Skerimaskinur frá Dahle
Skerimaskinurnar frá Dahle hjálpa tær, tá ið tað verður ov krevjandi at brúka saks. Hevur tú nógv pappír, ella skal tað bara skerast beint og neyvt, er gott at hava eina góða skerimaskinu.
Spyr bara
Ver vælkomin at ringja 20 20 20 ella støkka inn á gólvið hjá okkum í Tórshavn, Saltangará ella Klaksvík.
Guillotinuskerimaskinur
Hetta slagið av skerimaskinu hevur eitt einstakt blað, ið sker allan bunkan í einum høggi. Tær fáast í ymsum støddum og við ymsum hentleikum, men hava tó allar tað í felag, at trygdin er í lagi. Tær eru útgjørdar við verju, soleiðis at knívsblaðið bara kemur fram við sjálva skeringina.

Rulliskerimaskina
Rulliskerimaskinurnar fáast í stórum úrvali av stødd, heilt frá smáum hobbystøddum til heilar borðlongdir. Sum við guillotinumaskinunum er trygdin eisini raðfest her, og á teimum stóru er knívurin í plasthylki.
