Serligt ynski ella serligan tørv?
Umframt stóra úrvalið av vørum frá okkara veitarum, hava vit eisini eina heilt serliga tænastu. Hevur tú eitt serligt ynski um pláss ella okkurt serstakt ynski um tilfar, hava vit eisini serinnbúgv, ið passar júst til tín.
Vit hava í fleiri ár havt tætt samstarv við eitt snikkaravirki, ið framleiðir innbúgv til kundar okkara. Dømi um serinnbúgv, vit hava veitt, er diskar til móttøkur ella fyrisiting.