iPhone 17 røðin
Undanbílegg nú
Familjuhald
Frí tala og SMS í Føroyum
Nema útlond
{{ roamingPrice }} kr./mðn.
{{ formatPrice(totalPrice) }} kr.
/mðn.
* Minsti prísur er {{ formatPrice(calculateMinPrice()) }} kr. Við stovnan rinda nýggir kundar fyri dagar, sum eru eftir í verandi mánaða. Eftirfylgjandi rindar kundin fullan mánaðarligan prís.
2 fyri 1 appin
Sum fartelefonkundi hjá Nema kanst tú, við 2 fyri 1, bjóða onkrum eina beyglu, ein kaffimunn, við í biograf ella okkurt heilt annað. Tú ‘keypir 1 og fært 1 ókeypis‘.

Stovna hald frá Nema í Elding
Stovna tær telefon- ella Farnet hald, frá Nema, í Elding handlunum og fá avsláttur av øllum vørum. Tú kanst stovna haldið samstundis sum tú skalt keypa tína vøru, og harvið verður avslátturin beinleiðis trektur av tínum keypi.
Treytir – Avslátturin er bert galdandi við einum nýstovnaðum haldi frá Nema og um stovningin er gjørd í einum Elding handli. Binditíð: 6 mðr.

Væl afturkomin
Beyglan, frá Kafé Kaspar er aftur á 2 fyri 1 appini

Nema Útlond
Minst til at tendra, tá tú fert at ferðast.

Stovna Nema hald
Vit bjóða tær eitt hald og tænastur í serflokki. Okkara starvsfólk sita klár at bjóða tær vælkomnum og vísa á fyrimunirnar við einum haldi frá Nema.


Mítt Nema
Ómakaleys og trygg tænasta, har tit sjálvi hava ræðið á nýstlu og samanseting av haldum.

Farnet
Fleiri velja sær eisini farnet heldur enn breiðband heima, tí tað er skjótt og lætt. Eingir káplar, ongan montør, einki kopargjald og eingin bíðitíð.


Tíðindi

Nýggjur KT-trygdarleiðari hjá Nema
Nema hevur sett Ara Torkilsson Johannesen í starv sum leiðara fyri KT-trygd. Við hesum verður verandi arbeiðið við KT-trygd styrkt og ment enn meira, soleiðis at Nema framhaldandi kann tryggja kundum tryggar og álítandi loysnir. Krøvini til KT-trygd økjast støðugt, og Nema hevur í fleiri ár arbeitt miðvíst við at menna mannagongdir, politikkir og innanhýsis eftirlit. Nú verður hetta arbeiðið styrkt við einum serligum leiðara, ið skal hava heildarábyrgd á økinum og tryggja, at Nema altíð er á odda innan KT-trygd. Í nýggja leiklutinum fer Ari, saman við leiðsluni, at røkja bæði innanhýsis og uttanhýsis uppgávur. Tað fevnir m.a. um at tryggja, at arbeiðsgongdir og skipanir hjá Nema fylgja teimum krøvum, sum verða sett í vinnuni, og at kundarnir fáa bestu ráðgeving og vernd í einum alsamt meira talgildum heimi. Ari er 28 ára gamal. Umframt ymiskar arbeiðsroyndir í Føroyum og í Danmark, hevur Ari eina masterútbúgving frá DTU við serkunnleika í nettrygd. Hann kemur við drúgvum royndum, bæði úr Føroyum og uttanlands. Hetta gevur honum sterkan fakligan grundvøll at byggja víðari á tað týdningarmikla arbeiðið, ið longu verður gjørt hjá Nema. – “Eg gleði meg at byrja í Nema og leggja mítt íkast til at menna og styrkja KT-trygdina. Økið er í støðugari menning og hevur stóran týdning fyri bæði fyritøkur og samfelagið. Við mínum royndum vil eg arbeiða málrættað við at tryggja góðar innanhýsis mannagongdir og samstundis veita kundunum ráðgeving, sum kann gera teir tryggari og meira tilreiðar í einum alsamt meira talgildum umhvørvi”, sigur Ari Torkilsson Johannesen. Ari byrjar í starvinum 1. oktobur.

Nema stuðlar – GameJam
GameJam – eitt íkast til føroysku spælivinnuna. Farna vikuskifti, dagarnar 5.-7. septembur, var árliga og afturvendandi tiltakið GameJam á skránni, og aftur í ár vóru vit hjá Nema ernir stuðlar til tiltakið. Endamálið við GameJam er at menna og styrkja føroysku spælivinnuna. Sum KT-fyritøka ynskja vit at eggja til nýhugsan og menning á økinum, og tí eru vit sera fegin um at kunna taka lut og leggja okkara íkast til hetta týdningarmikla tiltakið. Hvat er GameJam? GameJam er eitt altjóða kent konsept, har luttakararnir fáa stutta tíð – vanliga 48 tímar – til at menna eitt nýtt spæl. Tá tiltakið byrjar, verður eitt evni avdúkað, og tað verður brúkt sum grundarlag í menningararbeiðinum. Hetta merkir, at hugskot, spæl, og prototypa skulu skapast og latast inn innan ásettu freistina. Evnini eru ymisk frá ári til ár, men verða ofta hildin einføld og breið. Í ár var evnið Fløkja. Aftur í ár var luttakaratalið stórt og nógv áhugaverd og ymisk spøl spurdust burturúr, bæði telduspøl og borðspøl. Á myndini omanfyri síggjast vinnararnir, ið vunnu kappingina av telduspølum.

Cesar salat frá Hotel Brandan er aftur
Nú kanst tú aftur eta 2 fyri 1 Cesar salat í hugnaligu lobbykaféini Landmark á Hotel Brandan. Tú kann velja millum Cesar salat við høsnarunga ella falaffel. Tilboðið er galdandi allar gerandisdagar frá 12.00 – 14.00. Cesar salat Ein góð salat smakkar bara enn betri, tá ið hon verður etin saman við øðrum. Bjóða einum, ið tú ert góð/ur við, eina Cesar salat á miðmála frá Hotel Brandan. Tilboðið er galdandi mánadag til fríggjadag millum kl. 12 – 14. Fylg við á sosialum miðlum So sært tú altíð tey nýggjastu 2 fyri 1 tilboðini, fær kunning um kundatiltøk, og møguleikan at luttaka í einari rúgvu av kappingum. Heinta 2 fyri 1 appina her Øll kunna taka 2 fyri 1 appina niður á telefonina. Fyri at nýta 2 fyri 1 tilboðini,mást tú verða Nema telefonkundi og rita inn við tínum fartelefonnummari.

Kom í biograf hvønn dag í septembur
Sum nakað nýtt kunnu allir 2 fyri 1 kundar nú njóta gott av biografinum hvønn dag í septembur. Tú keypur eitt atgongumerki og vit rinda fyri hitt. Tú avgreiðir keypið sum vant inni á heimasíðuni www.bio.fo og tøppar inn avsláttarkotuna, ið liggur á 2 fyri 1 appini. Minst til! Tilboðið er galdandi fyri allar sýningar, tó undantikið filmar frá Filmsfelagnum. Eitt úrval av septemburskránni Ternet Ninja 3 Set teg afturá og njót triðja og seinasta filmin um puntutu ninjadukkuna, ið altíð er til reiðar at berjast fyri rættvísi og sleppa sær undan trupulleikunum – á sín heilt serliga hátt. The Roses Handan leiktjøldini av friðsælu og kærleika fjalir hjúnarbandið seg, ið stendur á eggini til ruðuleika. The Roses er søgan um, tá ið kærleiki verður til kríggj. Hjem kære hjem Ein innilig og ektað frásøgn um, hvat hendir, tá ið ein ikki megnar at veita umsorgan fyri teimum menniskjunum, man elskar. Fylg við á sosialum miðlum So sært tú altíð tey nýggjastu 2 fyri 1 tilboðini, fær kunning um kundatiltøk, og møguleikan at luttaka í eina rúgvu av kappingum. Sí fleiri 2 fyri 1 tilboð

Prísbroytingar í talutíðarhaldum
1. oktobur 2025 koma prísbroytingar í talutíðarhaldum í gildi. Tú kanst síggja verandi og dagførdu prísirnar niðanfyri. Hesar prísbroytingarnar eru viðkomandi fyri teg, ið nýtir talutíð. Við talutíð á telefonini hevur tú fult tamarhald á tínum telefonútreiðslum. Tað kann loysa seg at hava talutíð, um tú ikki tosar nógv í telefon, men bert hevur tørv á, at onnur kunnu fáa fatur á tær. Prísirnir at ringja og SMSa til Onnur lond er óbroyttur. Les meira um talutíð her Onnur tíðindi

Beyglan frá Kafe Kaspar er aftur
Kafe Kaspar hevur fleiri góð tilboð á 2 fyri 1 appini. Vit kenna Smoothie og Beygluna, ið altíð hitta, men sum nakað nýtt kanst tú eisini fáa 2 fyri 1 Café Latte. Beygla Hvønn mánadag til hósdag millum kl. 14-17 kanst tú keypa eina valfría beyglu frá Kafe Kaspar og fáa eina ókeypis. Gerandisdagurin koyrir aftur sum vant hjá teimum flestu og Beyglan er somuleiðis aftur úr summarfrí! Á 2 fyri 1 appini kanst tú aftur bjóða einum, ið tú ert góð/ur við, eina beyglu frá Kafe Kaspar. Café Latte Nú kann kaffiløtan gerast tvífalt betri, tí við 2 fyri 1 appini kanst tú keypa tveir Café Latte frá Kafe Kaspar, men bert rinda fyri tann eina. Tilboðið er galdandi hvønn mánadag til hósdag millum kl. 14-17. Smoothie Hvønn mánadag til hósdag millum kl. 14-17 kanst tú keypa ein Smoothie frá Kafe Kaspar og fáa ein ókeypis. Njót leskiliga Smoothie’in við jarðber, tranaberdjús og appilsinjuice, ið bæði hóskar seg til stutta steðgin ella afturvið eini máltíð. Fylg við á sosialum miðlum So sært tú altíð tey nýggjastu 2 fyri 1 tilboðini, fær kunning um kundatiltøk, og møguleikan at luttaka í einari rúgvu av kappingum. Heinta 2 fyri 1 appina her Øll kunna taka 2 fyri 1 appina niður á telefonina. Fyri at nýta 2 fyri 1 tilboðini,mást tú verða Nema telefonkundi og rita inn við tínum fartelefonnummari.

Stovukonsert við Beinir
STOVUKONSERTIN ER ÚTSELD Nú hava teir fyrstu 25 Nema kundarnir møguleika at bjóða onkrum við til eina inniliga stovukonsert við Beinir. Konsertin verður tann 11. september kl. 19.30 í einari hugnaligari stovu í Hoyvík. Møtt verður á parkeringsplássinum uttanfyri hoyvíkshøllina kl 19.30, og síðan fylgjast vit til stovuna, har Beinir fer at framføra. Tað einasta tú skalt gera er at møta upp, so syrgja vit fyri góðum tónum, hugna og onkrum leskiligum afturvið. Keyp eitt atgongumerki fyri 150 kr. krónur og fá tvey. Minst til, at tað ræður um at skunda sær, tí tað eru bert 25 tey fyrstu, ið hava møguleika at bjóða onkrum við. Avmarking er á tvey atgongumerki pr. Nema kunda. Sí fleiri góð 2 fyri 1 tilboð her

Tillagingar av telefonhaldunum til vinnuna
Vit hava dagført prísirnar á nøkrum av okkara telefonhaldum – bæði haldið við 32 GB og haldið við Fríum Data hevur dagførdar prísir. Tú kanst síggja øll haldini og dagførdu prísirnar her Prísir eru uttan mvg. Frí tala og frí SMS hevur eitt ‘fair usage’ mark á 20 tímum og 2000 sms.Somuleiðis hevur evropapakkin eitt ‘fair usage’ mark á talu (40 tímar) og GB (50). Tosa til og í útlandinum Ringir tú ofta til útlandið, ella ert tú ofta uttanlands í arbeiðsørindum? Við Evropa og Umheiminum kanst tú brúka telefonina sum heima og taka títt data við tær. Talan er avmarkað til 20 tímar um mánaðin, og hereftir rindar tú vanligar uttanlands prísir. Tú kanst nýta títt íroknaða data í útlandinum. Um tú fert uppum tína ásettu internetnýtslu í Føroyum, veksur tín loyvda nýtsla sjálvvirkandi við 1000 MB fyri kr. 55,- fyri verandi mánað. Sí hvørji lond eru við í Evropa og Umheiminum í listanum niðanfyri. Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum Les meir um telefonhald til Vinnuna Les meira Onnur tíðindi

Nýggjur nethandil til vinnuna
Vit eru sera fegin at kunna boða frá, at okkara nýggi nethandil er klárur. Nú verður tað lættari enn nakrantíð at bíleggja vørur, halda yvirlit og fáa góð tilboð. Áðrenn tú kanst nýta nethandilin, mugu vit upprætta ein brúka til tín og/ella tína fyritøku. Tí vilja vit heita á teg um at fylla út teigarnar, so vit kunnu skráseta teg/tína fyritøku og geva tykkum atgongd. Fyll út teigarnar niðanfyri Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum Onnur tíðindi

Marknaðarfólk til Nema
Ert tú kreativ/ur og brennir fyri marknaðarføring? Vit leita eftir einum kreativum og ágrýtnum starvsfelaga til okkara marknaðartoymi. Okkum tørvar ein, ið ynskir at brúka sínar kreativu førleikar og sum vil gerast partur av einum toymi, har tað hendir nógv í senn. Starvið Talan er um eitt fulltíðarstarv við sæti á kontórinum hjá Nema í Havn. Tú verður partur av marknaðardeildini, har nýskapan er lyklaorðið. Marknaðardeildin røkir hópin av uppgávum, ið snúgva seg um beinleiðis marknaðarføring, produktmenning og ymisk átøk á netinum, sosialum miðlum o.s.fr. Tínar uppgávur fara m.a. at fevna um at: Framleiða lýsingar til sosialar miðlar. Framleiða tekstir til heimasíðu, tíðindabrøv o.s.fr. Hugskotsmenning og átøk At hjálpa til við at skipa fyri tiltøkum og átøkum. Um teg Tú hevur áhuga fyri og/ella royndir við sosialum miðlum Tú dugir væl at skriva og samskifta Tú ert kreativ/ur og dámar at hugskotsmenna Tú ert jalig/ur og sjálvstøðug/ur Tú hevur hug at læra Viðkomandi útbúgving er ein fyrimunur men ikki eitt krav. Vit bjóða Eitt gott, fjølbroytt og spennandi starv í einum professionellum umhvørvi Møguleika fyri persónligari menning, har tú kanst seta tín dám á arbeiðsdagin Eitt spennandi og læruríkt starv við fjølbroyttum uppgávum Eina rúgvu av starvsfólkafyrimunum Løn eftir avtalu. Nema Nema er ein av størstu heildarveitarum innan kunningar- og samskiftistøkni í Føroyum. Her starvast á leið 75 fólk í Havn og Klaksvík, og virksemið er nógv vaksandi á fleiri økjum. Á Nema er eingin dagur eins. Forvitin? Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Tóka Ellefsen á Brúgv, privatkundastjóra, á tlf. 502017 ella senda ein teldupost til teb@nema.fo Umsóknir Umsókn við viðkomandi skjølum skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 11. Juli. 2025. Samrøður verða hildnar leypandi. Søk starvið her