PRENT OG KOPI Aftur

Kopi- og prentloysnir frá Nema

Nema hevur drúgvar royndir við sølu, viðlíkahaldi og umvæling av kopimaskinum. Okkara tøkningar eru útlærdir og altíð kunnaðir um nýggjastu tøknina.

Rætta prentloysnin kann spara einari fyritøku nógvar pengar í longdini. Ráðgevararnir hjá Nema kunnu koma út til fyritøkuna og gera eina nágreiniliga printanalysu fyrst, soleiðis at tað er lættari at skraddaraseyma eina prentloysn eftir júst tykkara tørvi.

Merkir


Canon er ein av fremstu framleiðarum av kopimaskinum, og við litprenti og myndatøku er Canon somuleiðis millum tey fremstu í heiminum.




OKI eru millum fremstu framleiðarunum við prentloysnum, ið fevna um smáar kopimaskinur til stórar prentloysnir.

 

Tænastusáttmáli

Nema bjóðar kundum sínum ein tænastusáttmála, ið ger viðlíkahaldið munandi lættari. Við einum tænastusáttmála røkja okkara útlærdu teknikarar kopimaskinuna. Hetta tryggjar longri nýtslutíð og longri livitíð. 

Tænastusáttmálar verða gjørdir eftir tørvinum hjá hvørjum einstøkum kunda, og kunnu vera alt frá viðlíkahaldi til at skifta slitlutir og tónara. Hetta ber í sær, at tit ikki fáa óvæntaðar útreiðslur, men vita júst, hvat prentnýtsla tykkara kostar.

Maskinurnar boða sjálvar Nema frá, um okkurt er galið, um tónari er um at vera uppi ella annað. Hetta ger tað meiri ómakaleyst hjá brúkaranum. So við tænastusáttmálanum eru ongar óvæntaðar útreiðslur. Nema átekur sær alt viðlíkahald.

Vit eru fúsir at vegleiða og hjálpa tær at finna ta røttu loysnina. Send ein fyrispurning her, so svara vit sum skjótast.

Spyr bara

Eliesar Olsen
+298 794 257
eol@nema.fo
Bergur Enghamar
+298 794 255
ben@nema.fo