
Tillagingar á Mítt Nema
Vit hava gjørt broytingar í familjuhaldunum á Mítt Nema, bæði við prístillaginum men eisini við data pakkunum. Hesar broytingar koma at ávirka flestu av okkara kundum. Summi koma at gjalda upp til 40 kr. meir, men summi koma eisini at spara upp til 40 kr. hvønn mánaða. Umframt prístillagingar, hava vit broytt datapakkarnar soleiðis, at flestu av okkara kundum fáa fleiri GB pr. mánaða.
Nú við enn meira data

Broytingar eru gjørdar í data pakkunum soleiðis, at tey allar flestu av okkara kundum fáa fleiri GB pr. mánaða.
2GB haldið verður óbroytt
5GB verður til 12GB
15GB verður til 32GB
30GB verður til 52GB
50GB verður til 102GB.
Prístillagingar á Familjuhaldunum
Fyrrverandi prísir og hald:
Hald | 2GB | 5GB | 15GB | 30GB | 50GB |
1 | 149 kr. | 199 kr. | 249 kr. | 289 kr. | 369 kr. |
2 | 309 kr. | 359 kr. | 409 kr. | 449 kr. | 529 kr. |
3 | 369 kr. | 419 kr. | 469 kr. | 509 kr. | 589 kr. |
4 | 419 kr. | 469 kr. | 519 kr. | 559 kr. | 639 kr. |
5 | 469 kr. | 519 kr. | 569 kr. | 609 kr. | 689 kr. |
6 | 519 kr. | 569 kr. | 619 kr. | 659 kr. | 739 kr. |
Fylgjandi prísir eru nú galdandi fyri familjuhaldini á Mítt Nema:
Hald | 2GB | 12GB | 32GB | 52GB | 102GB |
1 | 149 kr. | 199 kr. | 249 kr. | 289 kr. | 369 kr. |
2 | 269 kr. | 339 kr. | 409 kr. | 449 kr. | 529 kr. |
3 | 339 kr. | 409 kr. | 479 kr. | 519 kr. | 599 kr. |
4 | 405 kr. | 475 kr. | 539 kr. | 579 kr. | 659 kr. |
5 | 471 kr. | 541 kr. | 599 kr. | 639 kr. | 719 kr. |
6 | 537 kr. | 607 kr. | 659 kr. | 699 kr. | 779 kr. |
Eru ivamál um tillagingarnar ella hava tit spurningar, eru tit vælkomin inn á gólvið í handlunum í Havn ella í Klaksvík.
Harafturat svara vit telefonini á 202020, allar gerandisdagar millum 9 og 16.
Tíðindi

Tillagingar í Farnetinum til vinnuna
Fleiri og fleiri velja sær Farnet heldur enn breiðband, tí Farnetið er skjótt og lætt. Eingir káplar, ongan montør, einki kopargjald og eingin bíðitíð. Við okkara framkomna Farneti kunnu vit bjóða gott netsamband um alt landið og uttanlands. Við Evropa pakkanum til farnet kanst tú nýta títt íroknaða data upp til 10 GB í útlandinum. Í samsvar við tann vaksandi áhugan fyri Farnetinum, hava vit valt at gera Farnet pakkarnar meira einfaldar. Tískil verða nakrir Farnetpakkar niðurlagdir og brúkarir av hesum farnetunum verða sjálvvirkandi fluttir yvir á ein samsvarandi pakka. Harafturat verða nakrar prístillagingar gjørdar. Sí haldini og prísirnir her Prísir eru uttan MVG Data fleks Data Fleks er eitt øðrvísi internet hald, har tú einans skal gjalda fyri hvønn dag, netið verður brúkt. Hetta haldið hóaskar seg serliga væl til summarhúsini, bátin ella campingvognin. Mánaðargjald: 20 krUm nýtsla er: 20 kr pr. dag Umframt hetta er leigugjald fyri farnet beinaran. Er ikki umfata av ‘Royn frítt í 30 dagar’. Bílegg her Gevið gætur: Hevur tú ein av pakkunum, ið ikki síggjast omanfyri, verður tú sjálvvirkandi flutt/ur í annan pakka. Tak netið við tær Við Evropa pakkanum til farnet kanst tú nýta títt íroknaða data upp til 10 GB í útlandinum. Netið kann brúkast í fylgjandi londum. Áland, Belgia, Bulgaria, Danmark, Estland, Eysturríki, Finnland, Frakland, Fronsku Guiana, Grikkaland, Grønland, Guadalupe, Guernsey, Holland, Írland, Ísland, Italia, Jersey, Kekkia, Kroatia, Kýpros (Grikski parturin), Lettland, Liktinstein, Litava, Luksemborg, Malta, Noreg, Póland, Portugal, Rumenia, Slovakia, Slovenia, Spania, Stóra Bretland, Sveis, Svøríki, Týskland, Ungarn. Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum Les meir um Farnet frá Nema Farnet frá Nema Onnur tíðindi

Tillagingar av Farnetinum
Fleiri og fleiri velja sær Farnet heldur enn breiðband, tí Farnetið er skjótt og lætt. Eingir káplar, ongan montør, einki kopargjald og eingin bíðitíð. Við okkara framkomna Farneti kunnu vit bjóða gott netsamband um alt landið. Farnet er eisini upplagt at brúka í summarhúsinum, húsvogninum, bátinum v.m. Í samsvar við tann vaksandi áhugan fyri Farnetinum hava vit valt at gera Farnet pakkarnar meira einfaldar og bólka teir í: Tann stóri pakkin, miðal pakkin og lítli pakkin. Harafturat hava vit Data fleks, ið hóskar seg til tey, ið hava tørv á data hvønn dag. Hendan broyting hevur við sær, at nakrir Farnetpakkar verða niðurlagdir og brúkarir av hesum farnetunum verða sjálvvirkandi fluttir yvir á ein samsvarandi pakka. Farnet til tín tørv Tá tú fært beinaran frá okkum, skalt tú bara tendra hann – so koyrir tað. Einki roks. Tað einasta, ið krevst fyri at hava farnet, er ein stikkontakt. Sí allar okkara farnet pakkar her. Gevið gætur: Hevur tú ein av pakkunum, ið ikki síggjast omanfyri, verður tú sjálvvirkandi flutt/ur í annan pakka. Data fleks Data Fleks er eitt øðrvísi internet hald, har tú einans skal gjalda fyri hvønn dag, netið verður brúkt. Hetta haldið hóaskar seg serliga væl til summarhúsini, bátin ella campingvognin. Mánaðargjald: 25 krUm nýtsla er: 20 kr pr./dag Umframt hetta er leigugjald fyri farnet beinaran. Er ikki umfata av ‘Royn frítt í 30 dagar’. Bílegg her Hvat Farnet skal eg velja? Frítt Farnet – Um tit eru fleiri í húskinum, har øll stroyma sjónvarp, youtube, netflix, tónleik og annað. Eingin avmarking. 500 GB – Til minni húski ella einstakling, har ið avmarkað nýtsla er til dagligt. 75 GB – Til tín, ið hevur sera avmarkaða nýtslu so sum at lesa tíðindi, hyggja eftir styttri filmsbrotum og ringir/skrivar til familju og kenningar. Hvat brúka ymisku tænasturnar á netinum pr. mánaða? Stroyma filmar (2 tímar um dagin) – 150 til 200 GB/mðn.Gaming (1 tíma um dagin) – 3 til 12 GB/mðn.Stroyma tónleik, ljóðbøkur vm. (2 tímar um dagin) – 6 til 10 GB/mðn.Vitja heimasíður, teldupost vm. (1 tíma um dagin) – 1 til 2 GB/mðn. Nýtslan er ógvuliga ymisk í ymiskum húsarhaldum og eru omanfyri metingar einans ein meting, ið er sera tengd at hvørjar tænastur tú nýtir, og hvussu góðskan á filmi og tónleiki er. Tískil skal fyrivarni takast fyri hesum metingum. Les meir um Farnet frá Nema Farnet frá Nema Onnur tíðindi

Nema søkir eftir handilsleiðara
Ert tú ein eldsál við áhuga fyri sølu, fólki og at geva kundum eina góða uppliving? Droymir tú um at leiða ein av teimum mest spennandi og fjølbroyttu handlunum í Føroyum? Vit leita eftir einum handilsleiðara, sum kann taka ábyrgdina fyri Nema-handlunum í Tórshavn og í Klaksvík. Tín leiklutur Sum handilsleiðari hjá Nema ert tú altíð tætt við kjarnuna av okkara sølu og tænastu. Tú verður tann, ið tryggjar, at bæði okkara handlar og nethandil koyra við somu Nema-orku, og at vit møta kundunum við einum smíli og við einum “ JA! ” hugburði. Tú kemur at Stýra og røkja dagliga raksturin av handlinum í Havn, arbeiðistíðin er frá 09.30-17.30 Ganga á odda í sølu, við góðum yvirliti yvir vørur, prísir og handilsátøk Leiða eitt toymi av lærlingum og handilsfólki – og tryggja trivna, upplæring og motivatión Taka ábyrgd fyri tænastustøðið, ið vit veita í handlum okkara Saman við marknaðardeildini tryggja kappingarført, sjónligt og livandi úttrykk í handlunum og á nethandlinum Fáa ábyrgd fyri verkstaðnum, nethandlinum og tænastustøðinum – við menning fyri eyga. Vit leita eftir tær sum Brennur fyri sølu, leiðslu og góðari tænastu Hevur skil fyri handilsdrivnum KPI’um og dugir at arbeiða sjálvstøðugt Er jalig/ur, málsøkin og dugir at seta seg í støðuna hjá kundanum Hevur royndir innan handil, kundatænastu, sølu ella leiðslu – við rætta hugburði og ágrýtni Dugir at hugsa um dagligu uppgávurnar, leiðslu, strategi og framtíð. Vit bjóða tær Eitt ábyrgdarfult og fjølbroytt starv í einum dynamiskum og livandi arbeiðsumhvørvi Møguleikan at seta tín dám á hvussu Nema-handilarnir upplivast Tætt samstarv við okkara deildir innan marknaðarførslu, innkeyp, KT-sølu og kundatænastu Møguleikan at leiða eitt toymi, sum hevur funnið seg væl til rættis í okkara “JA”-mentan Starvsfólkaágóðar og løn eftir avtalu. Tíni høvuðsábyrgdarøki Handil & Søla: Útsýni, príslegging, søluátøk og dagføringar Lærlingar: Leiðsla, trivnaður, upplæring og coaching Nethandil: Koordinatión, tilboð og trygd fyri, at alt hongur saman Forvitin? So ring ella skriva til Tóka Ellefsen á Brúgv, privatkundastjóra, á 502017 ella teb@nema.fo. Umsókn Send okkum tína umsókn og viðkomandi skjøl í seinasta lagi týsdagin 22. apríl 2025. Søk starvið her

Nema bjóðar til hugna í Kafé Fríðu
Í samband við Faroese Music Awards, bjóða Nema og Kafe Fríða til eina hugnaliga løtu í Kafé Fríða á Biskupstorginum í Klaksvík. Tiltakið er ókeypis og fyri øll, bæði tey, ið hava atgongumerki til FMA og tey, ið ikki hava. Kafé Fríða vísir FMA á stórskíggja. Vit bjóða bobblir og brellbitar. Guðrið Hansdóttir kemur at spæla nøkur løg og fleiri góð 2 fyri 1 tilboð vera í barrini. Skráin fyri kvøldið Kl. 18.30 Dyrnar lata upp, og vit bjóða bobblir og brellbitar Kl. 19.00 Guðrið Hansdóttir framførir Kl. 19.30 Tey, ið hava atgongumerki til FMA fara yvir í Varpið kl. 20.00 FMA verður víst á stórskíggja Barrin er opin alt kvøldið og tilber at keypa nógv góð 2 fyri 1 tilboð. Fylg við á sosialum miðlum So sært tú altíð tey nýggjastu 2 fyri 1 tilboðini, fær kunning um kundatiltøk, og møguleikan at luttaka í eina rúgvu av kappingum. Sí fleiri 2 fyri 1 tilboð
Fleiri greinar