Skriva títt telefonnummar í rútin niðanfyri fyri at fáa títt fría avsláttarmerki.
So senda vit tær eitt SMS, sum tú vísir, tá tú keypir títt atgongumerki. Tú rindar fyri eitt atgongumerki á staðnum, og so rinda vit fyri tað seinna.
Nema Mánadagur ikki tøkt í løtuni
Skipanin verður dagførd og er tøk aftur í februar ella mars 2023
Eingin avsláttarmerki vera givin hetta tíðarskeiðið

Góðan Nema Mánadag
El-súkklu
Bjóða onkrum, tær dámar, við ein el-súkklutúr
Ert tú kundi hjá okkum, kanst tú hvønn mánadag, bjóða einum vini ein súkklutúr púra ókeypis, tú rindar fyri eina súkklu og vit rinda fyri hina. Tað einasta tú skalt gera er at fara inn á nema.fo og umbiða títt avsláttarmerkið.
Vitja Rent a bike her

Biograf
Bjóða onkrum, tær dámar, við í biograf
Ert tú kundi hjá okkum, kanst tú fáa eitt frítt bio-atgongumerki hvønn mánadag. Tá tú keypir eitt atgongumerkið í Havnar Bio ella Atlantis Bio í Klaksvík, so rinda vit fyri tað næsta.
Hetta merkir, at tú kanst bjóða einum vini, sjeikinum, damuni, systir, beiggja ella øðrum við í biograf, og bara rinda fyri eitt atgongumerki. Tilboðið er galdandi til hvønn mánadag og til allar filmar.
P.S. Talið av ókeypis atgongumerkjum hvørja viku er avmarkað. Nýggjar avsláttarkotur verða leysgivnar á midnátt hvørt mánakvøld.
Sí hvør filmur gongur í kvøld í Havnar Bio

Go-kart
Koyr go-kart við vinunum
Ert tú kundi hjá okkum, kanst tú hvønn mánadag bjóða einum vini við at koyra go-kart frítt. Tú rindar fyri ein persón, og vit rinda fyri hin.
Stóri go-kart banin á Skarðshjalla í Tórshavn fær adrenalinið at pumpa og kappingarsinnið í gongd, tá tú traðkar á speedaran og koyrir saman við vinunum. Tú kanst velja at koyra, sum tú vilt, ella tit kunnu skipa fyri eini kapping.
Vitja SÚS her

Bovling
Bjóða onkrum av í bowling
Ert tú kundi hjá okkum, kanst tú bíleggja ein bowlingbana fyri hálvan prís, hvønn mánadag.Tú vísir bara títt fría avsláttarmerki tá ið rindar fyri banan
Tú kanst bílegg ein bana við at ringja til Bowlinghøllina á Hálsi á tlf. 358181
Vitja bowling.fo her

Paintball
Spæl paintball við vinunum
Ert tú fartelefon kundi hjá okkum, kanst tú hvønn mánadag bjóða einum vini við at spæla paintball frítt. Tú rindar fyri ein persón, og vit rinda fyri hin.
Selatraðsdepilin
Bílegg pláss antin við at ringja á tlf 751075 ella vitja Selatraðsdepilin
SÚS á Hjalla
Bílegg pláss antin við at ringja á tlf 608888 ella vitja SÚS

Ofta spurdir spurningar
1
Kann eg brúka Nema Mánadag aðrar dagar enn mánadag?
Nei
2
Hvørjar veitarir eru partur av Nema Mánadegi?
Havnar Bio, Atlantis Bio, Skótadepilin á Selatrað, SÚS, Bowlinghøllin á Hálsi og Rent a Bike
3
Kann eg biða um fleir avsláttarkotur til sama mánadag?
Nei. Tú kanst bara biða um eitt avsláttarmerki í senn. Hetta er gjørt soleiðis at so nógv sum gjørligt kunnu fáa gleði av Nema Mánadegi.