Onki úrslit
Undanfarna síða
Search by
Næsta síða

Viðskiftatreytir fyri fjarskiftistænastur hjá Nema.

Tá ið tú gerst kundi hjá Nema, eru niðanfyri nevndu reglur viðvíkjandi skyldum og krøvum okkara millum galdandi. Vit mæla til at lesa hesar, áðrenn farið verður at nýta tænasturnar. Hesar treytir eru galdandi, um eingin onnur avtala er gjørd.

1. Fjarskiftistreytir

Sum fjarskiftistænastuveitari veitir Nema fartelefon, fastnettelefon og internet og aðrar atknýttar tænastur. Hesar tænastur verða veittar ígjøgnum egið og alment landsumfatandi fjarskiftiskervi.

Viðskiftatreytirnar eru galdandi fyri allar fjarskiftistænastur, sum Nema veitir. Umframt almennu treytirnar kunnu sertreytir ásetast fyri tær einstøku tænasturnar.

2. Nema kundi

Treytin fyri at gerast Nema kundi er, at tú er myndig/ur ella løgfrøðiligur persónur, umframt at tú undirskrivar stovningarskjal hjá Nema. Bert myndug fólk kunnu gera bindandi avtalur.

3. Stovning

Tú kann bíleggja fjarskiftistænastur á tilmeldingarskjalinum, ið fæst á heimasíðuni hjá Nema, hjá søluumboðunum kring landið, ella á annan hátt, ið Nema ger av. Á tilmeldingarskjalinum verður skilað til, hvørja fjarskiftistænastu tú ynskir, harundir hald av eykatænastum v.m. Neyvar upplýsingar skulu gevast, so sum navn, bústaður, føðingardagur og v-tal, umframt at váttað verður, at tú ikki er í eftirstøðu við gjaldi til Nema. Um tú hevur eftirstøðu, verður hald ikki stovnað.

Verður hald stovnað, tá ið mánaðurin er byrjaður, verður mánaðargjaldið tillagað dagarnar, ið eru eftir av mánaðinum. Harumframt verða minuttir, SMS og GB somuleiðis tillagað mánaðargjaldinum. Vanliga ganga 1-2 yrkadagar at stovna fartelefon, fastnettelefon og breiðband. Í mesta lagi ganga 10 yrkadagar frá tí, at Nema hevur fingið tilmeldingarskjalið, til tænastan er klár.

4. Útgerð

Øll vanlig telefonútgerð kann nýtast. Gevið gætur, at myndugleikarnir seta krøv til útgerð. Hesar ásetingar skulu haldast, um ikki, er vandi fyri, at útgerð tygara kann elva til ólag á fjarskiftiskervinum, og tygum kunnu verða kravd eftir endurgjaldi.

5. Hjálp

Fráboðanir um ólag ella mistøk verða avgreiddar sum skjótast. Brek verða umvæld í vanligari arbeiðstíð. Harumframt kunnu bráfeingisboð leggjast á telefonsvararan á telefon 50 20 20.

Vinnukundar við vinnubreiðbandi eru í yvirvakingarskipan okkara, ið er nærri útgreinað í avtalu partanna millum.

6. Prísir

Listin yvir galdandi prísir á ymisku Nema-tænastunum er tøkur her á heimasíðuni, og fæst eisini við at venda sær til Nema á 20 20 20.

Prísirnir verða stundum broyttir. Príslækkingar kunnu fremjast uttan at boðað verður tygum frá. Um príshækkingar eru 10% ella meir yvir eitt tíðarskeið á 12 mánaðir, fært tú skrivliga fráboðan. Fráboðan um príshækking verður send í brævi ella telduposti. Er talan um minni broytingar verða hesar kunngjørdar í miðlunum ella á tygara mánaðarrokning. Vit boða frá avgerandi príshækkingum í minsta lagi ein mánað frammanundan.

Minuttavrokningin, á bæði fartelefon og fastnet, er fyri hvønn ásettan minutt, 60/60.

Datanýtsla á fartelefonini verður avroknað fyri hvørji ásettu 40 KB.

7. Nýtslutreytir

Fer nýtsluupphæddin upp um kr. 3000,- í einum mánaði, og annað ikki er avtalað, kann Nema krevja rokningina til gjaldingar beinanveg. Er hon ikki goldin innan 5 dagar, kann Nema steingja tænasturnar.

Rímilig nýtsla í útlandinum
Nema tilskilar sær rætt til at avmarka ella steingja fyri haldinum hjá brúkarum, ið nýta telefonina so nógv í útlandinum, at tað kann tulkast sum misnýtsla. Við misnýtslu verður meint, at ein brúkari áhaldandi brúkar telefonina í útlandinum í fleiri mánaðir út í eitt.

8. Gjaldstreytir

Vanliga gjaldsfreistin fyri haldaragjald er næst seinasta yrkadag í mánaðinum eftir, at rokningin er dagfest. Er samlaða upphæddin á rokningini minni enn kr. 300,- v/MVG., kann Nema velja at føra upphæddina til næstu mánaðarrokning.

Gjaldstreytir fyri vanlig keyp av vørum og tænastum uppá rokning, verða settar útfrá gjaldsháttinum*, ið er ávikavíst 7 og 14 dagar. Hetta er, uttan aðra avtalu, galdandi fyri fyritøkur. Privat kundar gjalda kontant ella við fígging.

Sambært rentulógini kann renta leggjast omaná, um rokning verður goldin ov seint. Nema kann krevja upp til kr. 100,- í avgreiðslugjaldi fyri rykkjara. Um ikki verður goldið rættstundis, kann Nema steingja tænasturnar uttan ávaring.

Rindar kundin bert ein part av skuldini, uttan at viðmerkja, hvat goldið verður fyri, skilar Nema sær rætt at nýta gjaldingina, so langt hon røkkur, í hesi raðfylgju: Rentur, áminningargjøld, stovningargjøld, føst gjøld, nýtslugjøld og onnur gjøld.

Er gjaldkomudagur halgidagur, leygardagur, sunnudagur ella annar almennur frídagur, verður freistin sett til gerandisdagin eftir. Nema heitir á tygum um at stovna eina sjálvvirkandi gjaldsavtalu við Nema á Gjaldsskipanini. Uttan hesa avtalu verður eitt gjald á kr. 49,- kravt inn.

Stovnan av trygd
Undir ávísum umstøðum kann trygd krevjast við stovnan av haldi. Trygdin skal verða annaðhvørt inngjald av depositum ella javngóð bankatrygd frá føroyskum peningastovni.

Umstøður har trygd kann krevjast, men ikki avmarkað til, eru:

Um Nema ikki hevur tikið sær rætt at søkja sær fulnað í trygdini innan eitt ár, fellur hon burtur.

9. Uppsøgn 

Kundi kann siga hald ella avtalu upp við í minsta lagi 10 daga varningi til eitt mánaðarskifti, uttan so at serlig avtala er gjørd um aðra uppsagnarfreist. Tó er hetta treytað av, at møgulig bindingstíð er av. Um ikki, kann haldið uppsigast við at rinda tað, sum er írestandi av bindingstíðini. Avtalan skal uppsigast skrivliga.

Uppsøgn kann gerast við at útfylla uppsagnarskjal í einum av sølustøðunum hjá Nema, í brævi ella telduposti. Minnist til at skriva navn, bústað, telefonnummar og kundanummar.

Nema kann uppsiga hald við 7 daga ávaring, um viðskiftatreytir ikki verða hildnar og um ikki annað er avtalað við sáttmála ella í avtalu partanna millum.

Ger Nema av at gevast við at bjóða ávísa fjarskiftistænastu, kann avtalan sigast upp við 90 daga varningi.

10. Rokningar

Tygum hava krav upp á eina týðiliga rokning, har tað sæst, hvat tíðarskeið rokningin er fyri og hvørjar tænastur tygum gjalda fyri.

11. Mishald

Um viðskiftatreytirnar ikki verða hildnar, hevur Nema rætt til at steingja tænastur tygara uttan ávaring. Hetta er t.d. um tygum ikki hava rindað fyri nýtslu ella hava knýtt útbúnað í kervið, sum myndugleikin ikki hevur góðkent. Eisini kann verða stongt, um tygum selja tænastur hjá Nema víðari.

Eftir at Nema hevur stongt tænastur, rindar kundin lutfalsligt mánaðargjald til haldið er endaliga uppsagt. Hetta tekur vanliga 7-10 yrkadagar. Rindar kundin falnu skuldina innan hetta tíðarskeið, verður tænastan latin uppaftur mótvegis einum tilsetingargjaldi á kr. 300.

12. Ábyrgd 

Nema hevur endurgjaldsábyrgd sambært vanligum føroyskum endurgjaldsrætti, t.e. fyri tap, sum Nema hevur ábyrgd av.

Nema heftir ikki fyri óbeinleiðis tapi (t.d. vinning, rakstrarmiss, arbeiðsinntøku og framleiðslutap vegna tess at felagin ikki kann nýta tænastur sum ætlað) ella fyri tapi, sum stendst av, at avtala við triðja mann dettur burtur ella verður mishildin o.t.

Nema kann ikki ábyrgdast fyri brek, slit ella órógv í útbúnaði, sum stavar frá øðrum fjarskiftisveitarum, framleiðarum, veitarum ella tænastuveitarum.

Nema kann ikki ábyrgdast, um fjarskiftistænastur ikki eru virknar, um ólag ella brek eru, tá ið atvoldin er eitthvørt, sum Nema ikki hevur nakra ávirkan á, eitt nú, men ikki avmarkað til: torusláttur, ódnarveður, vatnflóð, eldsbruna, kríggj, verkfall ella verkbann, eisini um tað eru starvsfólk hjá Nema, ið eru umfatað av verkbanni ella verkfalli.

Nema kann ikki ábyrgdast fyri brot, órógv ella broytingar í fjarskiftiskervinum ella tænastum í sambandi við tiltøk, sum verða mett neyðug av tøkniligum, viðlíkahaldsligum ella rakstrarligum orsøkum, uttan so, at Nema ikki hevur roynt at avmarkað óhepnu avleiðingarnar av hesum.

Endurgjaldsábyrgdin hjá Nema er avmarkað til í mesta lagi kr. 10.000,00 fyri hvønn skaða, uttan mun til orsøk ella hvat slag av missi, tað snýr seg um, tó so, at henda áseting ikki skal avmarka endurgjaldsábyrgdina eftir ófrávíkiligum ásetanum í vanligum Føroyskum ábyrgdarrætti mótvegis brúkarum.

13. Skifta bústað

Tygum hava skyldu til at boða Nema frá, um tygum skifta bústað og frá øðrum týðandi broytingum. Kontoavrit, áminningar, fráboðanir (uppsagnir, seinkingar og slit av haldi), verða send til tann bústað Nema hevur fingið upplýst.

14. Kundaavgreiðsla

Nema hevur skyldu til at svara øllum fyrispurningum innan rímiliga tíð. Er talan um skrivligan fyrispurning svarar Nema innan 10 dagar.

Um ivi er, hvørt viðskiftatreytirnar eru hildnar, t.d. í sambandi við nýtslu og gjald, ber til at kæra til Nema. Kæra skal latast skrivliga til poststaðin hjá Nema. Nema skal boða tygum skrivliga frá innan 10 dagar, har greitt verður frá, nær tygum kunnu vænta svar. Nema skal somuleiðis, í avgerðini um klaguna, geva vegleiðing um, hvussu tygum kunnu kæra avgerðina. Avgerðin hjá Nema kann kærast til:

Fjarskiftiseftirlitið
Postboks 73
110 Tórshavn

15. Nummarflyting til annan veitara

Ynskir tú at flyta títt fartelefonhald til annan veitara, skalt tú seta teg í samband við nýggja veitaran og biðja um nummarflyting. Vit avgreiða nummarflytingina uttan kostnað fyri teg seinast við arbeiðslok arbeiðsdagin eftir, at nummarflytingin er umbiðin av nýggja veitaranum.

Nummarflytingin verður framd hóast møguligt bindingstíðarskeið ella uppsagnartíð er á verandi fartelefonhaldi. Gev gætur, at tú tó ikki av hesi orsøk verður loystur frá møguligum skyldum, sum longu eru avtalaðar í mun til verandi hald, undir hesum at rinda fyri eitt møguligt bindingstíðarskeið ella í eini uppsagnartíð.

Um nummarflytingin gongur fyri seg seinni enn lovað omanfyri, ella mistøk henda, ið eru til munandi ampa fyri teg, kanst tú seta teg í samband við nýggja veitaran og krevja endurgjald upp á kr. 500 og í serliga tyngjandi førum kr. 1.000. Krav um endurgjald skal setast fram í seinasta lagi 1 mánað eftir hendingina, ið heimilar endurgjaldið. Seinasta freist at útgjalda heimilað endurgjaldskrav er 2 mánaðir eftir móttøku av endurgjaldskravinum.

Nummarflyting verður ikki framd, um serligar umstøður gera seg galdandi, t.d.:

Nummarflyting fyri fartelefonnummar, ið hoyrir til ein nummarblokk, kann tó fremjast, um allur nummarblokkurin verður fluttur til annan veitara undir einum.

16. Broytingar

Viðskiftatreytirnar hjá Nema fylgja við kunningartilfarinum, ið viðskiftafólk fáa. Harafturat eru tær tøkar á heimasíðuni www.nema.fo og kunnu eisini fáast við at venda sær til Nema.

Tað kann verða neyðugt at broyta treytirnar. Um so er, boðar Nema frá broytingunum í góðari tíð, t.e. ein mánað frammanundan. Broytingar, sum eru til tygara fyrimun kunnu fremjast uttan fráboðan.

Vinarliga

Nema
Smyrilsvegur 5
100 Tórshavn
nema@nema.fo
tlf. 20 20 20