
Netløn lætt og skjótt

Hví velja Netløn?
Netløn er ein nýmótans lønarskipan, ið ger tað lætt og skjótt at avgreiða lønarviðuskifti á netinum.
Við Netløn er tað einfalt at gera lønarseðlar, skráseta starvsfólk og samstundis tryggja tær og tínum starvsfólkum, at lønarseðlar, útgjald og frádráttir eru røtt.
Skipanin er sprotin úr Nema Løn, ið er mest nýtta lønarskipanin á føroyska marknaðinum. Skipanin avgreiðir yvir 18.000 lønarútgjaldingar um mánaðin.
Netløn er serliga ætlað til smærri fyritøkur við bæði fast- og tímaløntum starvsfólkum, ið vilja hava eina bíligari og einfaldari loysn.
Prísir
Prísur úr: (íroknað 3 løntakarar)
299 kr/mðr
Gjald pr. eftrifylgjandi lønarseðil:
29 kr/mðr
Bílegg framløga

Lætt og skjótt at koma ígongd
Vit hjálpa tær við uppseting og skiftið frá aðari skipan til Netløn. Soleiðis at tú kemur skjótt og lætt ígongd

1,2,3 og so aftur til arbeiðis
Einki roks og fajs brúka tíðina uppá tað tú tímur og dugir best, og lat okkum um rest

Trygdin og tænastan í hásætið
Vit hava tey royndastu mennarnir og supportarnir á økinum, og vit gera alt fyri at veita tær tí bestu tænastuna

Hentleikar
- Elektroniskar lønarseðlar við telduposti
- Lønarhagtøl
- Starvsfólkayvirlit og lønaryvirlit
- Skabilónir til lønarflytingar
- Sjálvirkandi dagføring av lønarsáttmálum
- Einfalt og skjótt at koma í gongd

Heildarloysn til tykkara umsiting
Við at brúka fleiri av okkara KT-skipanum, fáa tit eina skræddaraseymaða heildarloysn til alla tykkara fíggjar- og lønarumsiting. Skipanirnar eru tætt integreraðar í hvørja aðra, so dátur ferðast lættliga millum skipanirnar. Harafturat kunnu allar trygt hýsast hjá okkum, og tit fáa samlaða tænastu á einum stað.
Harafturat kunnu vit bjóða eina størri heildarloysn til allan tykkara KT tørv m.a. við Office 365, hýsing, Journalskipan, HR-skipan, prent og kopi, teldum og útgerð, servarum, goymslu, net og trygd.