Skrivstovulutir Laminering Makulering Labelling Skering Innbinding Talvur

Laminering

So halda pappírini longri

Tær vælumtóktu lamineringsmaskinurnar frá Leitz fáast í trimum røðum, ið allar eru góðar til hvør sín tørv. Við teimum kanst tú laminera skjøl, myndir og visittkort. Er tilfarið laminerað, heldur tað longri og kann til dømis hanga uttanfyri. Allar røðirnar fáast í A3 og A4, og vit selja bæði maskinur og plastlummar.

Spyr bara

Ver vælkomin at ringja 20 20 20 ella støkka inn á gólvið hjá okkum í Tórshavn, Saltangará ella Klaksvík.

Til smærri skrivstovur og heimið

Er tørvurin ikki so stórur, er henda maskinan akkurát fyri. Hon hóskar best til tunt pappír, og um úrslitið ikki skal vera so sterkt ella tjúkt plast.

Til størri skrivstovur og hóvliga nýtslu

Laminerar tú regluliga, er hendan maskinan skjót og góð. Hon er einføld og løtt at stýra, og tekur fleiri tjúkdir av papíri og plasti, so til ber at laminera í ymiskum góðskum.

Til professionella nýtslu

Skalt tú laminera nógv, og skal tað ganga skjótt, er henda lamineringsmaskinan ivaleyst besta valið. Tað tekur bara ein minutt at hita hana upp, og hon stillar seg sjálv inn eftir pappírinum, so tú ikki skalt fortelja henni, hvussu tjúkt pappírið er.

Ring 20 20 20

Far til vinnu