Innrita á títt Telavox
Tak appina niður
Meira avrik og minni fyrisiting
Telavox hevur alt, tær tørvar, til lætt samskifti og samstarv við kundar og starvsfelagar. Skipanin savnar telefoni, kontaktmiðstøð, vekslara, innanhýsis boð og fundir alt í somu cloud loysn. Hon koyrir á øllum pallum, á øllum eindum, allastaðni. Skipanin er bílig og uttan stovningarkostnað.
Nýggja Telavox tænastan hjá Nema er ein vekslaraskipan, ið er sera væl skikkað til alskyns virksemi. Hon roynist sera væl hjá bæði smærri og størri fyritøkum, ið hava tørv á at røkja telefonavgreiðslu.

Bið um framløgu
Tú nýtist bert at fylla út teigarnar, og síðan setur eitt av okkara sølufólkum seg í samband við teg sum skjótast.
Tit kunnu sjálvandi fáa framløguna, har ið tykkum lystir, og til ber eisini at fáa frágreiðing umvegis telefon.
Tit fáa tá eina góða og greiða gjøgnumgongd av skipanini, øllum fyrimununum við henni, og hvussu hon kann tillagast júst til tykkara tørv.

Alt tær tørvar, til lætt samskifti við kundar og starvsfelagar

Skræddaraseymaðar loysnir
Ongar fyritøkur eru eins. Loysnin, við hópi av hentleikum, verður skræddaraseymað júst til tykkara.

Víðaristilla frá fartelefonini
Víðaristilling og umsiting av vekslara á fartelefonini.

Snild hagtøl á fartelefonini
Fá innlit í tínar køir og síggj, hvussu nógv køll verða svarað, og hvussu long bíðitíðin er.

Støðumynd / telefonlisti
Skjótt at síggja, um starvsfelagar eru upptiknir í telefon ella á fundi.

Møguleiki uttan borðtelefon
Spar borðtelefonina burtur. Við Telavox appini kanst tú svara, víðaristilla og annað á telduni.

Brúkaravinarligt
Lætt at nýta og seta í verk. Nemt at umsita ringibólkar.
Hoyr hví hesar fyritøkur valdu Telavox
Ókeypis Telefonfundir á Telavox

Ókeypis Telefonfundir á Telavox
Tað er ókeypis og ómakaleyst at fundast á Telavox, bæði umvegis video og telefon. Einasta krav til fundirnar er, at stovnarin hevur ein Telavox brúkara.
- Fundast við upp til 250 fólki á telefonfundinum og 10 á videofundinum.
- Deil skjøl og skermmyndir.
- Møguligt at samansjóða við Microsoft Teams.
- Fundast við starvsfólk og viðskiftafólk uttan meirkostnað.
Soleiðis virka telefonfundir:
- Fundarinnkalling verður send frá Telavox appini.
- Luttakarar fáa innbjóðing við telefonnummari og kotu.
- Luttakarar ringja á telefonnummarið og tøppa kotuna inn.
Við Telavox telefonfundum kunnu luttakarar í útlondum eisini vera við.
Luttakarin skal bert ringja á føroyska nummarið 89 00 00 og skriva kotuna til fundin.
Onnur lond kunnu síggjast her: https://telavox.com/conference-numbers/
Lætt og einfalt.