Keyp røttu útgerðina frá okkum
Vit hava stórt úrval av teldum og tilhoyri frá nøkrum av fremstu vørumerkjunum so sum Dell, Apple, Microsoft, HP og Lenovo. Vælkomin inn í handil okkara í Tórshavn ella Klaksvík, ella ring til okkum á tlf. 20 20 20.
Vit ráðgeva tær fegin, so tú fært røttu útgerðina til tín tørv, og leggja serligan dent á at veita eina góða tænastu, so tú altíð kennur teg í tryggum hondum.
Niðanfyri kanst tú lesa meira um hvørji vørumerki vit umboða innan teldur og útgerð.
Spyr bara
Ver vælkomin at ringja 20 20 20 ella støkka inn á gólvið hjá okkum í Tórshavn, Saltangará ella Klaksvík.
Dell
Dell borgar fyri góðsku. Vit hava í nógv ár umboða Dell og hava stórt úrval av teldum, skíggjum og tilhoyri. Vælegnað til alt frá arbeiðsbrúk, skúlabrúk, heimabrúk og gaming.
Vit hava alt frá lítlum og løttum farteldum at ferðast við, til stórar og smidligar skíggjar og dokkstøðir til skrivstovuna heima, sum tú kanst seta fartelduna til.

Apple
Apple brúkarar eru tilvitaðir um sína vøru. Mac teldur eru einfaldar og snøggar, og tryggleiki og verja av tínum persónligu dátum er í hásæti. Harafturat spæla allar eindirnar í Apple vistskipanini altíð væl saman. Mac-teldan, iPhone, iPad, Apple Watch – alt hongur saman.
Hjá okkum fært tú allar vørurnar í Apple vistskipanini.

Lenovo
Lenovo bjóðar eina breidd av teldum til alt frá løttum heimabrúki til kravmikið arbeiði.

HP
Teldur frá HP eru vælegnaðar til flytiliga arbeiðsplássið.
