Okkara Stuðulspolitikkur
Nema leggur dent á at stuðla verkætlanum, sum eru viðkomandi fyri okkara virksemi.
Frá okkara sjónarmiði er stuðulsskipanin ein íløga í verkætlanir, sum samsvara við okkara endamálsorðing og harafturat ein møguleiki at fáa djypri innlit í tað, sum rørir seg í samfelagnum, serliga á okkara øki.
Seráhugamálini hjá Nema eru verkætlanir, sum hava hesar eginleikar:
- At kveikja áhuga fyri og leggja dent á forriting.
- At upplýsa um og varpa ljós á atburð á netinum, bæði fyrimunir og vansar við internetnýtslu.
- Virksemi ella gransking, sum er viðkomandi fyri tøkni og trygd á netinum.
Um tú hevur eitt gott hugskot ella eina granskingarverkætlan, sum er í tráð við okkara endamálsorðing, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum. Vit eru forvitin at frætta frá tær.
Tó at Nema hevur ávís øki, sum eru serliga áhugaverd fyri okkum, taka vit gjarna ímóti øllum úmsóknum. Tað er altíð vert at royna, hóast tín verkætlan kanska ikki hevur tað, sum vit sóknast eftir.
Nema, stuðul og tilvit
Sum fyritøka fevna vit breitt, og tað er okkara ábyrgd at vera tilvitað um, hvørja ávirkan vit hava á samfelagið og umhvørvið. Vit eru forvitin at fylgja við, hvat rørir seg í samfelagnum og vilja fegin eggja einstaklingum, áhugabólkum og felagsskapum við stuðli og skapa karmar fyri ungar spírar, har teirra hugskot og gransking verða stimbrað og ment.
Her eru nøkur útvald stuðuls átøk
Tryggari internetdagur
Tryggari internetdagurin er eitt afturvendandi átak sum SSP fyriskipar á hvørjum ári.
Internetiđ er ein stórur partur av okkara gerandisdegi, og tí hava vit øll eina medábyrgd av at gera internetiđ so gott og trygt sum til ber, og tí stuðla vit hesum átakinum.
Les meira

eSport
eSport.fo er ein felagsskapur, ið hevur til endamálsa at savna føroyingar við áhuga fyri e-ítrotti og fyrskipa kappingar og tiltøk til hendan áhugabólkin.
Stóra tiltakið e-lan er sera væl vitja og árligu kappingardeildirnar í CS:GO og League of Legends draga altíð nógvar luttakara og ákoðarar til sín.
Les meira

GameJam Føroya
GameJam hevur sum endamál at menna og stuðla tí føroysku spælivinnuni, og hesum taka vit sjálvandi fult undir við. Vit eru tí sera fegin um at stuðla teimum
Les meira

Umhvørvisstuðulin hjá Nema
Hvat er Endurkeyp Gávan?
Endurkeyp Gávan er stuðulsgrunnur hjá Nema, ið hevur til endamáls at stuðla átøkum, ið gera eitt miðvíst arbeiði fyri umhvørvið í Føroyum. Allir peningurin, ið kemur inn ígjøgnum Nema Endurkeyp og sølu av posum, verður latin eina ferð um árið til einstakling, áhugabólk ella felagsskap, sum hevur gjørt eitt miðvíst arbeiði fyri umhvørvið í Føroyum
Hvør kann fáa Endurkeyp Gávuna?
Peningagávan verður handað einum ella fleiri tilnevndum einstaklingum, áhugabólkum ella felagsskapum.
Tilnevningarnar til árligu Endurkeyp Gávuna skulu sendast inn til Nema í seinasta lagi 16. apríl 2023
Tilnevn her
