Onki úrslit
Undanfarna síða
Search by
Næsta síða

Søgan um Nema

Í februar 2007 løgdu fyritøkurnar Faroedane, Com-Data og Reproz saman og gjørdust størsti veitari av KT-, skrivstovu- og samskiftisloysnum í Føroyum. Stutt eftir skifti samtakið samleika til Nema. Árini eftir vórðu ymiskar fyritøkur keyptar og seldar. Inntil 2016 tá virksemið hjá Nema var minkað til tænastur og vørur, sum upprunaliga vóru frá Farodane og Com-Data.

Føroyingar fingu kapping innan fjarskifti í 2001, tá P/F Kall varð sett á stovn. Fyritøkan var heildarveitari innan fjarskifti og veitti viðskiftafólkum sínum fastnet, GSM og breiðband. Kappingin er orsøkin til, at vit í dag hava fremstu tøknina, góða tænastu og lágar prísir innan fjarskifti. Fyritøkan broytti navn til Vodafone í 2008, og síðani til Hey í 2018.

Í januar 2019 løgdu Nema og Hey saman. Endamálið við samanleggingini var at skapa ein sterkan og nýhugsandi føroyskan KT- og fjarskiftisveitara.

Í dag hevur fyritøkan ein felags samleika, ið er Nema. Fyritøkan arbeiðir áhaldandi eftir okkara virðum um at vera dugnalig, ágrýtin og innlivandi, til frama fyri nøgdsemið hjá okkara viðskiftafólkum, og trivnaðin hjá okkara starvsfólkum.