Akustikkur Arkiv Borð Fundarhøli Gardinur Ljós Stólar Talvur

Talvur

Fá tey genialu hugskotini fram

Talvur og whiteboards kunnu brúkast til at útgreiða eina frágreiðing í fundarhølinum ella skúlastovuni, og sum uppslagstalva í gongini ella kaffistovuni. Harumframt leggja tey upp til ein frálíkan arbeiðshátt at fáa tey góðu hugskotini upp á veggin, so persónarnir í rúminum saman kunnu gjøgnumarbeiða tey.

Okkara whiteboards eru frá svenska Abstracta og fáast bæði sum vanligar talvur og uppvørputalvur. Magnetisku glastalvurnar eru frá vælumtókta danska merkinum Naga og fáast í fleiri ymiskum litum og støddum.

Spyr bara

Ver vælkomin at ringja 20 20 20 ella støkka inn á gólvið hjá okkum í Tórshavn, Saltangará ella Klaksvík.

Til stóra fundin

Hvíta, magnetiska whiteboard-talvan við einum eyka hentleika. Talvan er gjørd soleiðis, at tú kanst lýsa við uppvørpu á hana, uttan at ljósið verður kastað aftur í eyguni, so tey ikki troyttast.

Til stutt boð

Snøgga glastalvan við magneteffekt gevur tær møguleika at bæði skriva boð skjótt við Whiteboard-penni og heingja pappír upp. Vel millum fleiri litir, so hon riggar til títt umhvørvi. Fæst frá bæði Lintex og Abstracta.

Tú kanst eisini fáa eina klassiska uppslagstalvu, gjørd úr spønplátu, klødd antin í lørift, Event klæði ella gummiflatu við metalrammu. Vel millum fleiri litir og støddir.

Til frágreiðingar

Hvíta magnettalvan er vælegnað til eitt nú undirvísing og fundir, um okkurt skal illustrerast ella teknast upp. Kann eisini brúkast við uppvørpu, men mælt verður til bara at brúka stutt ljós. Fæst í fleiri ymsum støddum.

Hvíta magnettalvan fæst eisini við hjólum, so hon lættliga kan flytast úr rúmi í rúm uttan at skula heingjast upp hvørja ferð.

Veitarar

Ring 20 20 20 ella skriva til okkum

Spurningar um innbúgv?

Send boð

Ring 20 20 20

Far til vinnu