Teldur og tilhoyr Tænasta og umvæling Langleiga skrivstovuútgerð

Teldur og tilhoyr

Keyp røttu útgerðina frá okkum

Vit hava stórt úrval av teldum og tilhoyri frá nøkrum av fremstu vørumerkjunum so sum Dell, Apple, Microsoft, HP og Lenovo. Vælkomin inn í handil okkara í Tórshavn ella Klaksvík, ella ring til okkum á tlf. 20 20 20.

Vit ráðgeva tær fegin, so tú fært røttu útgerðina til tín tørv, og leggja serligan dent á at veita eina góða tænastu, so tú altíð kennur teg í tryggum hondum.

Niðanfyri kanst tú lesa meira um hvørji vørumerki vit umboða innan teldur og útgerð.

Rinda í smáum

Vit bjóða øllum okkara fjarskiftiskundum at keypa vørur frá okkum, og rinda tær aftur yvir 24 mánaðir.

Dell

Dell borgar fyri góðsku. Vit hava í nógv ár umboða Dell og hava stórt úrval av teldum, skíggjum og tilhoyri. Vælegnað til alt frá arbeiðsbrúk, skúlabrúk, heimabrúk og gaming.

Vit hava alt frá lítlum og løttum farteldum at ferðast við, til stórar og smidligar skíggjar og dokkstøðir til skrivstovuna heima, sum tú kanst seta fartelduna til.

Apple

Apple brúkarar eru tilvitaðir um sína vøru. Mac teldur eru einfaldar og snøggar, og tryggleiki og verja av tínum persónligu dátum er í hásæti. Harafturat spæla allar eindirnar í Apple vistskipanini altíð væl saman. Mac-teldan, iPhone, iPad, Apple Watch – alt hongur saman.

Hjá okkum fært tú allar vørurnar í Apple vistskipanini.

Lenovo

Lenovo bjóðar eina breidd av teldum til alt frá løttum heimabrúki til kravmikið arbeiði.

HP

Teldur frá HP eru vælegnaðar til flytiliga arbeiðsplássið.

Rætta útgerðin til gaming

Tørvar tær eina kraftmikla teldu og skíggja til gaming? Við Alienware frá Dell hevur tú bestu útgerðina og harvið ein týdningarmiklan fyrimun í spælinum – og tað fært tú eisini hjá okkum. Game on!

Fígging

Rinda í smáum

Vit bjóða øllum okkara fjarskiftiskundum at keypa vørur frá okkum, og rinda tær aftur yvir 24 mánaðir.

Treytirnar eru at tú kanst kredittgóðkennast av okkum, og at tú rindar eitt útgjald á minst Kr. 1.000,- tá keypt verður. Eisini er ein treyt at tú hevur eitt virkið fjarskiftishald hjá okkum. Vit fíggja upp til Kr. 19.000,- av keypinum, og restin skal rindast sum eitt útgjald.

Kostnaðurin fyri at stovna eina fígginaravtalu er úr Kr. 200,- og rentan er 0%

Ring 20 20 20

Far til vinnu