Vinn eina hondbóltsferð fyri tvey
Nú kunnu øll royna
2 fyri 1 appina

Familjuhald
Frí tala og SMS í Føroyum
Nema útlond
{{ roamingPrice }} kr./mðn.
{{ formatPrice(totalPrice) }} kr.
/mðn.
* Minsti prísur er {{ formatPrice(calculateMinPrice()) }} kr. Við stovnan rinda nýggir kundar fyri dagar, sum eru eftir í verandi mánaða. Eftirfylgjandi rindar kundin fullan mánaðarligan prís.
Stovna hald frá
Nema í Elding
Stovna tær telefon- ella Farnet hald, frá Nema,
í Elding handlunum og fá avsláttur av øllum vørum.

Royn Frítt Farnet
í 30 dagar
Beinarin krevur bert eina stikkkontakt.

Nethandil
Tíðindir

Tíðindaskriv frá Nema til privatkundar
Hjá Nema hava vit altíð fingurin á pulsinum. Vit leggja nógva orku í at skapa meirvirði og góðar upplivingar fyri okkara kundar. Tað snýr seg einfalt um, at tú altíð fært meira enn bara eitt telefonhald, tá tú ert kundi hjá Nema. Seinastu árini hava vit gjørt nógvar íløgur og við framgongd fylgja eisini nakrar prístillagingar. Prístillagingar eru ein natúrligur partur av arbeiðinum at tryggja dygd, menning og størst møguligt virði fyri tykkum sum kundar. Alt hetta kanst tú lesa um í hesum tíðindaskrivinum. Nýtt á 2 fyri 1 Við 2 fyri 1 appini fært tú dupult so nógv fyri pengarnar, og møguleikan at spara eina rúgvu av pengum. Tað merkir í stuttum, at tú fært meira gleði burturúr tí, tú longu rindar fyri. Vit miðja altíð eftir at økja um úrvalið á appini, bæði frá nýggjum og verandi veitarum. 2 fyri 1 tiltøk við nærveru 2 fyri 1 appin leggur upp til nærveru á ymsar hættir. Regluliga skipa vit fyri tiltøkum, har allir 2 fyri 1 brúkarir kunnu njóta eina góða løtu saman við einum, ið tey eru góð við. Millum fyriskipaðu tiltøkini kunnu vit nevna Undirgrund-konsertina við Swangah, undanfrumsýningin av It Ends With Us í Havnar Bio, hugnaligu stovukonsertina við Beinir, biografsýningin av føroyska barnafilminum Palla Halaleysa og hugnaløtan í Café Fríðu í samband við árliga tónleikatiltakið FMA. Stórar árligar kappingar við 2 fyri 1 Síðsta summar vóru vit í gávuhýri og burturlutaðu eina ferð fyri tvey til London, við uppihaldi og 5000 kr. í lummapeningi. Vinnarin av kappingini gjørdist Annbjørg Abrahamsen. Fyrr í ár høvdu vit eisini eina kapping um eina nátt fyri tvey í svituni á Hotel Brandan við morgunmati, tríggjar rættir á Húsagarði, einum tíma í hitapotti umframt eina perlandi gávu. Vinnarin av tí kappingini gjørdist Miriam Borg. Vinn eina hondbóltsferð fyri tvey Nú hava vit aftur sett hol á eina kapping. Hesuferð er møguligt hjá 2 fyri 1 brúkarunum at vinna eina ferð fyri tvey til Oslo. Flogferðaseðlar, uppihald á 4 stjørnaðum hotelli og atgongumerki til hondbóltsdystirnar hjá Føroyum, eru partur av vinninginum. Vit kasta lut millum øll tey, ið nýta 2 fyri 1 appina frá 15. oktobur til og við 30. novembur. Les meira Okkara kundar hava longu spart yvir 900.000 krónur! Við 2 fyri 1 appini hava kundar hjá Nema longu spart meira enn 900.000 krónur við at njóta góðu tilboðini og upplivingarnar, ið appin bjóðar. Tú kann eisini taka appina niður í dag og byrja at spara upp á alt tað stuttliga. Heinta 2 fyri 1 appina Íløgur, ið muna Nema er sterkari Vit hava lagt nógva orku í at gera Nema sterkari, og seinastu árini hevur Nema gjørt fleiri stórar íløgur – bæði í tøkni, menning og tænastur. Hetta fyri at tryggja, at tú sum kundi altíð hevur eina góða, støðuga og modernaða uppliving. Tá Nema gjørdi íløgur í at styrkja netið, var tað ein stór og týðandi avgerð fyri okkum sum fyritøku. Mastrarnar hjá Nema vórðu niðurlagdar, og nýggja netið er við til at tryggja kundum okkara eitt betri og meir álítandi samband. Hetta var ikki bara ein teknisk avgerð, men ein langtíðar íløga í dygd, trygd og betri tænastu. Nýggjur nethandil Ein av nýggjaru íløgunum er okkara spildurnýggi nethandil. Við nýggja nethandlinum bjóða vit kundum okkara túsundtals vørur, alt frá teldum og telefonum til tilhoyr og hentari tøkni. Nýggi nethandilin tryggjar eisini, at okkara kundar fáa besta prísin. Hetta er eitt týðandi stig í arbeiðinum um at gera upplivingina hjá okkara kundum einfaldari, greiðari og meira gagnliga. Nethandil Prístillagingar Við fleiri nýggjum og stórum íløgum, fleiri tiltøkum, betri tíðum og tilboðum á 2 fyri 1 appini, umframt framgongd á fleiri økjum, fylgja eisini ávísar prístillagingar. Tillagingarnar eru ein natúrligur partur av arbeiðinum at tryggja dygd og menning soleiðis, at vit framvegis kunnu bjóða tykkum bestu tænasturnar, nýggjastu loysnirnar og mest virði fyri pengarnar. Frá 1. desembur 2025 verða hesar prístillagingar framdar: Summi Einstaklingahald lækka við 10 kr. um mðr. Summi Familjuhald hækka millum 14 kr. til 77 kr. um mðr. Summi Farnethald hækka millum 2 kr. til 50 kr. um mðr. Gevið gætur, at hesar broytingar raka ymiskt, alt eftir hvat hald tú hevur. Spurningar? Hevur tú spurningar til títt telefonhald ella annað, ert tú vælkomin at ringja á tlf: 202020

Tíðindabræv – Oktobur 2025
Eftir hálvstuttan steðg í summar seta vit nú aftur hol á tíðindabrøvini, ið serliga eru ætlað vinnuni.Vit síggja stóra menning í vinnulívinum, har tøkni og trivnaður ganga hond í hond. Í hesum høpi eru vit fegin um at boða frá, at Nema nú umboðar Kyocera í Føroyum – eitt samstarv, sum gevur nýggjar møguleikar til dygd, trygd og burðardygd í dagliga rakstrinum. Kyocera Sum nøkur av tykkum kanska longu vita, so hava vit hjá Nema nú undirskrivað sáttmála við altjóða framleiðaran Kyocera, sum merkir, at vit nú er einaveitarar av Kyocera printarum og prentloysnum í Føroyum. Framyvir fært tú sostatt allar Kyocera-prentloysnir, tænastur og stuðul beinleiðis frá Nema – við føroyskum fakfólki, skjótari hjálp og tryggari ráðgeving. Okkara dugnaliga toymi hevur í sama viðfangi lokið Kyocera-skeiðið og eru sostatt góðkendir seljarar og tøkningar. Kyocera er kent um allan heim fyri sína høgu góðsku, haldføru loysnir og grønu hugsan, og saman við Nema verður tryggjað, at føroyskar fyritøkur og stovnar fáa prent- og dokumentloysnir, sum eru bæði dygdargóðar og burðardyggar. Nethandilin Á nethandlinum finnur tú flest alt innan KT-útgerð, printarar, tónarar, teldlar, telefonir, tilhoyr og aðrar snildar loysnir, ið gera arbeiðsdagin lættari. Stovnar tú teg harafturat sum vinnubrúkara, verður innkeypið enn lættari at avgreiða. Trýst á leinkið niðanfyri ella støkk inn á gólvið á Smyrilsvegi 5 í Havn ella Klaksvíksvegi 80 í Klaksvík. Vitja nethandilin Stovna teg sum vinnubrúkara Windows 10 Frá 14. oktobur 2025 gevur Microsoft ikki longur dagføringar ella trygdarviðgerðir til Windows 10. Hetta merkir, at teldur, sum framvegis brúka Windows 10, kunnu verða meiri útsettar fyri trygdarálopum og feilum, tí skipanin ikki verður viðlíkahildin longur. Vit vilja tí mæla tykkum til at flyta yvir á Windows 11 ella keypa eina nýggja teldu, sum hevur nýggjastu stýrisskipanina. Tað tryggjar, at tú framvegis fært nýggjastu førleikarnar og verju móti trygdarálopum. Vinnukagin gevur fyritøkum møguleika at hava tamarhald á sínum fjarskiftisloysnum frá Nema.Har ber til at umsita hald og brúkarar sjálvi – stovna, broyta ella sløkkja, tá tørvur er á – og fáa alt samlað á einum stað. Dagføringar í Vinnukaganum Vit hava gjørt Vinnukagan enn smidligari við nýggjum hentleikum og betringum, sum gera umsitingina skjótari og lættari: Yvirlit yvir datanýstlu Fráboðar óvirkin hald aftaná 3 mánaðar Betra um trygdina Ymsar feilrættingar Ynskja tit at hoyra meir um Vinnukagan? Fyll teigarnar út niðanfyri, og vit seta okkum í samband við tykkum skjótast gjørligt. Nýggjastu vørurnar frá Apple fáast hjá Nema Set teg í samband við okkum Annað nýtt frá Nema

Heimsins besta kotilett í Føroyum á 2 fyri 1
Vit kunnu nú reypa av, at Nema og Irish pub hava gjørt eitt samstarv, og tí eru fleiri góð 2 fyri 1 tilboð nú at fáa í Irish pub. Nú kanst tú nemliga fáa 2 fyri 1 av bæði Fiskaflak & kips og Svínakotilett í Irish pub. Tilboðini eru galdandi fleiri dagar um vikuna og breiða yvir fleiri tíðarskeið á degnum. Svínakotilettin frá Irish Pub Tann vælkenda kotilettin frá Irish pub er nú partur av 2 fyri 1 tilboðunum á appini. Allir dagar í vikuni, uttan fríggjadag, frá kl. 18.00 – 20.00 kanst tú keypa eina Svínakotilett við kips, sóvs og reyttkál frá Irish pub og fáa eina ókeypis. Fiskaflak og kips frá Irish Pub Fisk og kips er vælumtókt millum føroyingar og tað kann hugsast at koma av, at rætturin sameinar okkara egnu fiski mentan við bretsku matsiðvenjuna. Fiskaflak við kips er sjálvsagt at fáa hjá Irish Pub í Havn. Allir dagar í vikuni, uttan fríggjadag, frá kl. 15.00 – 17.00, kanst tú keypa Fiskaflak við kips og remulátu frá Irish pub og fáa eina ókeypis. Fylg við á sosialum miðlum So sært tú altíð tey nýggjastu 2 fyri 1 tilboðini, fær kunning um kundatiltøk, og møguleikan at luttaka í eina rúgvu av kappingum. Heinta 2 fyri 1 appina her Øll kunna taka 2 fyri 1 appina niður á telefonina. Fyri at nýta 2 fyri 1 tilboðini,mást tú verða Nema telefonkundi og rita inn við tínum fartelefonnummari. Sí fleiri 2 fyri 1 tilboð

Vinn eina hondbóltsferð fyri tvey til Oslo
Vit eru í gávuhýri, og nú kanst tú vinna eina hondbóltsferð, fyri tvey, til Oslo. Talan er um eina pakkaferð frá 62 norð, ið hevur virði á 23.000 kr. Tann hepni vinnarin fær bæði Flogferðaseðlar beinleiðis úr Føroyum til Oslo og heim aftur, hotel uppihald í dupultkamari á 4 stjørnaða Radison Blu Plaza og atgongumerkir til dystirnar hjá Føroyum. Hvørjaferð tú gagnnýtir eitt tilboð á 2 fyri 1 appini, fært tú ein seðil við í lutakastið. Jú oftari tú nýtir tilboðini á 2 fyri 1, jú størri gerst kjansurin at vinna. Øll tey, ið nýta 2 fyri 1 appina frá 15. oktober til og við 30. november 2025 eru við í lutakastinum. Treytir – Ferðin er beinleiðis úr føroyum til Oslo 14. januar 2026 kl. 07, og heimferðin úr Oslo 22. januar 2026 kl. 07. Talan er um gisting í dupultkamari. Tað ber ikki til at býta vinnningin um við reiðan pening. Nú kunnu øll royna2 fyri 1 appina Nú hava øll, ið hava eitt føroyskt telefon nummar møguleika at stovna ein brúkara á 2 fyri 1 appini. Nema telefonkundar hava óavmarkaða atgongd til tilboðini á 2 fyri 1, men nú kunnu onnur eisini royna appina. Hevur tú annan telefonveitara enn Nema, kanst tú royna appina í 30 dagar, og í hesar 30 dagarnar fáa ágóðan av tveimum 2 fyri 1 tilboðum. Tak 2 fyri 1 appina niður í dag 2 fyri 1 tilboð

Brandan burgarin á 2 fyri 1
Nú er vælumtókti Brandan burgarin vorðin ein partur av 2 fyri 1 appini. Eitt gott miðmála tilboð í hugnaligu lobbykaféini, Landmark, á Hotel Brandan. Tú fært ein saftigan burgara við knasandi góðum kipsi og dippi, og tá tú nýtir 2 fyri 1 appina, fært tú tveir burgarar fyri prísin av einum. Tað merkir, at tú kanst bjóða onkrum við, einum vini, familjulimi ella einum starvsfelaga og fáa eina hugnaliga løtu mitt á degnum. Tí tilboðið er galdandi allar gerandisdagar frá 12.00 – 14.00. Brandan Burgarin Ein góður burgari smakkar enn betri, tá hann verður etin saman við øðrum. Bjóða einum, ið tú ert góð/ur við, til miðmála á Hotel Brandan. Tilboðið er galdandi mánadag til fríggjadag millum kl. 12 – 14. Fylg við á sosialum miðlum So sært tú altíð tey nýggjastu 2 fyri 1 tilboðini, fær kunning um kundatiltøk, og møguleikan at luttaka í einari rúgvu av kappingum. Heinta 2 fyri 1 appina her Øll kunna taka 2 fyri 1 appina niður á telefonina. Fyri at nýta 2 fyri 1 tilboðini,mást tú verða Nema telefonkundi og rita inn við tínum fartelefonnummari. Sí onnur 2 fyri 1 tilboð

Palli Halaleysi á 2 fyri 1
Nú hava Nema telefonkundar møguleika at bjóða onkrum við í biograf í heystfrítíðini til Palla Halaleysa. Sýningin verður hósdagin 16. oktobur kl. 13, og atgongumerkini eru longu komin til sølu. Svenski klassikarin um Palla Halaleysa frá 2020 byggir á kendu barnabøkurnar hjá Gösta Knutsson, sum komu út frá 1939 til 1972, og snýr seg um tann góðsliga kettlingin við ongum hala. Filmurin hevur einki aldursmark, og hann egnar seg tí væl til øll børn og barnsligar sálir. Og tað besta av øllum er, at hann sjálvsagt er á føroyskum. Seinastu tíðina hevur Kringvarp Føroya arbeitt við at týða, taka upp og leggja føroyskar røddir á filmin. Á heimasíðuni hjá Kringvarpinum stendur at lesa, at føroyska framleiðslutoymið hevur lagt stóran dent á gott føroyskt mál. Tí tosa allar løður og frensar, hundar og onnur djór í filminum føroyskt — við okkara egna málføri. Palli Halaleysi er norðoyingur, og tað eru bæði bóndin og revurin eisini. Í stórbýnum eru tilflytarar úr øllum landinum, eins og vit kenna tað her heima — bæði úr Suðuroy, Vágum, Sandoynni, Nólsoy og eisini úr Havn. Filmurin líkist eisini einum sangleiki, tí fleiri sera góðir sangir eru við, sum vit kunnu gleða okkum til at hoyra. Ynskja tit at keypa 2 fyri 1 atgongumerki til sýningina, so er bara at koma á gátt í Nema handlinum, annaðhvørt í Havn ella í Klaksvík, og ogna tær tykkara atgongumerki. Við í prísinum er barnamenu við popkorn og sodavatn. Heinta 2 fyri 1 appina her Øll kunna taka 2 fyri 1 appina niður á telefonina. Fyri at nýta 2 fyri 1 tilboðini,mást tú verða Nema telefonkundi og rita inn við tínum fartelefonnummari.

Øll børn hava nú sama trygga KT-net í skúlanum
Í novembur 2021 skrivaðu Durita Tausen, varastjóri á Gjaldstovuni og Gudny Langgaard, stjóri í Nema, undir avtalu um útgerð og veitingar til Skúlanet, og nú er hetta arbeiðið loksins komið á mál. Hetta merkir sostatt, at allir næmingar og lærarar í Føroyum nú hava sama trygga og vælvirkandi KT-net í skúlanum. Skúlanet veitir net, KT-skipanir, trygd, teldur og brúkarahjálp til næmingar, lærarar og fyrisiting og er tí ein týðandi partur av heildarætlanini fyri undirvísingarstovnar. Allar skipanir og alt net eru savnað í eina felags loysn, sum lýkur trygdarkrøv og gevur bæði stórum og smáum skúlum javnbjóðis møguleikar. Hetta tryggjar lærarum álítandi amboð at arbeiða við og gevur næmingum eitt støðugt og trygt KT-umhvørvi í skúlanum. Við einum miðsavnaðum rakstri verður KT einfaldari og tryggari, og fólkaskúlin tekur samstundis enn eitt stig inn í ta talgildu framtíðina.

Katrin á Fløtti Jacobsen 20 ára starvsdag
Í heili 20 ár hevur Katrin verið partur av fyritøkuni, sum vit í dag kenna sum Nema. Katrin er forritari og hevur í nógv ár arbeitt við skipanunum Nema løn og Lundanum. Katrin er vælgerðin, dugnalig, fitt og álítandi. Hjá Katrin koyrir alt eftir bókini og hon gevst ikki fyrr enn málið er loyst. Vit takka Katrini fyri hennara ískoytið tey seinastu 20 árini. Vit eru heppin og takksom fyri, at Katrin er í starvi hjá okkum og vit vóna, at hon verður verandi í nógv ár afturat.

Nema er fyrst við iPhone 17
Nú eru fyrstu telefonirnar í iPhone 17 røðini komnar til Føroya, og tær eru sjálvsagt lendar í Nema handlunum. Tey, ið hava undanbílagt fáa boð skjótast tilber. iPhone 17 røðin Apple hevur kunngjørt fýra nýggjar telefonir í Iphone 17 røðini. Iphone 17, Iphone Air, Iphone 17 pro og Iphone 17 Pro Max. Felags fyri øll modellini er, at tær hava fingið skjótari A19-chip, 120Hz ProMotion-skíggjar, nýggja iOS 26 og eitt 24 MP frontkamera. Eisini hava tær allar USB-C og MagSafe-løðing upp til 50W, sum ger, at telefonin løðir skjótari. Fyri at taka samanum iPhone 17: Ein góð telefon, við góðum skíggjaupplivilsi og kamera. iPhone 17 Air: Sera brúkaravinarlig, tun og løtt við stórum skíggja. iPhone 17 Pro: Premium-modellið, ið er ein kraftmikil telefon, við nýggjum kamerafunkum og harðari byggisniði. iPhone 17 Pro Max: Full Pro uppliving men við størri skíggja og einum battaríið, ið heldur betur. Ynskir tú eina ávísa telefon úr iPhone 17 røðini, er enn møguligt at bíleggja. Bílegg her

Nýggjur KT-trygdarleiðari hjá Nema
Nema hevur sett Ara Torkilsson Johannesen í starv sum leiðara fyri KT-trygd. Við hesum verður verandi arbeiðið við KT-trygd styrkt og ment enn meira, soleiðis at Nema framhaldandi kann tryggja kundum tryggar og álítandi loysnir. Krøvini til KT-trygd økjast støðugt, og Nema hevur í fleiri ár arbeitt miðvíst við at menna mannagongdir, politikkir og innanhýsis eftirlit. Nú verður hetta arbeiðið styrkt við einum serligum leiðara, ið skal hava heildarábyrgd á økinum og tryggja, at Nema altíð er á odda innan KT-trygd. Í nýggja leiklutinum fer Ari, saman við leiðsluni, at røkja bæði innanhýsis og uttanhýsis uppgávur. Tað fevnir m.a. um at tryggja, at arbeiðsgongdir og skipanir hjá Nema fylgja teimum krøvum, sum verða sett í vinnuni, og at kundarnir fáa bestu ráðgeving og vernd í einum alsamt meira talgildum heimi. Ari er 28 ára gamal. Umframt ymiskar arbeiðsroyndir í Føroyum og í Danmark, hevur Ari eina masterútbúgving frá DTU við serkunnleika í nettrygd. Hann kemur við drúgvum royndum, bæði úr Føroyum og uttanlands. Hetta gevur honum sterkan fakligan grundvøll at byggja víðari á tað týdningarmikla arbeiðið, ið longu verður gjørt hjá Nema. – “Eg gleði meg at byrja í Nema og leggja mítt íkast til at menna og styrkja KT-trygdina. Økið er í støðugari menning og hevur stóran týdning fyri bæði fyritøkur og samfelagið. Við mínum royndum vil eg arbeiða málrættað við at tryggja góðar innanhýsis mannagongdir og samstundis veita kundunum ráðgeving, sum kann gera teir tryggari og meira tilreiðar í einum alsamt meira talgildum umhvørvi”, sigur Ari Torkilsson Johannesen. Ari byrjar í starvinum 1. oktobur.


