Við Nema TÍÐ ber til hjá fyritøkum og stovnum at halda skil á arbeiðstíðini hjá starvsfólki – bæði tímaløntum og fastløntum. Skipanin er føroysk ment og tískil skræddaraseymað til føroyska marknaðin.
Nema TÍÐ heldur m.a. skil á:
- Nær starvsfólk møta og fara heim
- Hvar starvsfólk eru, og hvat tey gera
- Hvørji eru møtt, og hvørji ikki
- Nær fólk eru í feriu, avspáka ella eru sjúk
- Um talan er um vanliga tíð, yvirtíð ella vaktarbeiði
- Um fastlønt fólk hava yvirtíð og/ella feriu til góðar
- Um starvsfólk arbeiða fulla tíð ella stytta tíð
- Hvat ymisku arbeiðini kosta eitt ávíst tíðarskeið
- Hvørjir tímar kunnu fakturerast víðari til kundar
- Øllum sáttmálum á arbeiðsmarknaðinum
- Árskalendara, ið heldur skil á feriudøgum og halgidøgum pr. sáttmála.
Skipanin kann vera partur av einum heildarpakka við øðrum skipanum frá Nema, men kann eisini integrerast við aðrar bókhaldsskipanir eitt nú við at stempla tímar inn á sakir.