Nema LUNDIN Nema LØN Nema TÍÐ Nema STARV Nema JOURNAL Netløn

Nema STARV | HR-skipan

Hví velja Nema STARV?

Við Nema STARV ber til at savna øll starvsfólkaviðurskifti á einum stað. Harvið slepst undan at leita í ringbindum ella í mappum á telduni eftir upplýsinum. Skjótt og lætt er stovna nýggj starvsfólk og at leggja øll viðkomandi skjøl í skipanina m.a. umvegis teldupost.

Eisini er lætt at fáa fullfíggjað yvirlit yvir øll persónsdata hjá starvsfólkum og um neyðugt strikað hesi. Hetta kann verða eitt sera hent amboð í sambandi við nýggju persónsdatalógina (GDPR).

Starvsfólkini eru týdningarmesta tilfeingi fyri fyritøkuna, tí tað eru starvsfólkini, ið skapað úrslit. Við Nema STARV fáa tit amboðið at røkja starvsfólkini, soleiðis at tey kunnu trívast og mennast.

Kostnaður

Úr 578 kr/mðr uttan MVG.

Umbið framløgu

Væl nøgdir kundar

Betri yvirlit

  • Øll starvsfólk við útgreinaðum upplýsingum
  • Upplýsing yvir avvarandi
  • Hvør arbeiðir hvar og undir hvørjum
  • Rundar føðingardagar, merkisdagar ella starvsdagar við áminning í góðari tíð
  • Hvør hevur fingið útgerð, klæðir, lyklar vm
  • Skeið við fráboðan um nær hesi skulu endurnýggjast
  • Útbúgvingar, førleikar og arbeiðsroyndir hjá starvsfólkum
  • Starvsfólkasamrøður og kunning
  • Setanarsáttmálar og starvsaldur
  • Barsils- og sjúkrafarloyvi
  • Felags viðurskifti t.d. starvsfólkahandbók og politikkir
  • Hagtøl sum t.d. aldurs- og kynsbýti
  • Útskriftir, ið eisini lætt kunnu flytast til csv, excel ella PDF

Prísbygnaður

Prísbygnaðurin er settur saman í pakkar út frá tali av løntakarum. Brúkarar kunnu stovnast sum admin brúkarar, deildarleiðarar ella vanligur brúkari, ið bara hevur atgongd til egin viðurskifti.

Príspakkarnir eru soleiðis settir saman:

  • Lítil – við upp til 30 løntakarum
  • Miðal – við upp til 100 løntakarum
  • Stórur – við upp til 200 løntakarum
  • Mega stórur – við óavmarkaðum tali av løntakarum

Heildarloysn til tykkara umsiting

Við at brúka fleiri av okkara KT-skipanum, fáa tit eina skræddaraseymaða heildarloysn til alla tykkara fíggjar- og lønarumsiting. Skipanirnar eru tætt integreraðar í hvørja aðra, so dátur ferðast lættliga millum skipanirnar. Harafturat kunnu allar trygt hýsast hjá okkum, og tit fáa samlaða tænastu á einum stað.

Harafturat kunnu vit bjóða eina størri heildarloysn til allan tykkara KT tørv m.a. við Office 365, hýsing, Journalskipan, HR-skipan, prent og kopi, teldum og útgerð, servarum, goymslu, net og trygd.

Royn Nema STARV

Ynskir tú at vita meira um skipanina ella síggja eina demo?
So er at seta seg í samband við okkum ella bíleggja eina framløgu.

Ring 20 20 20

Far til vinnu