SKRIVSTOVULUTIR

Innbinding

Skalt tú samla ein størri bókling, eru aðrir møguleikar, ið eru bæði snøggari og praktiskari enn pappírsklips. Vit hava millum annað hesi trý sløgini frá Leitz at velja ímillum og selja bæði maskinur, umsløg og annað tilhoyr til innbindingina.


Spiralinnbinding
Spiralinnbindingin er ein bílig loysn til smærri bunkar av pappíri. Tað er ikki neyðugt við streymi til maskinuna, og hon er løtt at handfara, uttan at tú skalt brúka so nógva orku. Tú kanst brúka bæði spiralar í ymsum litum og stálringar.

Bókainnbinding
Henda loysnin er skjót og krevur ikki streym. Tú trýstir pappírini saman og fært eitt snøgt og haldgott úrslit, ið ikki fer av lagi. Úrslitið er næstan sum ein bók, harav eisini navnið. Vel millum harða og bleyta permu, umframt ymiskar litir.

Líminnbinding
Hetta slagið er upplagt til skúlauppgávur, ið skulu latast inn ella til samandrignar lærubøkur ella smárit. Maskinan límar síðurnar saman við einum serligum umslag, ið verður hitað. Hon ger arbeiðið skjótt og neyvt, uttan at tað krevur nakað av tær.

 

Spyr bara

Jenny Næs, +298 794 322, jen@nema.fo