SKRIVSTOVULUTIR

Whiteboards og talvur

Talvur til allan tørv
Tær ymisku talvurnar av svenska merkinum Abstracta kunnu brúkast í fundarhølinum ella skúlastovuni sum partur av einari størri frágreiðing og sum vanlig uppslagstalva í gongini og kaffistovunum. Vit vegleiða teg fegin, so tú fært júst ta talvuna, tú hevur brúk fyri.

Til stóra fundin

ProVision
Hvíta, magnetiska whiteboard-talvan við einum eyka hentleika. Talvan er gjørd soleiðis, at tú kanst lýsa við uppvørpu á hana, uttan at ljósið verður kastað aftur í eyguni, so tey ikki troyttast.


Til stutt boð

Magnetisk glastalva

Snøgga glastalvan við magneteffekt gevur tær møguleika at bæði skriva boð skjótt við Whiteboard-penni og heingja pappír upp. Vel millum fleiri litir, so hon riggar til títt umhvørvi. Fæst frá bæði Naga og Abstracta.

Uniti Basic

Klassiska uppslagstalvan, gjørd úr spønplátu, klødd antin í lørift, Event klæði ella gummiflatu við metalrammu. Vel millum fleiri litir og støddir.


Til frágreiðingar

Uniti

Hvíta magnettalvan er vælegnað til eitt nú undirvísing og fundir, um okkurt skal illustrerast ella teknast upp. Kann eisini brúkast við uppvørpu, men mælt verður til bara at brúka stutt ljós. Fæst í fleiri ymsum støddum.

Uniti við hjólum

Hvíta magnettalvan fæst eisini við hjólum, so hon lættliga kan flytast úr rúmi í rúm uttan at skula heingjast upp hvørja ferð.

 

Spyr bara

Jenny Næs, +298 794 322, jen@nema.fo