Onki úrslit
Undanfarna síða
Search by
Næsta síða

Nema eru tilnevnd Føroya Besta vørumerki

28. februar 2025 verða Føroya bestu vørumerki kosin fyri fyrstu ferð. Vit eru sera spent og errin av at vera tilnevnd í bólkinum “Einstaklingamarknaður – 25 ella fleiri starvsfólk”.

Brandr Føroyar er fyritøkan aftanfyri tiltakið og tey skriva soleiðis “Eitt sterkt vørumerki økir virðið hjá fyritøkuni og sæst beinleiðis aftur á botnlinjuni. Branding skapar álit og kundatrúfesti, sum kann geva størri inntøkur og lægri marknaðarkostnaðir. Eitt sterkt vørumerki ger eisini fyritøkuna meira spennandi hjá bæði starvsfólkum og íleggjarum. Í síðsta enda er branding ein strategisk íløga, sum styrkir fíggjarligu úrslitini og skapar ein varandi kappingarfyrimun.”

Við at velja Føroya bestu vørumerki, ynskir brandr at varpa ljós á týdningin og virðið av eini væl grunaðari vørumerkjastrategi. Tilgongdin til at finna bestu vørumerkini byggir á bæði akademiskar og verkligar metingar umframt meiningina hjá almenninginum um føroysk vørumerki.

Dómsnevndin til Føroya Besta Vørumerki er eitt úrval av 35 ymiskum persónum, ið øll arbeiða í vinnuni. Sí hini tilnevndu í teimum triðmum flokkunum og limirnir í dómsnevndini á heimasíðuni hjá Brandr Føroyar.

Tillagingar í Farnetinum til vinnuna

Fleiri og fleiri velja sær Farnet heldur enn breiðband, tí Farnetið er skjótt og lætt. Eingir káplar, ongan montør, einki kopargjald og eingin bíðitíð. Við okkara framkomna Farneti kunnu vit bjóða gott netsamband um alt landið og uttanlands. Við Evropa pakkanum til farnet kanst tú nýta títt íroknaða data upp til 10 GB í útlandinum. Í samsvar við tann vaksandi áhugan fyri Farnetinum, hava vit valt at gera Farnet pakkarnar meira einfaldar. Tískil verða nakrir Farnetpakkar niðurlagdir og brúkarir av hesum farnetunum verða sjálvvirkandi fluttir yvir á ein samsvarandi pakka. Harafturat verða nakrar prístillagingar gjørdar. Sí haldini og prísirnir her Prísir eru uttan MVG Data fleks Data Fleks er eitt øðrvísi internet hald, har tú einans skal gjalda fyri hvønn dag, netið verður brúkt. Hetta haldið hóaskar seg serliga væl til summarhúsini, bátin ella campingvognin. Mánaðargjald: 20 krUm nýtsla er: 20 kr pr. dag Umframt hetta er leigugjald fyri farnet beinaran. Er ikki umfata av ‘Royn frítt í 30 dagar’. Bílegg her Gevið gætur: Hevur tú ein av pakkunum, ið ikki síggjast omanfyri, verður tú sjálvvirkandi flutt/ur í annan pakka. Tak netið við tær Við Evropa pakkanum til farnet kanst tú nýta títt íroknaða data upp til 10 GB í útlandinum. Netið kann brúkast í fylgjandi londum. Áland, Belgia, Bulgaria, Danmark, Estland, Eysturríki, Finnland, Frakland, Fronsku Guiana, Grikkaland, Grønland, Guadalupe, Guernsey, Holland, Írland, Ísland, Italia, Jersey, Kekkia, Kroatia, Kýpros (Grikski parturin), Lettland, Liktinstein, Litava, Luksemborg, Malta, Noreg, Póland, Portugal, Rumenia, Slovakia, Slovenia, Spania, Stóra Bretland, Sveis, Svøríki, Týskland, Ungarn. Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum Les meir um Farnet frá Nema Farnet frá Nema Onnur tíðindi

Tillagingar av Farnetinum

Fleiri og fleiri velja sær Farnet heldur enn breiðband, tí Farnetið er skjótt og lætt. Eingir káplar, ongan montør, einki kopargjald og eingin bíðitíð. Við okkara framkomna Farneti kunnu vit bjóða gott netsamband um alt landið. Farnet er eisini upplagt at brúka í summarhúsinum, húsvogninum, bátinum v.m. Í samsvar við tann vaksandi áhugan fyri Farnetinum hava vit valt at gera Farnet pakkarnar meira einfaldar og bólka teir í: Tann stóri pakkin, miðal pakkin og lítli pakkin. Harafturat hava vit Data fleks, ið hóskar seg til tey, ið hava tørv á data hvønn dag. Hendan broyting hevur við sær, at nakrir Farnetpakkar verða niðurlagdir og brúkarir av hesum farnetunum verða sjálvvirkandi fluttir yvir á ein samsvarandi pakka. Farnet til tín tørv Tá tú fært beinaran frá okkum, skalt tú bara tendra hann – so koyrir tað. Einki roks. Tað einasta, ið krevst fyri at hava farnet, er ein stikkontakt. Sí allar okkara farnet pakkar her. Gevið gætur: Hevur tú ein av pakkunum, ið ikki síggjast omanfyri, verður tú sjálvvirkandi flutt/ur í annan pakka. Data fleks Data Fleks er eitt øðrvísi internet hald, har tú einans skal gjalda fyri hvønn dag, netið verður brúkt. Hetta haldið hóaskar seg serliga væl til summarhúsini, bátin ella campingvognin. Mánaðargjald: 25 krUm nýtsla er: 20 kr pr./dag Umframt hetta er leigugjald fyri farnet beinaran. Er ikki umfata av ‘Royn frítt í 30 dagar’. Bílegg her Hvat Farnet skal eg velja? Frítt Farnet – Um tit eru fleiri í húskinum, har øll stroyma sjónvarp, youtube, netflix, tónleik og annað. Eingin avmarking. 500 GB – Til minni húski ella einstakling, har ið avmarkað nýtsla er til dagligt. 75 GB – Til tín, ið hevur sera avmarkaða nýtslu so sum at lesa tíðindi, hyggja eftir styttri filmsbrotum og ringir/skrivar til familju og kenningar. Hvat brúka ymisku tænasturnar á netinum pr. mánaða? Stroyma filmar (2 tímar um dagin) – 150 til 200 GB/mðn.Gaming (1 tíma um dagin) – 3 til 12 GB/mðn.Stroyma tónleik, ljóðbøkur vm. (2 tímar um dagin) – 6 til 10 GB/mðn.Vitja heimasíður, teldupost vm. (1 tíma um dagin) – 1 til 2 GB/mðn. Nýtslan er ógvuliga ymisk í ymiskum húsarhaldum og eru omanfyri metingar einans ein meting, ið er sera tengd at hvørjar tænastur tú nýtir, og hvussu góðskan á filmi og tónleiki er. Tískil skal fyrivarni takast fyri hesum metingum. Les meir um Farnet frá Nema Farnet frá Nema Onnur tíðindi

Nema søkir eftir handilsleiðara

Ert tú ein eldsál við áhuga fyri sølu, fólki og at geva kundum eina góða uppliving? Droymir tú um at leiða ein av teimum mest spennandi og fjølbroyttu handlunum í Føroyum? Vit leita eftir einum handilsleiðara, sum kann taka ábyrgdina fyri Nema-handlunum í Tórshavn og í Klaksvík. Tín leiklutur Sum handilsleiðari hjá Nema ert tú altíð tætt við kjarnuna av okkara sølu og tænastu. Tú verður tann, ið tryggjar, at bæði okkara handlar og nethandil koyra við somu Nema-orku, og at vit møta kundunum við einum smíli og við einum “ JA! ” hugburði. Tú kemur at Stýra og røkja dagliga raksturin av handlinum í Havn, arbeiðistíðin er frá 09.30-17.30 Ganga á odda í sølu, við góðum yvirliti yvir vørur, prísir og handilsátøk Leiða eitt toymi av lærlingum og handilsfólki – og tryggja trivna, upplæring og motivatión Taka ábyrgd fyri tænastustøðið, ið vit veita í handlum okkara Saman við marknaðardeildini tryggja kappingarført, sjónligt og livandi úttrykk í handlunum og á nethandlinum Fáa ábyrgd fyri verkstaðnum, nethandlinum og tænastustøðinum – við menning fyri eyga. Vit leita eftir tær sum Brennur fyri sølu, leiðslu og góðari tænastu Hevur skil fyri handilsdrivnum KPI’um og dugir at arbeiða sjálvstøðugt Er jalig/ur, málsøkin og dugir at seta seg í støðuna hjá kundanum Hevur royndir innan handil, kundatænastu, sølu ella leiðslu – við rætta hugburði og ágrýtni Dugir at hugsa um dagligu uppgávurnar, leiðslu, strategi og framtíð. Vit bjóða tær Eitt ábyrgdarfult og fjølbroytt starv í einum dynamiskum og livandi arbeiðsumhvørvi Møguleikan at seta tín dám á hvussu Nema-handilarnir upplivast Tætt samstarv við okkara deildir innan marknaðarførslu, innkeyp, KT-sølu og kundatænastu Møguleikan at leiða eitt toymi, sum hevur funnið seg væl til rættis í okkara “JA”-mentan Starvsfólkaágóðar og løn eftir avtalu. Tíni høvuðsábyrgdarøki Handil & Søla: Útsýni, príslegging, søluátøk og dagføringar Lærlingar: Leiðsla, trivnaður, upplæring og coaching Nethandil: Koordinatión, tilboð og trygd fyri, at alt hongur saman Forvitin? So ring ella skriva til Tóka Ellefsen á Brúgv, privatkundastjóra, á 502017 ella teb@nema.fo. Umsókn Send okkum tína umsókn og viðkomandi skjøl í seinasta lagi týsdagin 22. apríl 2025. Søk starvið her

Nema bjóðar til hugna í Kafé Fríðu

Í samband við Faroese Music Awards, bjóða Nema og Kafe Fríða til eina hugnaliga løtu í Kafé Fríða á Biskupstorginum í Klaksvík. Tiltakið er ókeypis og fyri øll, bæði tey, ið hava atgongumerki til FMA og tey, ið ikki hava. Kafé Fríða vísir FMA á stórskíggja.  Vit bjóða bobblir og brellbitar. Guðrið Hansdóttir kemur at spæla nøkur løg og fleiri góð 2 fyri 1 tilboð vera í barrini. Skráin fyri kvøldið Kl. 18.30 Dyrnar lata upp, og vit bjóða bobblir og brellbitar  Kl. 19.00 Guðrið Hansdóttir framførir Kl. 19.30 Tey, ið hava atgongumerki til FMA fara yvir í Varpið kl. 20.00 FMA verður víst á stórskíggja Barrin er opin alt kvøldið og tilber at keypa nógv góð 2 fyri 1 tilboð. Fylg við á sosialum miðlum So sært tú altíð tey nýggjastu 2 fyri 1 tilboðini, fær kunning um kundatiltøk, og møguleikan at luttaka í eina rúgvu av kappingum. Sí fleiri 2 fyri 1 tilboð


Fleiri greinar