TÆNASTA OG UMVÆLING Aftur

Teldudiskurin

Góðkent telduverkstað

Okkara telduverkstað er snúningsdepilin hjá Nema. Vit hava framkomna umvælingartænastu umframt góðkend fólk hjá fremstu merkjum, og er tað á telduverstaðnum, at vit skapa virði fyri kundan.

Er brek á telduni, og tíðarfreistin fyri garantiin er galdandi, er tað ein fyrimunur hjá tykkum at feilmelda telduna beinleiðis hjá Nema. Vit eru góðkend at feilmelda og umvæla vørur hjá Dell, HP, Lenovo og Apple.

Leyp bíðirøðina um, bílegg tið! – Vit rætta feilin ímeðan tú bíðar.

Vit vita, hvussu umráðandi teldan er fyri títt virksemi, og vit vita, at fá kunnu vera telduna fyri uttan í fleiri dagar, meðan hon er á verkstað. Bílegg tíð hjá okkum, so umvæla vit telduna, meðan tú bíðar, og hetta verður sjálvandi gjørt, tá ið tað passar tær.

Tey merkini, ið verða umvæld, hava vit góðkent at umvæla, sama um vøran er undir garantii ella ikki.

Vit bjóða kaffi og tráðleyst gestanet ímeðan tú bíðar.

Jú fyrr tit bíleggja tíð, jú betri møguleika hava vit at skaffa teir neyðugu eykalutirnar rættstundis.

Av tí at alt verður lagt væl til rættis á telduverkstaðnum, kunnu vit bara umvæla, meðan tú bíðar,um tú hevur bílagt tíð frammanundan.

Tænasta og support

Umframt tænastu á telduverkstaðnum bjóða vit netumsiting og teldurøkt út úr húsinum. Og vit hava samdøgursvakt.

Vit hava netumsitarar við drúgvum royndum í KT, ið hava viðkomandi útbúgving og førleika at avgreiða KT-infrasktruktur. Vit hava royndir við servarum, netverki, trygd, firewall, routing, switching, exchange, O365, vmware, hyper-v, veeam backup, apple server og linux server.

Vit bjóða 1st level support, ið er lættari uppgávur, og 2nd level uppgávur, ið er torførari uppgávur.

“Visti tú, at vit hava samdøgursvakt og eg koyri eisini út um kvøldarnar, tá ið KT-umhvørvið steðgar.” Rúni Thomsen, netumsitari.

Vit loysa uppgávuna úti hjá kundanum gjøgnum fjarstýring, gjøgnum telefon ella á Nema. Vit kunnu loysa einstakar uppgávur ella gera sáttmála um fastar uppgávur.

Fá fatur á okkum við

  • At ringja 347 112 gerandisdag kl. 8-17
  • Senda teldupost til support@nema.fo, vit svara í arbeiðstíð
  • Teldudiskin á Smyrilsvegi 5 í Havn, gerandisdag kl. 8-17
  • Teldudiskin á Stangavegi 54 í Klaksvík, gerandisdag kl. 8-16
  • At ringja til samdøgursvaktina, 347 112, tá ið stongt er annars. 

Hevur tú spurningar ella viðmerkingar til okkara tænastu er tú vælkomin at tosa við meg!

Spyr bara

John H. Johansen
Teldudiskurin
+298 794 241
jho@nema.fo
Árni Elttør
Tænasta og support
+298 794 230
ael@nema.fo
Bárður Sanchez Solmunde
Deildarleiðari
+298 794 242
bss@nema.fo