Samfelagstilvit og umhvørvisábyrgd
Nema er í føroyskum høpi ein stór og umfatandi fyritøka, ið er partur av tí menning, ið fer fram í samfelagnum. Arbeiðið hjá Nema sæst aftur kring landið, tá ið tað snýr seg um samskifti, kt-trygd, tøkniloysnir, umhvørvið og mangt annað.
Við útgangsstøði í ST-málunum fyri burðardyggari menning taka vit ábyrgd og tryggja, at samfelagstilvitið er ein natúrligur partur í okkara virksemi og framburði. Vit eru framsøkin, seta okkum stór mál og arbeiða alla tíðina við at seta umhvørvið á skrá í øllum, vit gera.
Við útgangstøði í okkara missión vilja vit ígjøgnum okkara samfelagstilvit tryggja menning, framburð og kapping innan okkara virkisøki.