Nema LUNDIN Nema LØN Nema TÍÐ Nema STARV Nema JOURNAL Netløn

Nema TÍÐ | stempulskipan

Hví velja Nema TÍÐ?

Við Nema TÍÐ ber til hjá fyritøkum og stovnum at halda skil á arbeiðstíðini hjá starvsfólki – bæði tímaløntum og fastløntum. Skipanin er føroysk ment og tískil skræddaraseymað til føroyska marknaðin.

Nema TÍÐ heldur m.a. skil á:

  • Nær starvsfólk møta og fara heim
  • Hvar starvsfólk eru, og hvat tey gera
  • Hvørji eru møtt, og hvørji ikki
  • Nær fólk eru í feriu, avspáka ella eru sjúk
  • Um talan er um vanliga tíð, yvirtíð ella vaktarbeiði
  • Um fastlønt fólk hava yvirtíð og/ella feriu til góðar
  • Um starvsfólk arbeiða fulla tíð ella stytta tíð
  • Hvat ymisku arbeiðini kosta eitt ávíst tíðarskeið
  • Hvørjir tímar kunnu fakturerast víðari til kundar
  • Øllum sáttmálum á arbeiðsmarknaðinum
  • Árskalendara, ið heldur skil á feriudøgum og halgidøgum pr. sáttmála.

Skipanin kann vera partur av einum heildarpakka við øðrum skipanum frá Nema, men kann eisini integrerast við aðrar bókhaldsskipanir eitt nú við at stempla tímar inn á sakir.

Lyklatøl

Umleið 80 føroyskar fyritøkur og stovnar brúka Nema TÍÐ.

Kostnaður úr 835 kr/mðr uttan MVG.

Umbið framløgu

Grundpakkin

Starvsfólk kunnu skráseta sína tíð á ymiskan hátt, alt eftir ynski og
tørvi hjá kundanum t.d. umvegis:

  • Vanligar teldur
  • Serteldur við fingraskíggja, ið tolir vatn, skitt og salt
  • Teldlar – við ella uttan 4G
  • App á fartelefonum
  • Web síðu umvegis browsara
  • Eisini ber til at innlesa stemplingar umvegis Excel

Heildarloysn til tykkara umsiting

Við at brúka fleiri av okkara KT-skipanum, fáa tit eina skræddaraseymaða heildarloysn til alla tykkara fíggjar- og lønarumsiting. Skipanirnar eru tætt integreraðar í hvørja aðra, so dátur ferðast lættliga millum skipanirnar. Harafturat kunnu allar trygt hýsast hjá okkum, og tit fáa samlaða tænastu á einum stað.

Harafturat kunnu vit bjóða eina størri heildarloysn til allan tykkara KT tørv m.a. við Office 365, hýsing, Journalskipan, HR-skipan, prent og kopi, teldum og útgerð, servarum, goymslu, net og trygd.

Okkara kundar siga…

Vit fingu okkum Nema LØN og Nema TÍÐ í 2016 afturat Lundanum, so vit nú hava eina heildarloysn frá Nema. Hetta hevur gjørt okkara arbeiði lættari og effektivari. Starvsfólk stempla tímar og tilfar inn á sakir, ið tey arbeiða við, og so verða rokningar og lønir gjørdar upp talgilt. Skipanirnar eru lættar at brúka og hava vit trupulleikar ringja vit og fáa hjálp beinanvegin.

John Mikkelsen, stjóri

Elektrikkarin

Vit brúka Lundan, LØN og TÍÐ frá Nema og hava hesar gjørt arbeiðsdagin munandi lættari, samstundis sum vit hava spart fitt av tíð og peningi. Vit hava í nógv ár brúkt Lundan, men skuldu í 2016 velja eina nýggja og meira tíðarhóskandi heildarloysn. Vit valdu eina heildarloysn frá Nema og tað eru vit sera væl nøgd við. Vit eru glað fyri at nýta lokalar føroyskar loysnir og at hava føroyingar at tosað við.

Frimodt Rasmussen, stjóri

Klaksvíkar Sleipistøð

Íløgan vit gjørdu í Nema LØN og Nema TÍÐ varð longu væl og virðiliga spard innaftur sama ár, tí vit hava spart munandi í bæði umsiting og tímum. Áðrenn skrivaðu mennirnir tímaseðlar og alt mátti skrásetast manuelt. Nú stempla fólk og fáa løn fyri reellu tímarnar tey arbeiða, og vit sleppa frá at skráseta nakað manuelt. Alt er tí nógv skjótari, lættari og rættari í dag. Er okkurt at spyrja um ringja vit til Nema, sum hevur veitt eina sera góða tænastu.

Marni F. Joensen, fyrisitingarleiðari

Oilwind

Royn Nema TÍÐ

Ynskir tú at vita meira um skipanina ella síggja eina demo?
So er at seta seg í samband við okkum ella bíleggja eina framløgu.

Ring 20 20 20

Far til vinnu