Onki úrslit
Undanfarna síða
Search by
Næsta síða

KT-support lærlingur

Søkt verður eftir einum KT support lærlingini til Kt-deildina hjá Nema. Ynskir tú avbjóðingar og persónliga menning, og brennir tú fyri at kunningar tøkni og at hjálpa øðrum, so ert tú kanska rætta fólkið til starvið.


Um starvið

Tú verður partur av einum toymi, sum veitir Kt-tænastur til fyritøkur og stovnar. Tú sleppur at taka ábyrgd eftir áhuga og førleika, og tú verður við í alskyns uppgávum so sum kt-support, netumsiting, levering av kt útgerð og nógvum øðrum spennandi uppgávum.

Arbeiðstíðin er 40 tímar um vikuna. Skúlagongdin í lærutíðini er í Danmark. 

Um teg

Tú hevur góðan læruhug og vísir opinleika og forvitni. Tú ert eisini fyrikomandi og málsøkin og kanst arbeiða sjálvstøðugt líka væl sum í toymi. Tú dugir at samskifta bæði skrivliga og munnliga, og tær dámar at skapa varandi sambond, ið gagna bæði kundanum og Nema.

Vit bjóða

Eitt gott, fjølbroytt og spennandi starv í einum professionellum umhvørvi, har tú fært møguleikar at menna teg persónliga og fakliga og sleppur at seta tíni fingramerki á arbeiðsdagin. Tú fært eina skipaða lærutíð, og tú fært uppgávur og ábyrgd í samsvari við tínar vaksandi førleikar. Løn og setanartreytir sambært sáttmála.

Vil tú vita meira

Set teg í samband við Frankie Jensen, KT stjóri, á tlf: 502090 ella fje@nema.fo.

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Umsóknirnar vera viðgjørdar so hvørt, so tað er bara at skunda sær!


Fleiri greinar