SKRIVSTOVULUTIR

NAGA talvur

Nýmótans whiteboard til heimið
Skalt tú brúka eina snotiliga talvu til heimakontórið, kamarið, køkin ella bara prýða heima?

NAGA-glastalvan er ein nýmótans útgáva av siðbundnu whiteboard-talvuni. Glastalvan hevur somu skriva á/viska út-funku sum whiteboard og er magnetisk.

Hon er á goymslu í fimm ymsum støddum og fimtan ymsum litum. Tú kanst eitt nú ogna tær eina glastalvu í støddini 45x45cm fyri bara 329,-

Støddirnar eru:
45x45 | 40x60 | 60x80 | 100x100 | 120x150

Bara hugflogið setir markið
Glastalvurnar kunnu brúkast allastaðni í tínum heimi. Í køkinum fært tú brúkt tær til matarætlanina, í gongini ber til at brúka tær sum uppslagstalvur og í kamarinum kanst tú skapa eina stuttliga og lítríka samanseting.

Títt hugflog avger, hvussu tær nýtast. Møguleikarnir eru óavmarkaðir.

 

Hvat siga litirnir?
- Litir eru ein avgerðandi partur av gerandisdegnum. Tað sigur Rakul Hansen, sum í sambandi við høvuðsuppgávu sína hevur kannað litpsykologi, og hvat teir einstøku litirnir merkja.
 
Les alla greinina á Kvinnu