Knatt
Knatt er ein skipan, sum gevur skjótt yvirlit yvir hvar tykkara akfør og amboð eru stødd. Hetta kann hjálpa tíni fyritøku at spara tíð og at útnytta tykkara bilar, maskinur, bátar, skip, amboð og tól enn betur.
Um tú hevur 2 ella 200 bilar, so eru fyrimunirnir við Knatt teir somu.
Tú kanst:
fylgja øllum tykkara akførum á einum skíggja
rokna út meira effektiva koyring
útskriva rapportir t.d tímaseðlar
fáa alarmar, um eitthvørt óreglusemi
økja um effektivitet av vørusending og rakstri
fáa fráboðan um oljuskifti og viðlíkahald
fakturera eftir fjarstøðu ella hvussu leingi akfør hava verið hjá einum kunda
Innrita á Knatt skipanina

Knatt til bilar, maskinur og skip
Bilurin sendir eitt GPS signal til skipanina, sum fortelur hvar bilurin er, um hann er í gongd, hvønn veg hann koyrir og hvussu skjótt hann koyrir. Við hesum er lættari at finna útav, hvør bilur er tættast við, hvussu nógv bilarnir verða brúktir og útnytta tykkara akfør betur.
Skipanin kann eisini brúkast til maskinur, skip og bátar. Harafturat er møguleiki at kobla tól og amboð til skipanina, so tað altíð er lætt at finna tey amboðini, ið tú leitar eftir.
Knatt veitir eisini eina trygd, um akfør verða stolin. Tú kanst lættliga finna útav hvar tey eru og boða løgreglu frá.
Knatt hald
Yvirlit yvir akfør
Søgulig hagtøl
Koyribók
Verkstað
P.O.I
110 kr/mðr