Forsíða

Sølufólk til vinnudeildina

Ert tú okkara nýggja sølufólk?

Vit sóknast eftir einum ágrýtnum sølufólki til søludeildina. Sum sølufólk hjá Nema fert tú at finna føroyskum vinnulívi tær røttu loysnirnar.
Tú sleppur at starvast hjá eini tí mest framkomnu fyritøkuni á tí føroyska KT- og fjarskiftismarknaðinum og fert dagliga at vitja kundar kring landið og saman við nýggjum og verandi kundum at finna tær røttu loysnirnar.

Tínar uppgávur verða m.a.:
• at selja samskiftisloysnir
• at selja KT og KT-skipanir
• at skapa føroyskum vinnulívi nýggjar samskiftisloysnir

Vit vænta, at tú:

• hevur royndir við sølu
• hevur ein vinnarahugburð
• arbeiðir væl sjálvstøðugt og saman við øðrum
• dugir at hugsa nýtt
• ert fleksibul

Vit bjóða tær:
• møguleikan at flyta føroyskt vinnulív inn í framtíðina
• eitt spennandi og avbjóðandi arbeiðspláss í rúkandi menning
• eitt gott arbeiðspláss við nógvum starvsfólkaágóðum

Løn og setanartreytir:
Lønin verður sambært avtalu. Arbeiðsstaðið verður fyri ein part í Klaksvík og fyri ein part í Tórshavn.
Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at ringja til Róa B. Poulsen, sølustjóra, á telefon 502080.

Umsókn við próvskjølum skal sendast til rbp@nema.fo í seinasta lagi mánadagin 2. november.

Ring 20 20 20

Far til vinnu