SKRIVSTOVULUTIR

Makulering

Hvussu loynilig eru tit?
Hevur tú eitthvørt viðkvæmt, ið skal burturbeinast, er best at makulera tað. Tú kanst velja ímillum fleiri ymisk sløg av makuleringsmaskinum, alt eftir hvussu viðkvæmt ella loyniligt tilfar, tit skulu makulera, um tit eru fleiri, ið skulu brúka hana, hvussu nógv tit vænta at brúka hana og hvar hon skal standa. Svenska Matting stendur fyri Dahle makuleringsmaskinum, og er tann veitarin, vit brúka mest, men hava tit eitt serligt ynski, kunnu vit eisini bíleggja onnur sløg.


Til privata nýtslu ella stjóraskrivstovuna
PaperSafe er tann minsta røðin av makuleringsmaskinum frá Dahle og hóskar væl til privat brúk ella til skrivstovuna, ið makulerar lítið. Hon fyllir lítið og er løtt at tøma manuelt. Tær størru útgávurnar í røðini kunnu eisini makulera fløgur og gjaldskort.


Til alla skrivstovuna
BaseClass-røðin er til skrivstovuna, ið makulerar regluliga. Tær hava hjól undir, so tær eru lættar at flyta og eru gjørdar soleiðis, at tær ikki larma so nógv sum slíkar maskinur kunnu gera. So kann maskinan eisini standa inni í einum rúmi, har nógv fólk arbeiða uttan at tey verða órógvað. Harumframt spara tær streym og slókna av sær sjálvum, um tær standa óbrúktar eina ávísa løtu.
Umframt tað BaseClass fær avrikað, hevur røðin CleanTech nakrar eyka møguleikar. Hon hevur t.d. eina filturskipan, sum ber í sær, at dustið frá pappírinum er minst møguligt, og soleiðis er inniluftin rein. Haraftrat er hon gjørd út við eyka trygdarútgerð, soleiðis at hon steðgar, um tú rópar ella slært á hana.



Til tað heilt tunga pappírsarbeiðið
Skalt tú beina stóra nøgd av pappíri burtur, hevur Dahle eisini røðina VolumnePRO. Henda røðin er gjørd til at taka ímóti nógvum pappíri í senn, og egnar seg best at standa so, at nógv hava atgongd til hana.

 

Spyr bara

Jenny Næs, +298 347322, jen@nema.fo