Teldur og tilhoyr Tænasta og umvæling Langleiga skrivstovuútgerð

Tænasta og umvæling

Góðkendur verkstaður

Vit hava framkomna umvælingartænastu og góðkend fólk hjá fremstu vørumerkjum, og tað er á telduverstaðnum, at vit skapa virði fyri kundan.

Er brek á telduni, og hon framvegis er undir garanti? So er tað ein fyrimunur hjá tær at feilmelda telduna beinleiðis hjá okkum. Vit eru góðkend at feilmelda og umvæla vørur hjá Dell, HP, Lenovo.

Vit rætta feilin ímeðan tú bíðar

Vit vita, hvussu umráðandi teldan er fyri títt virksemi. Og vit vita, at fá kunnu vera telduna fyri uttan í fleiri dagar, meðan hon er á verkstað.

Bílegg tíð hjá okkum – so umvæla vit telduna, meðan tú bíðar. Vit bjóða sjálvandi kaffi og tráðleyst net ímeðan. Og hetta verður sjálvandi gjørt, tá ið tað passar tær.

Fá fatur á okkum

  • Ring 347 112 gerandisdag kl. 8-16
  • Send teldupost til support@nema.fo, vit svara í arbeiðstíð
  • Vitja Verkstaðið á Smyrilsvegi 5 í Havn, gerandisdagar kl. 8-16
  • Vitja Verkstaðið á Stangavegi 54 í Klaksvík, gerandisdagar kl. 8-16
  • Ring til samdøgursvaktina, 347 112, tá ið stongt er annars (eyka kostnaður verður tikin fyri brúk av døgnvaktini)

Ring 20 20 20

Far til vinnu