
Søgan um Nema
Í februar 2007 løgdu fyritøkurnar Faroedane, Com-Data og Reproz saman og gjørdust størsti veitari av KT-, skrivstovu- og samskiftisloysnum í Føroyum. Stutt eftir skifti samtakið samleika til Nema. Árini eftir, vóru ymsar fyritøkur keyptar og seldar, til 2016, tá virksemi hjá Nema var minkað, til tænastur og vørur, sum uppruna vóru frá Farodane og Com-Data.
Føroyingar fingu kapping innan fjarskifti í 2001, tá P/F Kall var sett á stovn. Fyritøkan er heildarveitari innann fjarskifti og veitir viðskfitafólkum sínum fastnet, GSM og breiðband. Kappingin er orsøkin til, at vit í dag hava fremstu tøknina, góða tænastu og lágar prísir innan fjarskifti. Fyritøkan broytti navn til Vodafone í 2008 og síðani til Hey í 2018.
Í januar 2019 løgdu Nema og Hey saman. Endamálið við at leggja saman, er at skapa ein sterkan og nýhugsandi føroyskan KT- og fjarskiftisveitara. Í dag hevur fyritøkan ein felags samleika, ið er Nema. Fyritøkan arbeiðir áhaldandi eftir okkara virðum, um at verða dugnalig, ágrýtin og innlivandi, til frama fyri okkara viðskiftafólkum, umframt trivnaðin hjá okkara starvsfólkum