Nema LUNDIN Nema LØN Nema TÍÐ Nema STARV Nema JOURNAL Netløn

Nema LUNDIN | bókhaldsskipan

Hví velja Lundan?

Nema LUNDIN er ein nútímans bókhaldsskipan, ment av føroyingum til føroyska marknaðin.

Grundpakkin í Lundanum nøktar tørvin hjá flestu smáu fyritøkum í Føroyum. Og so hvørt tørvurin veksur, ber til at byggja uppí við eyka modulum og brúkarum. Skipanin kann hýsast hjá okkum, so tykkara dátur altíð eru tryggar. Skipanin verður áhaldandi ment, so tit altíð hava eina tíðarhóskandi skipan.

Lyklatøl:

Fleiri enn 200 føroyskar fyritøkur brúka Lundan

Kostnaður úr 415 kr/mðr uttan MVG

Umbið framløgu

Grundpakkin

  • 1 brúkari
  • Kontolisti (óavmarkað)
  • Debitorar og kreditorar (óavmarkað)
  • Bókingar (óavmarkað)
  • Fíggjarætlan
  • Vørur og vørubólkar
  • Goymsluyvirlit
  • Stovna tilboð
  • Ordrar og fakturar
  • Rykkjarar
  • Søluhagtøl
  • Avroknað MVG
  • Útskriftir
  • Senda fakturar og kontoavrit við telduposti

Heildarloysn til tykkara umsiting

Við at brúka fleiri av okkara KT-skipanum, fáa tit eina skræddaraseymaða heildarloysn til alla tykkara fíggjar- og lønarumsiting. Skipanirnar eru tætt integreraðar í hvørja aðra, so dátur ferðast lættliga millum skipanirnar. Harafturat kunnu allar trygt hýsast hjá okkum, og tit fáa samlaða tænastu á einum stað.

Harafturat kunnu vit bjóða eina størri heildarloysn til allan tykkara KT tørv m.a. við Office 365, hýsing, Journalskipan, HR-skipan, prent og kopi, teldum og útgerð, servarum, goymslu, net og trygd.

Væl nøgdir kundar

Vit brúka Lundan, LØN og TÍÐ frá Nema og hava hesar gjørt arbeiðsdagin munandi lættari, samstundis sum vit hava spart fitt av tíð og peningi. Vit hava í nógv ár brúkt Lundan, men skuldu í 2016 velja eina nýggja og meira tíðarhóskandi heildarloysn. Vit valdu eina heildarloysn frá Nema og tað eru vit sera væl nøgd við.

Vit eru glað fyri at nýta lokalar føroyskar loysnir og at hava føroyingar at tosað við.

Frimodt Rasmussen

Klaksvíkar Sleipistøð

JFK samtakið íroknað Kósina nýtir Nema skipanir til alla fíggjarstýringina og tað eru vit væl nøgd við.

Lundin, Nema LØN og Nema TÍÐ riggað væl og eru einfaldar at brúka, og kundu vit ikki hugsað okkum nakað annað.

Tænastan frá Nema, hevur altíð verið sera góð. Ringja vit um eitthvørt verður vanliga svarað beinanvegin.

Markus Tummas á Gravarbø

JFK Samtakið

Nema skipanirnar eru lættar at fáast við og geva gott yvirlit. Tímaskrásetingin gevur okkum rættari tímanýtslu, samstundis sum allir tímar automatiskt verða skrásettir inn á rætt arbeiði. Hetta hevur spart okkum fitt av peningi og lætt munandi um fakturering og lønarumsiting, tí vit sleppa undan øllum manuellum arbeiði.

Tænastan frá Nema er góð. Tá vit ringja um okkurt, fáa vit vanliga svar beinanvegin.

Kjartan Hansen

Kanjon

Vit fóru frá manuellum pappírsarbeiði til at brúka Lundan við kassaskipan á vári 2017. Mestsum alt pappír er spart burtur, arbeiðið er effektivisera og hetta hevur givið okkum nógv betur yvirlit. Skipanin er einføld og løtt at arbeiða við, tá man hevur sett seg inn í tað.

Vit valdu at keypa føroyskt og eru væl nøgd við tænastuna frá Nema.

Øssur Andreasen

Tórshavnar Maskinhandil

Vit hava brúkt Lundan síðan 1984 og eru væl nøgd. Skipanin er ment nógv ígjøgnum árini, og passar best til okkara tørv í mun til størri útlendskar skipanir. Harumframt spara vit nógv í pappíri, tí nærum allar rokningar verða sendar talgilt í dag.

Vit brúka eisini kassaskipanina í Lundanum, og er tað lætt at avgreiða kundar, leggja vørur inn og rokna tilboð og prísir.

Trúgvi Joensen

Radiobúðin

Royn Nema LUNDIN

Ynskir tú at vita meira um skipanina ella síggja eina demo?
So er at seta seg í samband við okkum ella bíleggja eina framløgu.

Ring 20 20 20

Far til vinnu