Rætta prentloysnin sparir pengar
Rætta prentloysnin kann spara einari fyritøku nógvar pengar í longdini. Okkara ráðgevar kunnu koma út til tykkara fyritøku og gera eina nágreiniliga prent-analysu, soleiðis at tað er lættari at skræddaraseyma eina prentloysn eftir júst tykkara tørvi.
Vit hava drúgvar royndir við sølu, viðlíkahaldi og umvæling av kopimaskinum. Okkara tøkningar eru útlærdir og altíð kunnaðir um nýggjastu tøknina.
Ókeypis prent-greining
Hava tit røttu loysnina til tykkara tørv? Rinda tit ov nógv? Vit gera fegin eina ókeypis prent-greining fyri tykkum og ráðgeva tykkum um bestu loysnina.
Rætta loysnin til tykkara tørv
Stórar prentmaskinur
Keyp ella langleiga stóru prentmaskinuna frá okkum. Canon er ein av fremstu framleiðarum av kopimaskinum. Hevur tú tørv á litprenti, so eru Canon somuleiðis millum tey fremstu í heiminum.

Miðal prentarar
Hevur tú tørv á nógvum og skjótum prenti, uttan at tað skal fylla ov nógv? So kann ein miðalstórur prentari vera rætta loysnin. Kunnu eisini fáast við ymsum sermøguleikum. Vit umboða OKI, ið eru millum fremstu framleiðarar av prentloysnum í hesum klassanum.

Smærri prentarar
Fyri eina meira smidliga uppseting – t.d. ein smærri prentara við skriviborðið – so hava vit eitt úrval av ymsum smærri prentarum.

Tænastusáttmáli
Ger viðlíkahaldið munandi lættari við einum tænastusáttmála. So røkja okkara útlærdu teknikarar tykkara kopimaskinu. Hetta tryggjar longri livitíð á maskinuni.
Tænastusáttmálar verða gjørdir eftir tørvinum hjá hvørjum einstøkum kunda, og kunnu vera alt frá viðlíkahaldi til at skifta slitlutir og tónara. Maskinurnar boða sjálvar Nema frá, um okkurt er galið, um tónari er um at vera uppi ella annað. Hetta ger tað meiri ómakaleyst hjá tykkum. Hetta merkir eisini, at tit ikki fáa óvæntaðar útreiðslur, men vita júst, hvat prentnýtsla tykkara kostar.
Serloysnir
Hevur tú tørv á serloysnum? Spyr okkum, so vit kunnu ráðgeva tær um, hvør rætta maskinan er til tykkara tørv.
Hetta kundi verið til at prenta:
- Klistrimerkir
- Faldarar
- Bannarar
- Myndir