Onki úrslit
Undanfarna síða
Search by
Næsta síða

Heildarveitari til vinnuna

Vit bjóða eitt breitt úrval av tænastum innan fjarskifti, KT-rakstur, skrivstovuútbúnað v.m. Sum heildarveitari kanst tú samla allar tínar tænastur á einum stað fyri minni høvuðbrýggj, um hvønn tú skalt ringja til, og meira samvirkni millum tínar KT- og fjarskiftisloysnir.

Vilt tú vita meira, um hvussu vit kunnu hjálpa?

Væl nøgdir kundar

Væl nøgd við føroyska heildarloysn

Vit brúka Lundan, LØN og TÍÐ frá Nema, og hava hesar gjørt arbeiðsdagin munandi lættari, samstundis sum vit hava spart fitt av tíð og peningi. Vit hava í nógv ár brúkt Lundan, men skuldu í 2016 velja eina nýggja og meira tíðarhóskandi heildarloysn. Vit valdu eina heildarloysn frá Nema og tað eru vit sera væl nøgd við..

Frimodt Rasmussen
Klaksvíkar Sleipistøð

Faroe Origin

Sjónet er ein umráðandi loysn til okkara sjófólk Sjónetið hjá Nema hevur nógv at siga fyri trivnaðin hjá okkara sjófólki. Vit hava 6 skip, sum øll hava atgongd til sjónetið, og merkir hetta, at okkara sjófólk hava gott internet-samband umborð. Internetið arbeiðir sera skjótt, og tað er lítil munur á at vera á netinum heima og umborð. Hetta er týdningarmikið, og næstan eitt krav, umborð á skipum í dag. Jens Pauli Petersen, stjóriFaroe Origin

JFK Samtakið

Allar hýrur verða avgreiddar við Nema LØN. Línuskip og partrolarar nýta Avrokning, ið er partur av Nema LØN, meðan størru skipini harafturat nýta serligu Daglønarskipanina, ið eisini er partur av skipanini. Skipanin er løtt at arbeiða við, og í grundini “koyrir tað bara”. Hava vit spurningar, ringja vit til Nema, ið eru serkøn innan allar lønar- og hýrusáttmálar. Hava vit hugskot til tillagingar, verður eisini lurtað eftir okkum. Vit eru sera glað fyri tænastuna frá Nema, ið altíð hevur verið framúr! Markus Tummas á Gravarbø, rakstrarleiðariJFK Samtakið

Kanjon

Nema skipanirnar eru lættar at fáast við og geva góð yvirlit. Tímaskrásetingin gevur okkum rættari tímanýtslu, samstundis sum allir tímar automatiskt verða skrásettir inn á rætt arbeiði. Hetta hevur spart okkum fitt av peningi og lætt munandi um fakturering og lønarumsiting, tí vit sleppa undan øllum manuellum arbeiði. Tænastan frá Nema er góð. Tá vit ringja um okkurt, fáa vit vanliga svar beinanvegin. Kjartan Hansen, stjóriKanjon

RTS Contractors

Vit hava brúkt Lundan og Nema LØN í fleiri ár, og eru væl nøgd við skipanirnar. Skipanirnar eru hýstar hjá Nema og verða javnan dagførdar, soleiðis at vit altíð hava tíðarhóskandi skipanir. Tænastan frá Nema er góð, og hava vit serlig ynski til skipanina, siga vit frá og fáa tað ofta við í næstu slepping. Tað er stutt ímillum brúkara og mennara, og tað eru vit sera glað fyri. Svenhild BreiðaskarðRTS Contractors

Keyp á netinum

Finn vøruna á okkara nethandli og bílegg alt innan KT, skrivstovulutir, telefonir og teldlar. Um tú ritar inn við tínum vinnubrúkara, sært tú eisini, hvønn avsláttur tit fáa av tykkara innkeypi.

Um tit ikki hava vinnubrúkara á okkara nethandli, kanst tú trýsta niðanfyri fyri at stovna ein.

Vinnutíðindi

5G er endiliga her

5G í Føroyum hevur verið leingi ávegis. Í august í fjør fingu Nema kundar ágóðan av tí skjóta 5G sambandinum í útlondum. Nú hava vit endiliga tendrað fyri 5G kring alt Føroyar. Samanbera vit 5G við núverandi 4G, verður ferðin fleirifaldað og tænastumøguleikarnir verða uppaftur betri. Hvat merkir hetta fyri teg? Umframt nógv skjótari ferð, verður svartíðin stytt og færri fløskuhálsar eru, tí nýggja farnetið klárar at umsita nógv fleiri brúkarar. 5G tøknin verður ein stórur partur av nýmenningini. Tey flestu hava allarhelst hoyrt um IoT (Internet of Things). Hetta eru tænastur í koma at knýta alskins tól út á internetið.Í dag hava vit løðistøðir, robot-dustsúgvarar og ymisk onnur tólmenni, ið eru knýtt at netinum. 5G gevur uppaftur fleiri møguleikar. Serliga er tað skjóta svartíðin, ið letur dyrnar upp fyri hópin av nýmenning og tænastum. Hvat framtíðin fer at bjóða okkum, kunnu vit einans gita okkum til. Fyri fyrst kunnu allir føroyingar njóta skjótu ferðina og góða sambandið. Fleiri nýggjar tænastur Við nýggja farnetinum fáa vit ikki einans 5G. Fleiri nýggjar tænastu eru tøkar og summar eru ávegis. 1. VoLTE VoLTE er ein talu-tænasta í m.a. gevur skjótari ringitíðir, hægri ljóðgóðsku og minka verður um larm, tá tosað verður í telefon.Í løtuni er VoLTE einans galdandi fyri Mítt Nema kundar. Heilt skjótt fáa allir kundar somu tænastu. 2. 5G-farnet Nú er eisini møguligt at stovna sær eitt 5G-farnet hald. Vit veita lánibeinara, sum tryggjar at tú hevur røttu tøknina heima við hús, í summarhúsinum ella umborð á bátinum. 3. IoT 5G tøknin letur upp fyri hópin av møguleikum at knýta ymisk tól og eindir í internetið. IoT er stytting fyri Internet of Things. 4. VoWiFi (kemur skjótt) Voice over WiFi er tænasta, sum ger tað møguligt at ringja og senda SMS-boð ígjøgnum WiFi. Ert tú í einum stórum bygningi ella á einum skipi, har telefonsambandið ikki er nøktandi, so ber til at knýta í WiFi á staðnum og ringja og sms’a sum vænt. Spennandi tíð fyri framman Vit á Nema síggja bjart uppá framtíðina og frøðast um allar møguleikarnar, ið 5G tøknin hevur við sær. Fylg við á heimasíðuni og miðlunum sum heild, har vit koma at kunna um alt tað nýggja.

Fipurnet í Tórshavn og á Argjum

Fipurnet er nú tøkt at undanbíleggja á hesum adressum: Óðinshædd (ólíka tøl 17-79), Tórshavn Lagatrøð 1-14, Tórshavn Sundsvegur 12, Tórshavn Garðstún, 3-28, Argir Undanbílegg/skráset teg í dag: Hvat er fipur og hvørjir fyrimunir eru? Fipurnet fer at kollvelta tøknina, vit kenna í dag. Tøknin letur upp fyri, at telefeløgini kunnu bjóða ferðir heilt upp til 1000 Mbit og meira. Tað er óhoyrt fyri føroyingar og fólkið, ið her býr.  Fipur er ein nútímans tøkni, sum gevur ógvuliga skjótt og álítandi internetsamband gjøgnum ljósleiðaratægrar, ið eru til tjúkdar sum eitt hár. Sjálvur fipurkaðalin er nakrar fáar millimetrar til tjúkdar og liggur vardur í eini sterkari rørleiðing, sum er átta millimetrar til tjúkdar. Ein slík rørleiðing verður løgd inn til hvørt einstaka húsarhald.  At leggja fipur er tískil ein sera stór íløga, bæði fíggjarliga og í arbeiðsorku. Men eitt fipurnet er harafturímóti skynsamari í rakstri enn verandi koparnet. Tilfarið er bíligari, krøvini til kaðalveitingar eru minni, og fipurnetið verður neyvt kortlagt og skrásett við GPS-punktum. Harafturat er eitt fipurnet meira atkomuligt og lættari at umvæla. Sí hvar fipur er tøkt og ætlan fyri útbygging Tað er Net, ið leggur fipur kring allar føroyar. Sí teirra ætlan fyri útbygging við at trýsta á leinkjuna niðanfyri. Fipur og útbygging

5G og VoLTE til Nema kundar 15. apríl

5G í Føroyum hevur verið leingi ávegis. Í august í fjør fingu Nema kundar ágóðan av tí skjóta 5G sambandinum í útlondum. Nú kunnu vit endiliga kunngera, at vit tendra fyri 5G í Føroyum mánadagin tann 15. apríl 2024. 5G er eitt net, ið er á heimsstigi. Samanbera vit 5G við núverandi 4G, verður ferðin fleirifaldað og tænastumøguleikarnir verða uppaftur betri. Samstarv 5G netið í Føroyum er útbygt saman við FT Samskifti og Ericsson. Nema og FT Samskifti samstarva um sendistøðirnar á nýggja føroyska 5G netinum. Samstarvið fevnir um atgongd til allar sendistøðirnar, og 5G netið er til gagns fyri allar brúkarar í Føroyum. Sostatt fáa kundarnir hjá bæði Nema og Føroya Tele atgongd til sama net, somu ferð og sama kapasitet. Tað merkir, at samband og góðska av 5G netinum verður eins fyri allar føroyingar. 5G-farnetið gevur nógv hægri ferð enn 4G-netið. Tað merkir, at tú kanst taka appir, filmar og annað enn skjótari niður á telefonina. Eisini har nógv fólk eru saman. Samstarvið er uttan iva gagnligt fyri kundarnar, ið bæði fáa munandi betri dekning við nýggja 5G-netinum og framhaldandi kapping um tænasturnar. Gudny Langgaard, stjóri í Nema. VoLTE VoLTE verður somuleiðis tøkt fyri Nema kundar frá 15. apríl. Nakrir av fyrimuninum við VoLTE eru m.a. skjótari ringitíðir, hægri ljóðgóðska og minka verður um larm, tá tosað verður í telefon. VoLTE ger tað møguligt at surfa á netinum, samstundis sum tosað verður. Hóast hetta fer fram yvir netið, brúkar tú vanliga talu og ikki GB, tá tosað verður yvir VoLTE. VoLTE er tí ein eyka tænasta, ið betrar um góðskuna hjá okkara kundum.