Um okkum Søgan Missión vissión og virðir Handlar Starvsfólk Starv Stuðul Nema Kalendarin

Vælkomin til Nema

Vit hava altíð gingið á odda. Frá tí vit fingu fyrstu telduna til Føroya og fyrst at lansera nýggjastu fjarskiftistøknina, til nú, vit eru ein av fremstu veitarum í Føroyum av KT loysnum- og skipanum, teldum, fjarskifti, skrivstovulutum og innbúgvi.

Alt ið krevst, hjá fyritøkum, kommunum, almennum stovnum og privat fólkið at trívast, mennast og vaksa.

Okkara virkisøkir

Fjarskifti

Vit hava seinastu 20 árini veitt fjarskiftistænastur til føroyska marknaðin. Og vit hava í fleiri umførum brotið slóð fyri menning av fjarskiftistøkni. Í dag veita vit alskyns fjarskiftistænastur til privatkundar og vinnulívið.

Innbúgv

Nema Innbúgv selur innbúgv til skrivstovur, fundarhøli, móttøkur og matstovur. Nema innbúgv hevur eisini serinnbúgv til barnagarðar, skúlar, røktarheim, sjúkrahús og aðrar stovnar, ið hava brúk fyri serloysnum.

Skrivstovulutir

Vit eru heildarveitari av skrivstovuútgerð til vinnulív og stovnar. Her er alt til skrivstovuna, og dentur verður lagdur á dygd, kappingarføri og skjóta tænastu.

Kunningartøkni

Vit veita vinnulívinum alskyns KT-tænastur – alt frá teldum og kopimaskinum til ráðgeving í sambandi við krevjandi KT-loysnir. Umframt hetta bjóða vit ráðgeving, íverksetan, førleikamenning, rakstur og support í sambandi við fíggjarstýringsloysnir.

Okkara søga

Nema í dag er ein samanrenning av fleiri fyritøkum við fleiri av bestu serfrøðingunum innan fjarskifti, KT, skrivstovu og innbúgv.

Les meira um okkara uppruna her

Starvsmøguleikar á Nema

Vælútbúgvið fólk er ein grundleggjandi partur av Nema, og hevur tú hægri útbúgving ella viðkomandi førleikar, ert tú vælkomin at søkja um arbeiði hjá okkum.

Eisini lesandi hava starvsmøguleikar á Nema. Er útbúgvingin um at verða liðug, kann talan verða um fast starv. Ert tú mitt í lestrinum, kanst tú arbeiða hjá okkum í praktikk ella í ferium. Soleiðis kanst tú tryggja tínar fíggjarligu umstøður, samstundis sum tínir starvsmøguleikar verða munandi betri, tá ið útbúgvingin er lokin.

Nema pf.

Høvuðsskrivstovan:
Smyrilsvegur 5
Postboks 109
110 Tórshavn
+298 20 20 20
nema@nema.fo

V-tal: 314188

Søla
+298 20 20 20
sola@nema.fo

Support
+298 347 112
support@nema.fo

Bókhald og fyrisiting
+298 347 100
bokhald@nema.fo

Søk stuðul frá Nema

Send umsókn um stuðul her.

Ring 20 20 20

Far til vinnu