Forsíða

Net Umsitari

Ert tú okkara nýggi Net Umsitari?  

Nema leitar eftir einum nýhugsandi og eldhugaðum serfrøðingi við stinnari tøkniligari vitan um KT infrastruktur, sum kann bjóða okkara kundum dygdargóða ráðgeving.

Starvið inniber at sniðgeva, menna og íverkseta loysnir fyri Nema og harvið fremja týdningarmikil ískoyti til tøkniliga geiran í Føroyum.

Sum netumsitari veitir tú tøkniliga vegleiðing, uppsetan, ráðgeving og umsiting av tænastum, meðan tú tryggjar, at skipanir og tænastur eru hentar hjá kundanum at nýta. Starvið krevur góða kundarøkt. Vit vænta av tær, at tú hevur áhuga til at læra um ta nýggjastu tøknina og harvið leypandi at menna tínar førleikar – við okkara stuðli.

Ábyrgdir

  1. At veita ráðgeving á aðru og triðju linju til uttanhýsis og innanhýsis kundar.
  2. At tryggja reglusemi í avtalaðum tilgongdum og mannagongdum.
  3. At tryggja góðsku í útflýggjaðum tænastum og harvið kundanøgdsemi.
  4. At taka lut í verkseting av innanhýsis og uttanhýsis verkætlanum.
  5. At samstarva við og stuðla starvsfeløgum við at loysa trupuleikar.
  6. At sýna støðuga framgongd í mun til tøkniliga vitan og førleikar.

Førleikar, vitan og royndir

Vit leita eftir tær, sum hevur royndir við Windows og/ella Linux -servara stýrisskipanum. Um tú hevur góðar royndir við tveimum ella fleiri av niðanfyristandandi, so er tað júst tær, vit leita eftir.

  • Hypervisors (vSphere o.s.fr.)
  • Veeam
  • Automation (Ansible o.s.fr.)
  • Cloud native infrastructure
  • Windows Server 2012+
  • Linux
  • pfSense
  • Software defined storage
  • Log collection systems
  • Nginx & HAProxy
  • ZFS

Aðrir førleikar

  1. At hava eina professionella tilgongd.
  2. At útvega fyrstafloks kundatænastu við at veita kundanum loysnir til trupulleikar.
  3. At vera førur fyri at menna tøknilig sambond við týdningarmiklar áhugapartar.
  4. At vera skipaður og førur fyri at raðfesta røttu uppgávu.

Persónligir eginleikar

  1. At vera eldhugaður um tøkni og hava ídnan áhuga í tøkniligari framgongd.
  2. At vera ein liðleikari – samstarvssinnaður og førur fyri at luttaka í verkætlanartoyminum.
  3. At vera sjálvstøðugur og megna at skapa úrslit.
  4. At vera ein trupulleikaloysari, sum er miðsavnaður um loysnir.
  5. At vera ein góður samskiftari.
  6. At hugsa uttan fyri kassan.

Um Nema

Vit eru ein vinarlig, miðvís og framsøkin fyritøka.

Vit leita eftir dugnaligum og eldhugaðum starvsfólki at koma uppí okkara vaksandi toymi.

Í okkara fyritøku verður tú partur av einum samstarvssinnaðum serfrøðingatoymi við møguleikanum at menna eina lønandi yrkisleið á tøkniliga økinum. Vit eggja til nýskapan, hugskot og at framhaldandi menna okkara starvsfólk.

Vit vilja vera í støðugari menning og gera hvønn dag betri enn í gjár – sama um tað snýr seg um persónliga framgongd, at samstarva sum eitt toymi ella kundatænastu.

Tíðarfreist

Seinasta freist at lata umsókn inn er fríggjadagin 12. februar.

Samband

Umsókn við próvskjølum skal sendast til recruitment@nema.fo

Read the Job Advert in English

Les starvsumsóknina á enskum

Hevur tú spurningar?

Hevur tú spurningar um starvið, so ert tú vælkomin at seta teg í samband við Steingrím Ósá, Tænastustjóra á sos@nema.fo ella á tlf. +298 794240

Ring 20 20 20

Far til vinnu