STARVSMØGULEIKAR Aftur

Starvsmøguleikar á Nema

Vælútbúgvið fólk er ein grundleggjandi partur av Nema, og hevur tú hægri útbúgving ella viðkomandi førleikar, ert tú vælkomin at søkja um arbeiði hjá okkum.

Eisini lesandi hava starvsmøguleikar á Nema. Er útbúgvingin um at verða liðug, kann talan verða um fast starv. Ert tú mitt í lestrinum, kanst tú arbeiða hjá okkum í praktikk ella í ferium. Soleiðis kanst tú tryggja tínar fíggjarligu umstøður, samstundis sum tínir starvsmøguleikar verða munandi betri, tá ið útbúgvingin er lokin.

Send okkum títt CV á nema@nema.fo og vit hyggja fegin nærri eftir tí.