Forsíða

Tvey størv leys at søkja

HANDILSLÆRLINGUR TIL HANDILIN Í TÓRSHAVN

Vit søkja eftir lærlingi til handilin hjá okkum í Tórshavn. Ynskir tú avbjóðingar og persónliga menning, og brennir tú fyri at selja og at hjálpa kundum, so ert tú kanska rætta fólkið til starvið.

STARVIÐ
Tú verður partur av einum toymi, sum veitir ráðgeving og sølu av kt, tele og skrivstovulutum. Tú verður við í alskyns uppgávum, so sum sølu og ráðgeving, telefon- og teldupostavgreiðslu, vøruframsýningum, marknaðarátøkum og nógvum øðrum spennandi uppgávum. Arbeiðsstaðurin er hjá Nema á Smyrilsvegi 5 í Tórshavn. Arbeiðstíðin er 40 tímar um vikuna.


Tú hevur góðan læruhug, ert tænastusinnaður, vísir opinleika og forvitni. Tú ert eisini fyrikomandi og málsøkin og kanst arbeiða sjálvstøðugt líka væl sum í toymi. Tú dugir at samskifta bæði skrivliga og munnliga, og tær dámar at skapa varandi sambond, ið gagna bæði kundanum og handlinum.

VIT BJÓÐA
Eitt gott, fjølbroytt og spennandi starv í einum professionellum umhvørvi, har tú fært møguleikar at menna teg persónliga og fakliga og sleppur at seta tíni fingramerki á arbeiðsdagin. Tú fært uppgávur og ábyrgd í samsvar við tínar vaksandi førleikar. Løn og setanartreytir sambært sáttmála.

FORVITIN?
Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Sigurð J. Simonsen á
tel. 502047 ella á sjs@nema.fo.

UMSÓKNIR
Umsóknir við avritum av viðkomandi skjølum, skulu sendast til Nema á sjs@nema.fo.

Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 18. september 2020

SØLUFÓLK VIÐ DRÚGVUM ROYNDUM TIL HANDILIN Í KLAKSVÍK

Vit søkja eftir virkisfúsum, ágrýtnum og royndum sølufólkið til handilin hjá okkum í Klaksvík.

STARVIÐ

  • Tú verður partur av einum sølutoymi, ið veitir ráðgeving og sølu av kt, tele og skrivstovulutum.
  • Arbeiðsstaðurin er á Stangavegi 53 í Klaksvík.
  • Arbeiðstíðin er 40 tímar um vikuna.

  • Hevur vinnarahugburð
  • Hevur drúgvar royndir við sølu og tænastu
  • Ert tænastusinnaður
  • Dugir væl at arbeiða sjálvstøðugt
  • Dugir at hugsa nýtt
  • Ert fleksibul, fyrikomandi og málsøkin

VIT BJÓÐA
Eitt gott, fjølbroytt og spennandi starv í einum professionellum umhvørvi, har tú fært møguleikar at menna teg persónliga og fakliga og sleppur at seta tíni fingramerki á arbeiðsdagin. Løn og setanartreytir sambært sáttmála.

FORVITIN?
Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Sigurð J. Simonsen á
tel. 502047 ella á sjs@nema.fo.

UMSÓKNIR
Umsóknir við avritum av viðkomandi skjølum, skulu sendast til Nema á sjs@nema.fo.

Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 18. september 2020

Ring 20 20 20

Far til vinnu