Forsíða

Rinda í smáum

Rinda í smáum

Vit bjóða øllum okkara fjarskiftiskundum at keypa vørur frá okkum, og rinda tær aftur yvir 24 mánaðir.

Treytirnar eru at tú kanst kredittgóðkennast av okkum, og at tú rindar eitt útgjald á minst Kr. 1.000,- tá keypt verður. Eisini er ein treyt at tú hevur eitt virkið fjarskiftishald hjá okkum. Vit fíggja upp til Kr. 19.000,- av keypinum, og restin skal rindast sum eitt útgjald.

Kostnaðurin fyri at stovna eina fígginaravtalu er úr kr. 200,- og rentan er 0%

Stovningargjald

Lánsupphædd

kr. 0 til kr. 3.400 = kr. 200

kr. 3.500 til kr. 14.900 = kr. 595

kr. 15.000 til 19.000 = kr. 895

1
Kredittkeypssáttmála treytir
+

1. Kredittkeypsgjøld verða goldin á konto seljarans nr. 6460 – 162.846.3 ella aðra av seljara ávístari bankkonto

2. Greiður keyparin ikki tær í sáttmálanum ásettu gjaldsskyldir sínar stundisliga, hevur seljarin rætt til at krevja restskuldina goldna, um keypari er í eftirstøðu í meira enn 30 dagar eftir gjaldkomudag, og henda upphædd er minst 1/10 partur av kredittkeypsprísinum, ella um í eftirstøðuupphæddini eru fleiri kredittkeypsgjøld (avdráttir), sum í minsta lagi er 1/20 partur av kredittkeypsprísinum, ella er øll restskuldin.

2a. Verður kredittkeypssáttmálin mishildin verður gjald á kr. 200 tilskrivað fyri hvørt áminningarskrivi og verður hetta sett á næstu telefonrokning.

3. Ynskir keyparin at greiða samlaðu restskuld sína eftir sáttmálanum, líka mikið um hon er gjaldkomin ella ikki, verða kredittkostnaðir í samband við hesa framskundaðu restskuldsgreiðslu gjørdir upp eftir kredittkeypilógini hesum viðvíkjandi.

4. Framd inngjøld verða nýtt fyrst til at greiða gjaldkomnar rentur, og síðani gjald uppá restskuldina.

5. Stendst rættarmál av hesum sáttmála, hevur keyparin skyldu til at greiða allar kostnaðir eftir ásetingar rættsins.

6. Keyparin, ið váttar at vera myndigur, og ikki í gjaldssteðgi ella undir trotabúarviðgerð, bindur seg til at halda skyldir sínar eftir hesum sáttmála, hvørs innihald hann er gjørdur kunnugur við, og av hvørjum hann hevur fingið eitt avrit.

7. Um so er, at keypari velur at gera nýtslu av iðranarrættinum og lata keypið ganga aftur, verður kostnaðurin ið stendst av at gera keypskredittsáttmála ikki endurrindaður kundanum.

8. Um so er at keyparin er eitt felag, kann Nema av sínum eintingum flyta skyldurnar í hesum sáttmála yvir til tann persón sum vegna felagið skrivar undir hetta skjal. Sostatt váttar tann ið skrivar undir, at góðtaka tað.

Ring 20 20 20

Far til vinnu