Nema LUNDIN Nema LØN Nema TÍÐ Nema STARV Nema JOURNAL Netløn

Nema LØN | lønarskipan

Hví velja Nema LØN?

Nema LØN er mest nýtta lønarskipanin á føroyska marknaðinum. Fleiri fyritøkur og stovnar brúka skipanina til at avgreiða síni lønarviðurskifti t.d. kommunur, byggifyritøkur, bilasølur, fiskavirki, reiðarí, flutningsfyritøkur, sjálvsognarstovnar, el fyritøkur osfr.

Skipanin er ment av føroyingum til føroyska marknaðin, og er ment við tí endamáli at hjálpa fyritøkum og stovnum at avgreiða øll lønarviðurskifti so skjótt og væl sum gjørligt. Her verður m.a. hugsað um:

  • tíma- og mánaðarlønir
  • eftirlønir og frítíðarlønir
  • lønarseðlar við telduposti
  • lønaryvirlit við telduposti til fakfeløg
  • útreiðsluyvirlit við telduposti til ásettar deildir í fyritøkuni
  • dagføring av lønartalvum hjá øllum yrkisfeløgum

Skipanin kann hýsast hjá okkum, soleiðis at vit hava ábyrgd av KT-umhvørvinum og datatrygdini, og tit kunnu kenna tykkum tryggari. Skipanin verður eisini áhaldandi víðariment, so hon altíð lýkur tey krøv, ið marknaðurin setur.

Lyklatøl

Fleiri enn 300 føroyskar fyritøkur brúka Nema LØN.

Kostnaður úr 730kr/mðr uttan MVG.

Umbið framløgu

Grundpakkin

  • Upp til 20 løntakarar
  • 1 brúkari
  • 1 V-tal
  • Lønir (tíma- og mánaðarlønir)
  • Senda lønarseðil við telduposti
  • Senda lønaryvirlit til fakfeløg
  • Lønarhagtøl
  • Netbanka-integratión
  • Stemma lønir av við TAKS
  • Limagjald
  • Frádráttir
  • Eftirlønir og frítíðarlønir
  • Feria, avspáking og sjúka

Heildarloysn til tykkara umsiting

Við at brúka fleiri av okkara KT-skipanum, fáa tit eina skræddaraseymaða heildarloysn til alla tykkara fíggjar- og lønarumsiting. Skipanirnar eru tætt integreraðar í hvørja aðra, so dátur ferðast lættliga millum skipanirnar. Harafturat kunnu allar trygt hýsast hjá okkum, og tit fáa samlaða tænastu á einum stað.

Harafturat kunnu vit bjóða eina størri heildarloysn til allan tykkara KT tørv m.a. við Office 365, hýsing, Journalskipan, HR-skipan, prent og kopi, teldum og útgerð, servarum, goymslu, net og trygd.

Okkara kundar siga…

Vit fingu okkum Nema LØN og Nema TÍÐ í 2016 afturat Lundanum, so vit nú hava eina heildarloysn frá Nema. Hetta hevur gjørt okkara arbeiði lættari og effektivari.

Starvsfólk stempla tímar og tilfar inn á sakir, ið tey arbeiða við, og so verða rokningar og lønir gjørdar upp talgilt.

Skipanirnar eru lættar at brúka og hava vit trupulleikar ringja vit og fáa hjálp beinanvegin.

John Mikkelsen, stjóri

Elektrikkarin

Allar hýrur verða avgreiddar við Nema LØN. Línuskip og partrolarar nýta Avrokning, ið er partur av Nema LØN, meðan størru skipini harafturat nýta serligu Daglønarskipanina, ið eisini er partur av skipanini.

Skipanin er løtt at arbeiða við og í grundini “koyrir tað bara”. Hava vit spurningar ringja vit til Nema, ið eru serkøn innan allar løn- og hýrusáttmálar. Hava vit hugskot til tillagingar verður eisini lurtað eftir okkum.

Vit eru sera glað fyri tænastuna frá Nema, ið altíð hevur verið framúr!

Markus Tummas á Gravarbø, rakstrarleiðari

JFK Samtakið

Nema skipanirnar eru lættar at fáast við og geva góð yvirlit.

Tímaskrásetingin gevur okkum rættari tímanýtslu, samstundis sum allir tímar automatiskt verða skrásettir inn á rætt arbeiði. Hetta hevur spart okkum fitt av peningi og lætt munandi um fakturering og lønarumsiting, tí vit sleppa undan øllum manuellum arbeiði.

Tænastan frá Nema er góð. Tá vit ringja um okkurt, fáa vit vanliga svar beinanvegin.

Kjartan Hansen, stjóri

Kanjon

Vit hava brúkt Lundan og Nema LØN í fleiri ár og eru væl nøgd við skipanirnar. Skipanirnar eru hýstar hjá Nema og verða javnan dagførdar, soleiðis at vit altíð hava tíðarhóskandi skipanir.

Tænastan frá Nema er góð og hava vit serlig ynski til skipanina, siga vit frá og fáa tað ofta við í næstu slepping. Tað er stutt ímillum brúkara og mennara, og tað eru vit sera glað fyri.

Svenhild Breiðaskarð

RTS Contractors

Vit brúka Lundan, LØN og TÍÐ frá Nema og hava hesar gjørt arbeiðsdagin munandi lættari, samstundis sum vit hava spart fitt av tíð og peningi.

Vit hava í nógv ár brúkt Lundan, men skuldu í 2016 velja eina nýggja og meira tíðarhóskandi heildarloysn. Vit valdu eina heildarloysn frá Nema og tað eru vit sera væl nøgd við.

Vit eru glað fyri at nýta lokalar føroyskar loysnir og at hava føroyingar at tosað við.

Frimodt Rasmussen, stjóri

Klaksvíkar Sleipistøð

Royn Nema LØN

Ynskir tú at vita meira um skipanina ella síggja eina demo?
So er at seta seg í samband við okkum ella bíleggja eina framløgu.

Ring 20 20 20

Far til vinnu