarkostnaðir. Eitt sterkt vørumerki ger eisini fyritøkuna meira spennandi hjá bæði starvsfólkum og íleggjarum. Í síðsta enda er branding ein strategisk íløga, sum styrkir fíggjarligu úrslitini og skapar ein varandi kappingarfyrimun." Hvussu verða Føroya bestu vørumerki funnin? Við at velja Føroya bestu vørumerki, ynskir brandr at varpa ljós á týdningin og virðið av eini væl grunaðari vørumerkjastrategi. Tilgongdin til at finna bestu vørumerkini byggir á bæði akademiskar og verkligar metingar umframt meiningina hjá almenninginum um føroysk vørumerki. Dómsnevndin fyri FBV 2024 Dómsnevndin til Føroya Besta Vørumerki er eitt úrval av 35 ymiskum persónum, ið øll arbeiða í vinnuni. Sí hini tilnevndu í teimum triðmum flokkunum og limirnir í dómsnevndini á heimasíðuni hjá Brandr Føroyar. Brandr.fo

Vinn eitt uppihald á Hotel Brandan

Vit eru í gávuhýri og ynskja at forkela okkara kundar við einum uppihaldi í svituni á Hotel Brandan. Uppihaldið er fyri tveir persónar við morgunmati, 3-rættar matskrá á Húsagarði, einum tíma í hitapotti og eini brúsandi gávu á kamarinum.  Vit trekkja lut millum øll tey, ið nýta 2 fyri 1 appina í februar og marts mánaða. Jú oftari tú nýtir tilboðini á 2 fyri 1, jú størri gerst kjansurin at vinna. Treytir - Kappingin er bert galdandi fyri fjarskiftiskundar hjá Nema. Húsagarður Í køkinum verður matur við íblástri úr norðurlendskari matgerð tilgjørdur og borðreiddur av tænaratoyminum. Til hvønn rætt hava vit valt vín úr okkara fjølbroytta vínkjallara, Gilið, sum hevur vín úr øllum heiminum og í øllum prísflokkum. Vit hava eisini ment eina serliga alkoholfría drekkiskrá, ið millum annað inniheldur fleiri sløg av kaltbryggjaðum te og cider. Morgunmatur á Hotel Brandan Nú kanst tú allar gerandisdagar fáa 2 fyri 1 morgunmat á Hotel Brandan. Keyp ein morgunmat og fá ein ókeypis.   Miðmálatilboð á Hotel Brandan Nú kanst tú allar gerandisdagar fáa 2 fyri 1 Cesarsalat á Landmark á Hotel Brandan. Keyp eina Cesarsalat og fá eina ókeypis.   Nýggj tilboð Fylg við á Facebook og Instagram síðuni hjá Nema fyri at síggja øll tey nýggju tilboðini og veitararnar, ið koma á 2 fyri 1 appina. Instagram Facebook 2 fyri 1 tilboð

Nema søkir eftir KT samskipara

Vit leita eftir einum dugnaligum og tænastusinnaðum samskipara til KT deildina á Nema.  Talan er um eitt starv við umsitingarligum og samskipandi uppgávum. Sum samskipari verður tú kjarnin í okkara dagliga rakstri, har tú skalt tryggja eina munadygga samskipan av KT support, søluavgreiðslum og verkætlanum. Tú fært ein týðandi leiklut í at taka tær av øllum inngangandi fyrispurningum og skalt tryggja, at uppgávurnar fara til tey røttu starvsfólkini og fylgja hesum upp. Í hesum starvi fært tú møguleika at arbeiða við nógvum spennandi uppgávum og fólkum við ymiskum KT førleikum. Tú fær somuleiðis eitt sera gott innlit í føroyskar fyritøkur og at menna teg innan KT skipanir, útgerð og tær tænastur, ið vit bjóða.  Tínar fremstu uppgávur vera at: Samskipan og raðfesting av dagligum support- og tænastuuppgávum  At samskipa KT verkætlanir og tryggja góðan rakstur  At vera bindiliður millum KT deildina og restina av fyritøkuni  At menna og fremja mannagongdir til gagns fyri ymisku deildirnar  Vit vænta tí, at tú: Hevur royndir við samskipan av uppgávum  Hevur góð samstarvsevni og dugir væl at samskifta  Kann arbeiða sjálvstøðugt og tekur ábyrgd  Er opin fyri at læra nýggjar skipanir og hevur tokkan til KT  Hevur fatan fyri fíggjarligum viðurskiftinum og kostnaðarstýring Royndir og útbúgving innan KT er ein fyrimunur.  Afturfyri bjóða vit: Eitt spennandi og avbjóðandi starv  Góðar møguleikar fyri fakligari menning  Eitt gott arbeiðsumhvørvi við góðum starvsfólkum og fult av ágóðum  Um Nema: Nema er ein føroysk fyritøka, ið skapar kapping og samstundis gongur á odda í menningini av føroyska samskiftis- og KT-marknaðinum. Nema er ein fyritøka í stórum vøkstri, og okkara úrslit seinastu árini hava verið framúr góð. Harumframt hava vit eitt gott og óformelt arbeiðsumhvørvi við á leið 70 starvsfólkum á okkara deildum í Tórshavn og Klaksvík. Løn og setanartreytir: Løn verður sambært avtalu millum partarnar. Arbeiðsstaðurin verður í Tórshavn og Klaksvík. Hevur tú spurningar til starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Frankie Jensen á tlf. 502090.  Umsóknir og avrit av viðkomandi skjølum, skulu sendast inn á leinkjuna niðanfyri. Søk starvið her Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 20. februar 2025.

Hotel Brandan á 2 fyri 1

Miðmálatilboð Nú kanst tú við 2 fyri 1 appini eta miðmála fyri hálvan prís. Fá 2 fyri 1 Cesarsalat í hugnaligu lobby kaféini, Landmark, á Hotel Brandan. Tú kann velja millum Cesarsalat við høsnarunda ella falaffel. Tilboðið er galdandi allar gerandisdagar frá 11.30-14.00. Morgunmatarborð á Húsagarði Nú kanst tú bjóða onkrum, ið tú ert góð/ur við, til morgunmatarborðið á Hotel Brandan. Við 2 fyri 1 appini fært tú ein morgunmat ókeypis, tá tú keypir ein. Tilboðið er galdandi allar gerandisdagar, og morgunmatur er frá kl 07.00 - 10.00 hesar dagar. Tað kann vera ein fyrimunur at bíleggja borð frammanundan, og tað gert tú við at ringja á tlf. 309200. Morgunmatur við bestu góðsku Á Hotel Brandan verður nógv orka løgd í at bjóða fyrsta floks morgunmat. Tey nýta umhvørvisvinarligar, stuttfluttar rávørur í tann mun tað ber til. Breyð og bollar eru heimabakaði egnum køki, og tey leggja seg eftir at minka um matoyðsl.  Prísyvirlit til morgunmatarborðið: Vaksin 189 kr. Børn í aldrinum 4-11 ár: 95 kr. Børn 0-3 ár eta ókeypis. Heinta 2 fyri 1 appina her Øll kunna taka 2 fyri 1 appina niður á telefonina. Fyri at nýta 2 fyri 1 tilboðini,mást tú verða Nema telefonkundi og rita inn við tínum fartelefonnummari. Sí fleiri 2 fyri 1 tilboð her

1 2 3 4