
Hýsing
Vit bjóða brúkaravinarliga hýsing í føroyskum umhvørvi, sum er lagað eftir tínum ynski og tørvi.
Vit bjóða:
- Virkishýsing
- Applikatiónshýsing
- Telduposthýsing
- Nema Desk, skriviborð á netinum
- Nema-skipanir

Rakstur
Vit hava netumsitarar við drúgvum KT-royndum, ið hava viðkomandi útbúgving og førleika til at avgreiða KT-infrasktruktur.
Vit kunnu átaka okkum heilt ella partvís at reka KT eftir tínum tørvi. Hetta fevnir m.a. um:
- Net
- Trygd
- Klientar
- Print/kopi
- Servararúm
- 24/7 tænastu
- Daglig eftiransan við skjótari svartíð

Servarar og goymsla
Skalt tú hava ein servara, eina storage-loysn ella eitt virtuelt umhvørvi? Vit umboða og hava selt Dell og HP í mong ár og eru tí Dell Preferred Partner og HP Silver Partner.
Vit kunnu gera eina tørvslýsing og skræddaraseyma eina loysn til tín. Vit hyggja at verandi KT-infrastrukturi og tørvi við atliti at tykkara ynski um framtíðina. Síðan byggja vit loysnina saman við tykkum. Tá ið tit hava valt loysnina, verður hon sett í verk.

Net og trygd
Vit hjálpa okkara kundum við at hava ein effektivan KT-infrastruktur við at skapa samanhang og virði millum allar datasentur-eindir.
Vit levera alt frá einstøkum lutum til at seta spildurnýggj datasentur í verk. Hetta inniber m.a.:
- Tryggja øll tíni data og forrit
- Off-site backup til egið føroyskt datasentur, her vit kunnu tryggja tíni data
- Skjótt og ómakaleyst Disaster Recovery
- Ráðgeving við at víðka, skifta úr ella keypa nýggja útgerð og loysnir
- Útgerð og skipanir til at reka net og trygd
Spyr bara
Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum. Ring tlf. 20 20 20 ella trýst niðanfyri fyri at senda okkum eini boð.