Hav skil á tingunum
Um tað er til heimið ella arbeiðsplássið, so kann tað altíð vera hent at kunna seta merkiseðil á eitthvørt fyri at halda skil á. Labelmaskinurnar frá Dymo eru her ein sera einfaldur máti at gera tínar egnu merkiseðlar. Tað kann vera alt frá kryddaríkrukkum í skuffuni til hillar á goymsluni, ella meðan tú ert í ferð við at montera eitthvørt á byggiplássinum. Vit selja eisini tilfar til maskinurnar, so tú altíð kanst koma og keypa meira.
Spyr bara
Ver vælkomin at ringja 20 20 20 ella støkka inn á gólvið hjá okkum í Tórshavn, Saltangará ella Klaksvík.
Til privata nýtslu
Skal tað vera lætt og bara til at brúka heima, er tann handhildni prentarin besta loysnin. Tak hann við tær í húsunum og prenta so hvørt, tú skalt brúka ein merkiseðil. Set merkiseðil á leikur, fløgur, skáp, skuffur … allastaðni har tú vilt.

Til professionella nýtslu
Set dymoprentaran til telduna og prenta flottar merkiseðlar til eitt nú kontórið, permur á skjølum ella adressuna á einum brævi, tú skalt senda. Tað sær snøgt og flott út.

Til yrkisnýtslu
Tær serligu maskinurnar í Rhino-røðini frá Dymo eru serliga gjørdar til handverkarar og líknandi. Hendan maskinan brúkar serstakliga haldgott tilfar, ið klistrar á allar flatur. Tær eru harðførar, men viga lítið og eru lættar at hava við sær.
