SKRIVSTOVULUTIR

Labeling

Um tað er til heimið ella arbeiðsplássið, so kann tað altíð vera hent at kunna seta merkiseðil á eitthvørt fyri at halda skil á. Labelmaskinurnar frá Dymo eru her ein sera einfaldur máti at gera tínar egnu merkiseðlar. Tað kann vera alt frá kryddaríkrukkum í skuffuni til hillar á goymsluni, ella meðan tú ert í ferð við at montera eitthvørt á byggiplássinum. Vit selja eisini tilfar til maskinurnar, so tú altíð kanst koma og keypa meira.

Til privata nýtslu
Skal tað vera lætt og bara til at brúka heima, er tann handhildni prentarin besta loysnin. Tak hann við tær í húsunum og prenta so hvørt, tú skalt brúka ein merkiseðil. Set merkiseðil á leikur, fløgur, skáp, skuffur ... allastaðni har tú vilt.

Til professionella nýtslu
Set dymoprentaran til telduna og prenta flottar merkiseðlar til eitt nú kontórið, permur á skjølum ella adressuna á einum brævi, tú skalt senda. Tað sær snøgt og flott út.

Til yrkisnýtslu
Tær serligu maskinurnar í Rhino-røðini frá Dymo eru serliga gjørdar til handverkarar og líknandi. Hendan maskinan brúkar serstakliga haldgott tilfar, ið klistrar á allar flatur. Tær eru harðførar, men viga lítið og eru lættar at hava við sær.

 

Spyr bara

 Jenny Næs, +298 794322, jen@nema.fo