STUÐUL Aftur

Stuðulspolitikkur

Nema vil vera við at stuðla átøkum, ið skapa trivnað og eru nýskapandi og mennandi fyri lokalumhvørvið.

Grundvirðini hjá Nema eru áræði, opinleiki, førleiki og passión, og við hesum virðum vilja vit finna bestu loysnina saman við tykkum. Tí vit samstarva støðugt við veitarar og kundar um loysnir til teirra tørv, og henda samstarvsvilja vilja vit eisini vísa persónum og feløgum, ið gera eitt gott arbeiði.

Nema fær nógvar umsóknir um stuðul, og fyri at tryggja rætta viðgerð, er best at søkja í góðari tíð. Vit fáa ikki játtað øllum umsóknum, og vit skila okkum rætt til ikki at grundgeva fyri, hvagar vit lata stuðul.

Tá ið tit søkja, skulu tit lýsa endamálið við tykkara aktiviteti, og hvørjum Nema skal stuðla við. Vit viðgera umsóknir fýra ferðir um árið. Í januar, apríl, juli og oktober.

Send okkum tína stuðulsumsókn á nema@nema.fo