SERVARAR OG GOYMSLA Aftur

Servarar og storage frá heimsins fremstu framleiðarum

 

Vit umboða og hava selt Dell í mong ár. Vit eru Dell Preferred Partner. Skalt tú hava ein servara, eina storage-loysn ella eitt virtuelt umhvørvi, er Dell eitt gott val. Dell er ein av fremstu mennarunum av tøkni til fyritøkur og brennur fyri at skilja og tala við tøknilig mál og avbjóðingar. Tí fært tú betri avrik fyri pengarnar, um tú velur eina loysn frá Dell. EMC er nú partur av Dell.

 

Vit hava selt og umboðað HP í meira enn 30 ár, og vit eru HP Silver Partner.

Ráðgeving

Vit kunnu gera eina tørvslýsing og skraddaraseyma eina loysn til tín, antin loysnin er lítil ella stór. Fyri at veita loysnir, ið liva upp til handilskrøvini hjá kundanum, seta vit okkum altíð í støðuna hjá kundanum. Vit hyggja at verandi KT-infrastrukturi og tørvi við atliti at ynskinum um framtíðina hjá kundanum. Síðan byggja vit loysnina saman við kundanum. Tá ið kundin hevur valt loysnina, verður hon sett í verk. Kundin ger sjálvur íverksetanina ella við hjálp frá ráðgevum hjá Nema. Vit bjóða okkum eisini til at hjálpa okkara kundum við rakstri av KT-infrastrukturinum, um kundin ætlar at hugsavna seg um aðrar uppgávur á síni KT-deild.

Vit hava royndirnar og fólkini, sum hjálpa tær við ráðum, uppseting og tænastu.

Á Nema fokusera við upp á okkara vitan og certificeringar á útvaldu merkini:

Dell, EMC, HP, Ubiquiti, Veeam og Microsoft. Harafturat bjóða og ráðgeva vit við Pfsense, Cisco, APC.

Vit brúka hesi merkir, tí okkara royndir eru, at vit fáa tær besta loysninar hjá kundanum við hesum vørum. Av tí at vit fokusera upp á hesar vørur, hava vit altíð dagførda vitan á økinum og kunnu tískil veita tær ta bestu ráðgevingina.

Vit eru fúsir at vegleiða og hjálpa tær at finna ta røttu loysnina. Send ein fyrispurning her, so svara vit sum skjótast.

Spyr bara

Arne Thomsen
+298 794 250
arth@nema.fo

 

Bergur Enghamar
+298 794 255
ben@nema.fo

 

Bárður Sanchez Solmunde
+298 794 242
bss@nema.fo