Skíggjar til ymisk endamál
Um tað er til fundarhøli, skúlastovuna ella infoskíggjar á arbeiðsplássinum – so bjóða vit skermloysnir og ráðgeving til at nýmótansgera tykkara hølir. Í tøttum samráð við tykkum meta vit um tørvin og gera upplegg til hvør loysn er best hóskandi til tykkara tørv.
Spyr bara
Ver vælkomin at ringja 20 20 20 ella støkka inn á gólvið hjá okkum í Tórshavn, Saltangará ella Klaksvík.
Ymsar loysnir
Stórskíggjar
Ultimativa amboðið til fundarhølið ella skúlastovuna. Clevertouch stórskíggjarnir eru gjørdir av undirvísarum til undirvísarar og fáast í fleiri støddur – úr 55″ til 86″.
Hetta er ein touch-skíggi við eini rúgvu av interaktivum møguleikum. Vís framløguna upp á veggin ella brúka skíggjan sum eina talvu at tekna á – og goym alt, sum tú teknar upp á skíggjan.

Uppvørpur
Til størri hølir, har myndin skal vera meira enn 100″, veita vit uppvørpur og lørift í bestu góðsku. Harafturat ráðgeva vit tær, so tú fært útgerðina, ið passar best til høli.
Tað snýr seg nemliga ikki bara um at fáa einahvørja uppvørpu. Vit hugsa um støddina á vegginum, hvussu langt áskoðarar sita burturfrá og um serlig krøv til ljósstyrki, ljóð og livitíð.

Infoskíggjar
Við infoskíggjum á arbeiðsplássinum, skúlanum ella í støðum kring landið kanst tú gera kunning sjónliga uppá onga tíð. Við fjarstýring umvegis netið er tað lætt og ómakaleyst at umsita tínar infoskíggjar.
Vit veita dygdar skíggjar í ymsum støddum við tráðleysari stýring, mynd í høgari góðsku og gjørdir til at vera í gongd 16/7. Vanligir skíggjar eru nemliga ikki gjørdir til at vera í gongd allan dagin.
